Fróðskaparrit - 01.01.2009, Page 80

Fróðskaparrit - 01.01.2009, Page 80
78 MENNINGARÁSTØÐI OG MENNINGARFRØÐI hugmyndafrøðiliga stríðnum við tí fyri eyga at lýsa, hvørji evni hanga uppi i hesum stríði, og hvørji perspektiv eru í tí. l. partur Stuttsøgan "Móðurmerkið" (1843) eftir Nathaniel Hawthorne (1804-64) snýr seg m. a. um tað evnið, vit í dag rópa kynbót. Vís- indamaðurin Aylmer er giftur við tí vøkru Georgianu, sum hevði verið tann fullkomni vakurleikin, hevði hon ikki havt eitt pinku- lítið móðurmerki á øðrum kjálkanum. Aylmer verður so trásettur av hesum merki, ið hevur skap sum ein lítil hond, at hann bara sær tað, tá ið hann hyggur at konu síni. Aylmer er náttúruvísindamaður og hevur rannsakað loyndarmálini í hcegstu skýríkjum og djúpastu námum\ sum teksturin sigur. Hann hevur eisini roynt at fata ta tilgongd, sum náttúran brúkar, tá ið hon savnar og sýgur upp øll síni dýrabaru árin, úr jørð og luft og úr andans heimi, so at hon kann skapa og ala menniskjað, sítt meistara- verk. Men hesa seinastu trá hevði Aylmer kortini langt síðan lagt til viks. Tí hann hevði við ringum tannabiti viðurkent tann sannleika - sum allir leitandi vísindamenn fyrr ella seinni detta um - at meðan okk- ara mikla, skapandi móðir stuttleikar okk- um við, at síggja til, at virka í bjartasta sól- skini, er tað henni strangliga um atgera at krógva síni loyndarmál, og at hon, hóast hon letist opinskárað, bara vísir okkum úrslit. Hon loyvir okkum vissuliga at spilla, men sjáldan at bøta, og, sum ein kargur patenthavi, I ongumføri at skapa? Men Aylmer er kortini sannførdur um sín førleika, og hann framleiðir ein løg, sum skal fáa móðurmerkið at hvørva. Georgiana drekkur løgin, og móðurmerkið hvørvur av kjálkanum, men úrslitið er, at hon doyr. í søguni verður sagt, at Georgiana hevði verið eitt dømi um fullkomnan og púra lýtaleysan vakurleika3, hevði móðurmerkið ikki verið. Tað ófullkomna er menniskjans eyðkenni, náttúran vísir á henda hátt, at menniskjan er tíðarbundin og endalig. Fyri Aylmer verður móðurmerkið ein mynd av tí óundansleppandi taki, sum feigdin tekur um jarðarinnar hægstu og reinastu skapningar fyri at lækka teir og sameina teir í skyldskapi við tey lægstu kykt, og enntá við djórini, sum teir eisini líkjast í tí, at teirra sjónligu formar venda aftur til dust.4 Aylmer hevur eina hugmynd av vakur- leikanum, sum er absolutt. Tað er ein rom- antisk fatan, sum vísir aftur til Platon (uml. 428/27-348/47 f. Kr.). í hansara líknilsi um hellið verður greitt frá, at tað, sum menn- iskjað sær og sansar, bara er skuggin av ein- um veruleika, sum tað ikki kann fata, men sum nøkur fá útvald kunnu hóma. í roman- tikkinum eru tað serliga yrkjarar og listafólk, sum hava hesa gávu, men eisini tað einfalda natúrmenniskjað kann við síni intuitión hóma ein hægri veruleika, sum vit síggja tað t.d. í yrkingini "Guldhornene" (1802) eftir Adam Oehlenschláger (1779-1850). í Kritik der reinen Vernunft brúkar Immanuel Kant (1724-1804) hugtakið das Ding an sich (tingið fyri seg) um tað absolutta, og tað, sigur hann, kann menniskjað ikki vita nakað um. Tað, sum menniskjað kann sannkenna, er tað, sum er givið, das Dingfúr uns (tingið fyri okkum), rópar hann tað. Aylmer snávar, tí hann heldur seg kunna materialisera hugmyndina. Men halda vit okkum til Kant, kunnu vit siga, at hansara
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160
Page 161
Page 162
Page 163
Page 164
Page 165
Page 166
Page 167
Page 168
Page 169
Page 170
Page 171
Page 172
Page 173
Page 174
Page 175
Page 176
Page 177
Page 178
Page 179
Page 180
Page 181
Page 182
Page 183
Page 184
Page 185
Page 186
Page 187
Page 188
Page 189
Page 190
Page 191
Page 192
Page 193
Page 194
Page 195
Page 196
Page 197
Page 198
Page 199
Page 200
Page 201
Page 202
Page 203
Page 204
Page 205
Page 206
Page 207
Page 208
Page 209
Page 210
Page 211
Page 212
Page 213
Page 214
Page 215
Page 216

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.