Fróðskaparrit - 01.01.2009, Blaðsíða 22

Fróðskaparrit - 01.01.2009, Blaðsíða 22
20 HELGOLAND OG NORÐUROYGGJAR hann uttan vomm. Tá ið hann hevði sett sær nakað fyri, himpraðist hann ikki við at nýta ósannindi, mutur og beinleiðis vald til at røkka máli sínum (Nørregaard, 1954; 255). Oyggjarnar í Norðurhøvum Hesar dagarnar í Kiel var Karl Johan í essin- um. Hann hevði ført hermegi sína yvir um markið hjá arvafígginda Svøríkis, og hann hevði vunnið á allari mótstøðu. Fyri at fara avstaðaftur kravdi hann at fáa Noreg, og einki skuldi forða honum í tí! Tann 16. januar 1814, tveir dagar eftir at friðarsáttmálin er dagsettur, skrivar Gustaf af Wetterstedt til uttanríkisráðharra Svøríkis, Lars von Engestróm (1751-1826). Brævið er fleiri prentaðar síður (Nielsen, 1886; 50-54), og eitt reglubrot Ijóðar soleiðis; "Hóast ísland, Grønland og Føroyar ong- antíð hava hoyrt til Noregs, hevur harra Bourke ynskt, at gjørd verður ein serlig við- merking um tey í 4. grein í sáttmálanum, og hesum havi eg ikki hildið, at eg átti at sýta fyri. (Malgre que l'lslande, la Groenlande et les iles de Ferróe n'ont jamais appartenu a la Norvege, Mr. de Bourke a desire, et je n’ai pas cru devoir me refuser, qu'on en fit une mention speciale dans l'Art. 4 du Traite.)" Vit vita, at Karl Johan, tá ið samráðingar- nar vóru næstan lidnar, hevur kravt og fingið ásett eina aðra sera týdningarmikla broyting í grein 4 í sáttmálauppkastinum. Har hevði bara staðið, at Svøríki skuldi fáa Noreg. Karl Johan helt, at hetta kundi gera tað bágið hjá sær at fáa undirtøku norðmanna, og kravdi hann tí og fekk sett inn í grein 4, at Noreg skuldi gerast eitt kongsríki sameint við Svøríki. í 1828 greiddi Karl Johan sjálvur for- mansskapinum í norska stórtinginum frá hesum (Nielsen, 1886; 3). Einki segði hann nakrantíð um, hvussu tað bar til, at hann hevði sett hesa broyting í grein 4 um sama mundið, broytingin í somu sáttmálagrein varð gjørd um oyggjarnar í Norðurhøvum. ímóti instruksum Hvør kann vera komin við tí, sum Wetter- stedt greiðir frá, at oyggjarnar í Norðurhøv- um ongantíð hava hoyrt til Noregs? í bók síni um friðin í Kiel førir Georg Nør- regárd fram, at tað er Bourke, sum hevur gjørt eitt kvett við at bjarga kongi sínum hesar oyggjar (Nørregárd, 1954; 170). Tað er merkisvert, at meðan alt annað, sum hann skrivar í bók síni, er væl og virðiliga skjalfest við upprunakeldum, so er einasta kelda til hetta uppáhald svarið frá svenska uttanríkis- ráðharranum, men ikki tað bræv sum Wet- terstedt skrivaði honum. Men Lars von Enge- stróm, uttanríkisráðharri, var staddur í Stokkhólmi og kundi tí ikki vita nágreinliga, hvat var farið fram í Kiel. Danski søgumaðurin Ole Feldbæk (1936-) finst í eini grein um kielarfriðin (Feldbæk, 1990; 267) at einum øðrum donsk- um søgumanni, Finni Gad (1911-86), sum hevur sett fram ta hypotesu, at tað kann vera av enskum ávum, at ásetingin í sáttmálaupp- kastinum varð broytt norðurhavsoyggjunum viðvíkjandi (Gad, 1979). Feldbæk sigur, at einki er funnið í enskum skjalasøvnum, sum styðjar uppáhaldið hjá Gad. Feldbæk sjálvur er samdur við Nørregárd um tað bragd, Bourke hevur gjørt, men hevur ikki fleiri keldur enn fyrimynd sín. Hvat ið hent er, kunnu vit ikki vita við vissu, men tað er sera nógv, sum bendir á, at av teimum monnum, sum tóku lut í hesum samráðingum, er Karl Johan tann einasti, ið
