Fróðskaparrit - 01.01.2009, Side 88
86
MENNINGARÁSTØÐI OG MENNINGARFRØÐI
evnið, og et enda biður hon hann sjálv taka
tað burtur:
... lat royndina verða gjørda, kosti hvat tað
kann. Vandan rceðist eg ikki; tí so leingi
hetta ótespiliga merkiðjær teg at øtast og
vamlast, er lívið mær ein byrða, sum eg við
gleði vildi blaka av mær. Bein hesa ræðu-
ligu hondina burtur, ella tak mítt ússaliga
//V!31
Hon sær ikki seg sjálva við sínum egnu eyg-
um, men við hansara. Er hon einki verd í
hansara eygum, eigur hon ongan tilverurætt.
Móðurmerkið er ikki eintýtt sum
súmbol í søguni. Men tá ið tað verður sagt, at
Aylmer ikki ansar eftir tí fyrr enn eftir hjúna-
lagið, kann ein tulking vera, at tað ímyndar
tað kropsliga ella seksualitetin, t.d. stendur í
tekstinum, at Aylmer valdi
at síggja móðurmerkið sum ímynd av, at
kona hansara var bundin at synd, sorg,
forfalli og deyða.32.
Sambært tí patriarkalsku hugmyndafrøðini í
19. øld hevði tann borgaraliga kvinnan ong-
an seksualitet, hon var ein madonnukend
vera, sum var objekt, ikki subjekt í sínum
egna lívi.
Tað er m.a. á hesum baksýni, vit skulu
síggja naturalismuna, sum "Minnisvarðin"
eftir Regin í Líð er dømi um. Ingibjørg um-
boðar sum týpa ta nýggju tíðina. í uppgerð-
ini við pápan avdúkar hon tann ráðandi
moralin sum eitt amboð hjá patriarkatinum
til at varðveita eina samfelagsskipan, sum ikki
tekur støði í natúrligum eginleikum hjá
menniskjanum, men sum er hugmyndafrøði-
liga grundað.
Dr. Jekyll og Mr. Hyde lýsir eitt puritanskt
samfelag, harsambandið millum kynini erso
burturtroðkað, at kvinnan als ikki er til
staðar. Dr. Jekyll avnoktar náttúrukreftirnar í
sær sjálvum við tí úrsliti, at tær koma undan
í perverteraðum skapi. Sum í "Pyrrhussegrar"
hevur tað deyðiligar avleiðingar at binda
náttúruna niður.
Sum longu víst á, leikaði hart á á øllum
mentanarligum ogsamfelagspolitiskum økj-
um upp gjøgnum 1800-talið, og vísindalig
framstig løgdu bumbur undir samtyktar
"sannleikar". Við menningarástøði sínum
skapti Charles Darwin eitt paradigmuskifti,
og vit skulu heilt aftur til ta heliosentrisku
kosmologiina eftir Nikolaus Kopernikus
(1473-1543) fyri at finna eitt ástøði við so
kollveltandi avleiðingum. Tann kopernik-
anska skipanin avtók himmalin, og menn-
ingarástøðið prógvaði, at Gud ikki hevði
skapt alt lívá jørðini eftir seks døgum, men at
tað var ment við natúrligum úrvali gjøgnum
milliónir av árum.
Hugmyndafrøðiliga hevur Bíblian altíð
verið eitt sterkt amboð í hondunum á tí
ráðandi patriarkatinum. Sambært 1. Móse-
bók hevur Gud skapt menniskjuna í sínum
bílæti, og kvinnuna hevur hann skapt úr ein-
um rivjabeini frá manninum. í øllum viður-
skiftum skal kvinnan vera manninum lýðin,
tað er Guds vilji, sum Paulus og aðrir siga. Nú
kemur so Darwin og prógvar, at menniskjan
er skapt gjøgnum eina langa menningar-
gongd, at talan ikki er um eina guddómliga
ætlan. Hvussu ávirkar tað støðuna hjá kyn-
unum í samfelagnum? í fyrstu syftu verður
menningarástøðið í hesum samanhangi
brúkt til at staðfesta tað patriarkalska valds-
monopolið: maðurin er størri og sterkari,
eisini heilin er størri, so tað er natúrligt, at
hann ræður.