Fróðskaparrit - 01.01.2009, Blaðsíða 87
THE THEORY OF EVOLUTION AND IDEOLOGY
85
men teksturin heldur fram:
... hennara stórlátna sinni bardist móti
slíkari undirgeving26
Ingibjørg verður lýst sum ein sterk og sjálv-
støðug kvinna, og hóast støðan á summum
økjum var broytt, síðan Stuart Mill skrivaði
um viðurskiftini, so hevði tann gifta kvinnan
um fyrra aldarskifti ikki fullan ræðisrætt yvir
sínum egnu viðurskiftum løgfrøðiliga, og als
ikki sosialt og hugmyndafrøðiliga. Støðan
sum gift bóndakona hevði framvegis havt við
sær, at ein gav seg inn undir patriarkalskt
vald. Tann møguleikin, sum Stuart Mill
grundgevur fyri, nevniliga at kvinnur og
menn liva í javnstøðu, er ikki realistiskur í tí
søguliga kontekstinum.
4. partur - samanfatan og útlit
"Móðurmerkið", Dr. Jekyll og Mr. Hyde og
'Minnisvarðin" viðgera á ymiskan hátt m.a.
evnið menniskja, náttúra og samfelag. í
stuttsøguni "Móðurmerkið" sigur Aylmer, at
tað móðurmerkið, sum kona hansara hevur
a kjálkanum, er tekin um uerðsligt ófull-
komni77. \ romantiskari hugmyndafrøði er
tann guddómliga skapanin fullkomin og
lýtaleys, og Aylmer kann ikki góðtaka, at
kona hansara ikki speglar hesa guddómligu
hugmyndina. Sum vit hava sæð í 1. parti, ber
sambært Immanuel Kant ikki menniskjanum
til at fáa vitan um tað absolutta, tað er hand-
an okkara møguleikar fyri sannkenning. Men
tað, sum Aylmer ger, er at flyta myndina frá
ti guddómligu, makrokosmisku skipanini yvir
a veruleikans mikrokosmos, har hann sjálvur
verður skapari og evsti myndugleiki.
Við einum parti av sær sjálvum veit
Aylmer av, at hann er á tunnum gleri. Tað
kemur fram í einum marrudreymi, har hann
við skurðviðgerð roynir at skera móðurmerk-
ið burtur. Men djúpari hann sker, djúpari
søkkur hondin, og tað endar við, at hondin
sýnist at taka um hjartað á Georgianu. Søgan
er skrivað, áðrenn Sigmund Freud greinaði
menniskjasálina, og tað, sum dreymurin
umboðar, verður lýst soleiðis:
Hugin er í eini undarligari støðu, tá ið
svøvnurin, tann alfevndi, ikki megnar at
steingja sínar dreygar inni I sínum myrka
ríki, men letur teir bróta út og loypa ræðslu
á tað veruliga lívið við loyndarmálum, sum
kanska hoyra heima í eini djúpari tilveru.28
Við hesum verður sett spurnartekin við tey
ediligu motivini hjá Aylmer. Tá ið hann vil
skapa ta fullkomnu kvinnuna og samstundis
er til reiðar at seta lívið hjá henni í váða, er
tað ikki hon, men hann, sum er miðdepilin.
Hon er gjørd til objekt í eini ætlan, sum
hevur til endamáls at nøkta hansara subjekt-
ivu, sjálvsøknu ærutrá.
Georgiana verður lýst sum eitt dømi um
ta borgaraligu kvinnuna í 19. øld, sum vit sóu
í lýsingini hjá John Stuart Mill, og sum hevur
sum lívsendamál at tekkjast manninum.
Georgiana sigur sjálv um móðurmerkið: Fyri
at siga sum er, so havafólk ofta sagt mær, at
tað fríðkaði um meg, ,..29, og seinni verður
sagt, at merkið gjørdi summar menn upp-
aftur meira hugtiknar30. Heldur enn at vera
eitt lýti er tað lítla merkið tað, sum ger hana
serstaka. Meðan tey vóru forlovað, hevði
Aylmer ikki hugsað nakað serligt um merkið,
tað var ikki, fyrr enn tey vóru gift, hann
ansaði eftir tí, og tá fekk tað alt avgerandi
týdning. Seint og tíðliga minnir hann hana á