Blaðsíða 1
Blaðsíða 2
Blaðsíða 3
Blaðsíða 4
Blaðsíða 5
Blaðsíða 6
Blaðsíða 7
Blaðsíða 8
Blaðsíða 9
Blaðsíða 10
Blaðsíða 11
Blaðsíða 12
Blaðsíða 13
Blaðsíða 14
Blaðsíða 15
Blaðsíða 16
Blaðsíða 17
Blaðsíða 18
Blaðsíða 19
Blaðsíða 20
Blaðsíða 21
Blaðsíða 22
Blaðsíða 23
Blaðsíða 24
Blaðsíða 25
Blaðsíða 26
Blaðsíða 27
Blaðsíða 28
Blaðsíða 29
Blaðsíða 30
Blaðsíða 31
Blaðsíða 32
Blaðsíða 33
Blaðsíða 34
Blaðsíða 35
Blaðsíða 36
Blaðsíða 37
Blaðsíða 38
Blaðsíða 39
Blaðsíða 40
Blaðsíða 41
Blaðsíða 42
Blaðsíða 43
Blaðsíða 44
Blaðsíða 45
Blaðsíða 46
Blaðsíða 47
Blaðsíða 48
Blaðsíða 49
Blaðsíða 50
Blaðsíða 51
Blaðsíða 52
Blaðsíða 53
Blaðsíða 54
Blaðsíða 55
Blaðsíða 56
Blaðsíða 57
Blaðsíða 58
Blaðsíða 59
Blaðsíða 60
Blaðsíða 61
Blaðsíða 62
Blaðsíða 63
Blaðsíða 64
Blaðsíða 65
Blaðsíða 66
Blaðsíða 67
Blaðsíða 68
Blaðsíða 69
Blaðsíða 70
Blaðsíða 71
Blaðsíða 72
Blaðsíða 73
Blaðsíða 74
Blaðsíða 75
Blaðsíða 76
Blaðsíða 77
Blaðsíða 78
Blaðsíða 79
Blaðsíða 80
Blaðsíða 81
Blaðsíða 82
Blaðsíða 83
Blaðsíða 84
Blaðsíða 85
Blaðsíða 86
Blaðsíða 87
Blaðsíða 88
Blaðsíða 89
Blaðsíða 90
Blaðsíða 91
Blaðsíða 92
Blaðsíða 93
Blaðsíða 94
Blaðsíða 95
Blaðsíða 96
Blaðsíða 97
Blaðsíða 98
Blaðsíða 99
Blaðsíða 100
Blaðsíða 101
Blaðsíða 102
Blaðsíða 103
Blaðsíða 104
Blaðsíða 105
Blaðsíða 106
Blaðsíða 107
Blaðsíða 108
Blaðsíða 109
Blaðsíða 110
Blaðsíða 111
Blaðsíða 112
Blaðsíða 113
Blaðsíða 114
Blaðsíða 115
Blaðsíða 116
Blaðsíða 117
Blaðsíða 118
Blaðsíða 119
Blaðsíða 120
Blaðsíða 121
Blaðsíða 122
Blaðsíða 123
Blaðsíða 124
Blaðsíða 125
Blaðsíða 126
Blaðsíða 127
Blaðsíða 128
Blaðsíða 129
Blaðsíða 130
Blaðsíða 131
Blaðsíða 132
Blaðsíða 133
Blaðsíða 134
Blaðsíða 135
Blaðsíða 136
Blaðsíða 137
Blaðsíða 138
Blaðsíða 139
Blaðsíða 140
Blaðsíða 141
Blaðsíða 142
Blaðsíða 143
Blaðsíða 144
Blaðsíða 145
Blaðsíða 146
Blaðsíða 147
Blaðsíða 148
Blaðsíða 149
Blaðsíða 150
Blaðsíða 151
Blaðsíða 152
Blaðsíða 153
Blaðsíða 154
Blaðsíða 155
Blaðsíða 156
Blaðsíða 157
Blaðsíða 158
Blaðsíða 159
Blaðsíða 160
Blaðsíða 161
Blaðsíða 162
Blaðsíða 163
Blaðsíða 164
Blaðsíða 165
Blaðsíða 166
Blaðsíða 167
Blaðsíða 168
Blaðsíða 169
Blaðsíða 170
Blaðsíða 171
Blaðsíða 172
Blaðsíða 173
Blaðsíða 174
Blaðsíða 175
Blaðsíða 176
Blaðsíða 177
Blaðsíða 178
Blaðsíða 179
Blaðsíða 180
Blaðsíða 181
Blaðsíða 182
Blaðsíða 183
Blaðsíða 184
Blaðsíða 185
Blaðsíða 186
Blaðsíða 187
Blaðsíða 188
Blaðsíða 189
Blaðsíða 190
Blaðsíða 191
Blaðsíða 192
Blaðsíða 193
Blaðsíða 194
Blaðsíða 195
Blaðsíða 196
Blaðsíða 197
Blaðsíða 198
Blaðsíða 199
Blaðsíða 200
Blaðsíða 201
Blaðsíða 202
Blaðsíða 203
Blaðsíða 204
Blaðsíða 205
Blaðsíða 206
Blaðsíða 207
Blaðsíða 208
Blaðsíða 209
Blaðsíða 210
Blaðsíða 211
Blaðsíða 212
Blaðsíða 213
Blaðsíða 214
Blaðsíða 215
Blaðsíða 216

x

Fróðskaparrit

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.