Fróðskaparrit - 01.01.2009, Qupperneq 48
46 KYN OC MÁLSLIGUR HUGBURÐUR TIL FØROYSKA TALAÐA FRÁBRIGDIÐ - NAKRAR ÁBENDINGAR
aftur aftaná lokna útbúgving uttanlands, so
velja tey kortini frábrigdið, ið vísir ávirkan
uttaneftir. Eins og kanningarnar hjá Milroy í
Belfast vístu, at hugburður hjá fólki og virð-
ing av frábrigdinum broyttist sum ein avleið-
ing av broytingum í netverkum teirra, so
greiðir eisini Al-Wer frá, at tey, ið venda
heimaftur við hægri útbúgving, eisini hava
valt ein annan málsligan atburð. Hon sigur
eisini, at tað letur til, at tey gerast leiðandi í
málsligari broyting í samfelagnum, aloftast
"in the direction of urban and koinized8
regional standards" (Al-Wer, 1997: 259).
Sambært Al-Wer hava útbúgving og kunn-
leiki í standardfrábrigdinum ikki við sær, at
tey fara at tosa standardfrábrigdið. Heldur er
tað so, at frábrigdið, fólk velja sær, verður eitt
bland av "the amount of contact a speaker
has had with speakers of non-local varieties",
og hetta sigur hon koma av, at fólk noyðast
at fara úr heimstaðnum fyri at lesa á hægri
støði og sostatt gera sær netverk við fólk, ið
tosa onnur málføri og tungumál (Ibid.).
Mín fatan er, at av tí, at føroyska málsliga
støðan líkist hesum samfeløgunum, er hugs-
andi, at rákið í Føroyum kann vísa seg at vera
nakað tað sama: báði hugburður til mál og
sjálvt frábrigdið, tey heimafturvendu við
hægri útbúgving velja sær, munnu vera ávirk-
að av máli, tey hava nýtt og/ella verið í
samband við, meðan tey vóru burturstødd.
Áhugavekjandi spurningar eru tí um, a) í
hvønn mun tey leggja seg eftir gamla
frábrigdinum, tá tey koma heimaftur, og b) í
hvønn mun frábrigdið, tey velja sær, man
ávirka í samfelagnum, tey venda aftur til?
5.2 Úr kanningini frá 2005/2006: Um
títtleikan í nýtsluni av tøkuorðum
í tilfarinum
Ritmyndirnar 1-3 omanfyri vísa, hvussu ‘al-
tjóða orð', 'danismur' og 'nýggjyrði’ vórðu
býtt í mongd millum aldursbólkarnar og
kynini í hvørjum bólki. Sí annars 2.4 um
háttalagið.
Fyri tað fyrsta skal nevnast, at heimildar-
fólkini tyktust vera á einum máli um, at
varðveitsla av føroyska málinum hevur alstór-
an týdning. Slík varðveitsla merkti kortini ikki,
at heimildarfólkini vildu útihýsa øllum
tøkuorðum. Sostatt høvdu fleiri á máli, at tað
at gera nýggjyrði fyri øll altjóða orð (helst
nevnd 'latínsk' orð av heimildarfólkunum) fór,
eftir teirra hugsan, ikki at lata seg gera, og
søgdu fleiri beinleiðis, at nýtsla av 'latínskum’
orðum var eitt, ið tey persónliga løgdu dent
á, um hetta tyktist vera besta orðið. Sam-
stundis var ein meiriluti, ið tók til orða fyri
útihýsing av danismunum (báði tøkuorðum
og máliskum). Eitt av heimildarfólkunum
(maður í bólkinum við hægri útbúgving)
málbar sín hugburð soleiðis: "Eg royni fyri alt
í verðini at umgangast danismumar" (Paula-
dóttir, 2006:84). Kortini, tá hópurin av orðum
var taldur upp undir bólkingunum 'inter-
nasjonalismur' (her: 'altjóða orð'), 'danismur',
'føroysk nýggjyrði' og 'nýggj ensk tøkuorð', var
undranarvert at síggja, at hagtølini vístu
størsta títtleikan av danismum, tilsamans
320 orð og vendingar, samanborið við hinar
orðabólkingarnar uppá 249 'altjóða orð', 192
'nýggjytði' og 102 'nýggj ensk tøkuorð’ (síðsta
ritmyndin ikki tikin við her). Títtleikin av
danismunum erskilligur vegna longu hjálanda-
støðuna, ið nomið varð við í innganginum,
men afturat hesum vístu tølini eisini ser-
merktan mun millum kvinnur og menn í nýts-
uni av hesum tøkuorðunum. Hetta er mynd,
ið hevur serligan áhuga fyri orðaskiftið her.
Av ritmyndunum omanfyri síggja vit, at