Fróðskaparrit - 01.01.2009, Síða 22
20
HELGOLAND OG NORÐUROYGGJAR
hann uttan vomm. Tá ið hann hevði sett sær
nakað fyri, himpraðist hann ikki við at nýta
ósannindi, mutur og beinleiðis vald til at
røkka máli sínum (Nørregaard, 1954; 255).
Oyggjarnar í Norðurhøvum
Hesar dagarnar í Kiel var Karl Johan í essin-
um. Hann hevði ført hermegi sína yvir um
markið hjá arvafígginda Svøríkis, og hann
hevði vunnið á allari mótstøðu. Fyri at fara
avstaðaftur kravdi hann at fáa Noreg, og
einki skuldi forða honum í tí!
Tann 16. januar 1814, tveir dagar eftir at
friðarsáttmálin er dagsettur, skrivar Gustaf af
Wetterstedt til uttanríkisráðharra Svøríkis,
Lars von Engestróm (1751-1826). Brævið er
fleiri prentaðar síður (Nielsen, 1886; 50-54),
og eitt reglubrot Ijóðar soleiðis;
"Hóast ísland, Grønland og Føroyar ong-
antíð hava hoyrt til Noregs, hevur harra
Bourke ynskt, at gjørd verður ein serlig við-
merking um tey í 4. grein í sáttmálanum, og
hesum havi eg ikki hildið, at eg átti at sýta
fyri. (Malgre que l'lslande, la Groenlande et
les iles de Ferróe n'ont jamais appartenu a la
Norvege, Mr. de Bourke a desire, et je n’ai pas
cru devoir me refuser, qu'on en fit une
mention speciale dans l'Art. 4 du Traite.)"
Vit vita, at Karl Johan, tá ið samráðingar-
nar vóru næstan lidnar, hevur kravt og fingið
ásett eina aðra sera týdningarmikla broyting
í grein 4 í sáttmálauppkastinum. Har hevði
bara staðið, at Svøríki skuldi fáa Noreg. Karl
Johan helt, at hetta kundi gera tað bágið hjá
sær at fáa undirtøku norðmanna, og kravdi
hann tí og fekk sett inn í grein 4, at Noreg
skuldi gerast eitt kongsríki sameint við
Svøríki. í 1828 greiddi Karl Johan sjálvur for-
mansskapinum í norska stórtinginum frá
hesum (Nielsen, 1886; 3).
Einki segði hann nakrantíð um, hvussu
tað bar til, at hann hevði sett hesa broyting í
grein 4 um sama mundið, broytingin í somu
sáttmálagrein varð gjørd um oyggjarnar í
Norðurhøvum.
ímóti instruksum
Hvør kann vera komin við tí, sum Wetter-
stedt greiðir frá, at oyggjarnar í Norðurhøv-
um ongantíð hava hoyrt til Noregs?
í bók síni um friðin í Kiel førir Georg Nør-
regárd fram, at tað er Bourke, sum hevur
gjørt eitt kvett við at bjarga kongi sínum
hesar oyggjar (Nørregárd, 1954; 170). Tað er
merkisvert, at meðan alt annað, sum hann
skrivar í bók síni, er væl og virðiliga skjalfest
við upprunakeldum, so er einasta kelda til
hetta uppáhald svarið frá svenska uttanríkis-
ráðharranum, men ikki tað bræv sum Wet-
terstedt skrivaði honum. Men Lars von Enge-
stróm, uttanríkisráðharri, var staddur í
Stokkhólmi og kundi tí ikki vita nágreinliga,
hvat var farið fram í Kiel.
Danski søgumaðurin Ole Feldbæk
(1936-) finst í eini grein um kielarfriðin
(Feldbæk, 1990; 267) at einum øðrum donsk-
um søgumanni, Finni Gad (1911-86), sum
hevur sett fram ta hypotesu, at tað kann vera
av enskum ávum, at ásetingin í sáttmálaupp-
kastinum varð broytt norðurhavsoyggjunum
viðvíkjandi (Gad, 1979). Feldbæk sigur, at
einki er funnið í enskum skjalasøvnum, sum
styðjar uppáhaldið hjá Gad. Feldbæk sjálvur
er samdur við Nørregárd um tað bragd,
Bourke hevur gjørt, men hevur ikki fleiri
keldur enn fyrimynd sín.
Hvat ið hent er, kunnu vit ikki vita við
vissu, men tað er sera nógv, sum bendir á, at
av teimum monnum, sum tóku lut í hesum
samráðingum, er Karl Johan tann einasti, ið