Fróðskaparrit - 01.01.2009, Page 30
28 KYN OG MÁLSLIGUR HUGBURÐUR TIL FØROYSKA TALAÐA FRÁBRIGDIÐ - NAKRAR ÁBENDINGAR
hesin munurin man koma av. Sostatt verður
her neyðugt at hyggja at, hvat hevur verið
sagt um evnið av øðrum samfelagsmálfrøð-
ingum í øðrum málsamfeløgum, og skal
ástøðið lýsast við ritum hjá fleiri heims-
kendum samfelagsmálfrøðingum í hond.
Fyrst heilt stutt um kyn í mállæruni, har
føroyskt hevur hugtøkini 'lívkyn' og 'málkyn',
ið á enskum verða skild sundur millum 'sex’
og 'gender'. Vísandi til samfelagsmálfrøðingar
(sí t.d. J. Milroy, 1992b: 163; Bergvall, 1996:
274-278; Eckert og McConnel-Ginet, 2003:9-
32) kann 'sex’/'lívkyn' sigast at vera
lívfrøðiliga hugtakið, meðan 'gender'/'mál-
kyn' er eitt samfelagsligt tankaverk. Við øðr-
um orðum kunnu vit siga, at 'gender'/'mál-
kyn’ er tað, vit 'gera' og 'greiða' fyri at skipa
mannagongdir í einum alsamt fløktari
samfelagi. Av hesum skilja vit, at 'sex’/'lívkyn'
hevur í sær tvígreining og mótsetning,
meðan 'gender'/'málkyn' ikki er sama tví-pól-
aða hugtakið. Kortini, av tí at orðið 'málkyn'
á føroyskum er fyrst og fremst navnorð fyri
teir tríggjar orðabólkarnar kallkyn, kvennkyn
og hvørkikyn í málfrøði, skal bert orðið 'kyn'
verða nýtt í hesi greinini, annaðhvørt út-
lendski rithøvundin nú hevur nýtt heitið
'gender' ella 'sex' í sínari frágreiðing.
2.3 Stutt um samfelagsbólkar og mál
Vanligt hevur verið innan samfelagsmálfrøði
at leggja munin millum sosiobúskaparligar
samfelagsbólkar sum grundarlag undir
kanningarnar, t.v.s., at stættaskipan í sam-
felagnum við muni millum fólk viðvíkjandi
inntøku og fíggjarligum umstøðum verður
lyklabrigdil í kanningini. Vísast kann til
nærum allar kanningar, ið hava verið gjørdar,
men her skal fyrst verða víst til klassisku
kanningarnar hjá heimskendu samfelags-
málfrøðingunum Labov og Trudgill (í 1960-
og -70-árunum). Sambært Milroy og Milroy
hevur bendingarmynstrið hjá Labov til at
gilda kanningar ('quantitative paradigm')
verið eitt tað mest týðandi íkastið til samfe-
lagsmálfrøði fyri at gera okkum før fyri at
gera skipaðar kanningar av sambandinum
millum málslig frábrigdi í einum samfelagi og
eginmálbúna (frábrigdi, ið einstaklingar
nýta), ið verður ávirkaður av aldri, kyni, upp-
runa, netverki og sosiobúskaparligum bólki
(Milroy and Milroy, 1993: 57).
Kortini siga tey bæði Milroy, at ástøðið
við sosiobúskaparligari stættaskipan, ið er
grundarlagið undir býarsamfelagsliga arbeið-
inum hjá Labov, er ikki altíð hóskandi, og tey
vísa á fleiri aðrar samfelagsmálfrøðingar, ið
eisini hava peikað á sama trupulleika, t.d.
Rickford (1986) og Sankoff et al. (1989) (sí
Milroy and Milroy, 1993: 58). Eisini í aðrari
grein, ið lýsir kanningar um kyn og málval í
Belfast, kemur L. Milroy til somu niðurstøðu
(L. Milroy, 1992b). Og uppaftur geva J. Milroy
(1992) og James (1996) hvør sær eitt breitt
og gott yvirlit yvir samfelagsmálfrøðiligar
kanningar, ið eru gjørdar við kyni sum
fremsta lyklabrigdli, heldur enn sosiobúskap-
arligari stættaskipan. í hesum tykjast alt fleiri
samfelagsmálfrøðingar at vera samdir, sí t.d.
eisini Cameron (Cameron, 2003: 189).
Greinarnar hjá L. Milroy, J. Milroy og James
skulu vit venda aftur til seinri í viðgerðini.
Her verður bert tann niðurstøða gjørd,
at tað er heldur ikki viðkomandi fyri føroyska
málsamfelagið at tosa um sosiobúskaparligar
samfelagsbólkar á sama hátt, sum annars
ofta hevur verið gjørt í post-ídnaðarsam-
feløgunum í Vesturheiminum; tvs. hægri,
miðal og lægri samfelagsbólkar, ið verða býtt-
ir sundur eftir ídnaðarligu og/ella fíggjarligu