Fróðskaparrit - 01.01.2009, Side 80
78
MENNINGARÁSTØÐI OG MENNINGARFRØÐI
hugmyndafrøðiliga stríðnum við tí fyri eyga
at lýsa, hvørji evni hanga uppi i hesum stríði,
og hvørji perspektiv eru í tí.
l. partur
Stuttsøgan "Móðurmerkið" (1843) eftir
Nathaniel Hawthorne (1804-64) snýr seg
m. a. um tað evnið, vit í dag rópa kynbót. Vís-
indamaðurin Aylmer er giftur við tí vøkru
Georgianu, sum hevði verið tann fullkomni
vakurleikin, hevði hon ikki havt eitt pinku-
lítið móðurmerki á øðrum kjálkanum.
Aylmer verður so trásettur av hesum merki,
ið hevur skap sum ein lítil hond, at hann bara
sær tað, tá ið hann hyggur at konu síni.
Aylmer er náttúruvísindamaður og hevur
rannsakað loyndarmálini í hcegstu skýríkjum
og djúpastu námum\ sum teksturin sigur.
Hann hevur eisini roynt at fata ta tilgongd,
sum náttúran brúkar, tá ið hon savnar og
sýgur upp øll síni dýrabaru árin, úr jørð og
luft og úr andans heimi, so at hon kann
skapa og ala menniskjað, sítt meistara-
verk. Men hesa seinastu trá hevði Aylmer
kortini langt síðan lagt til viks. Tí hann
hevði við ringum tannabiti viðurkent tann
sannleika - sum allir leitandi vísindamenn
fyrr ella seinni detta um - at meðan okk-
ara mikla, skapandi móðir stuttleikar okk-
um við, at síggja til, at virka í bjartasta sól-
skini, er tað henni strangliga um atgera at
krógva síni loyndarmál, og at hon, hóast
hon letist opinskárað, bara vísir okkum
úrslit. Hon loyvir okkum vissuliga at spilla,
men sjáldan at bøta, og, sum ein kargur
patenthavi, I ongumføri at skapa?
Men Aylmer er kortini sannførdur um sín
førleika, og hann framleiðir ein løg, sum skal
fáa móðurmerkið at hvørva. Georgiana
drekkur løgin, og móðurmerkið hvørvur av
kjálkanum, men úrslitið er, at hon doyr.
í søguni verður sagt, at Georgiana hevði
verið eitt dømi um fullkomnan og púra
lýtaleysan vakurleika3, hevði móðurmerkið
ikki verið. Tað ófullkomna er menniskjans
eyðkenni, náttúran vísir á henda hátt, at
menniskjan er tíðarbundin og endalig. Fyri
Aylmer verður móðurmerkið ein mynd av tí
óundansleppandi taki, sum feigdin tekur um
jarðarinnar hægstu og reinastu skapningar
fyri at lækka teir og sameina teir í skyldskapi
við tey lægstu kykt, og enntá við djórini, sum
teir eisini líkjast í tí, at teirra sjónligu formar
venda aftur til dust.4
Aylmer hevur eina hugmynd av vakur-
leikanum, sum er absolutt. Tað er ein rom-
antisk fatan, sum vísir aftur til Platon (uml.
428/27-348/47 f. Kr.). í hansara líknilsi um
hellið verður greitt frá, at tað, sum menn-
iskjað sær og sansar, bara er skuggin av ein-
um veruleika, sum tað ikki kann fata, men
sum nøkur fá útvald kunnu hóma. í roman-
tikkinum eru tað serliga yrkjarar og listafólk,
sum hava hesa gávu, men eisini tað einfalda
natúrmenniskjað kann við síni intuitión
hóma ein hægri veruleika, sum vit síggja tað
t.d. í yrkingini "Guldhornene" (1802) eftir
Adam Oehlenschláger (1779-1850). í Kritik
der reinen Vernunft brúkar Immanuel Kant
(1724-1804) hugtakið das Ding an sich
(tingið fyri seg) um tað absolutta, og tað,
sigur hann, kann menniskjað ikki vita nakað
um. Tað, sum menniskjað kann sannkenna,
er tað, sum er givið, das Dingfúr uns (tingið
fyri okkum), rópar hann tað.
Aylmer snávar, tí hann heldur seg kunna
materialisera hugmyndina. Men halda vit
okkum til Kant, kunnu vit siga, at hansara