Fróðskaparrit - 01.01.2009, Qupperneq 53
GENDER AND LINGUISTIC ATTITUDES TOWARD VARIATIONS IN CONVENTIONAL
FAROESE LANGUAGE USAGE - SOME TRENDS
51
at vísa frástøðu og annan samleika. Á henda
hátt kann samrøðuháttur veljast fyri annað-
hvørt at minka ella at hækka um frástøðu
millum samrøðuluttakararnar. Um sama
evnið sigur Kramsch, at kotubroyting og
kotublanding kann tulkast sum "an act of
identity" og eitt tekin hjá honum, ið tosar
um "solidarity or distance" við hin, ið lurtar
(Kramsch, 2000: 70). Her skal eisini verða
mint á áðurnevnda ástøði hjá Milroy um
'samleikaatburð' (Milroy, 1992:152). Tað skal
sigast, at myndilin hjá Giles et al. fevnir ikki
bert um málsliga atferð. Her skal sostatt bert
avmarkað niðurstøða um málsliga atferð, ið
hevur áhuga fyri hetta orðaskiftið, verða end-
urtikin. Sambært ástøðinum hjá nevndu
frøðingunum kann sigast, at "atlaging kann
best skiljast sum tekin um, at einstaklingur
ynskir at tryggja sær samfelagsliga góðkenn-
ing" (Thakerar et al„ 1982: 208).
Eins og vit hava sæð, tykjast ritmyndirnar
í talvunum 1,2 og 3, ið vísa títtleikan av báði
altjóða orðum, danismum og nýggjyrðum at
styðja uppáhald um ein meir neiligan hug-
burð til málreinsanarstevnuna hjá føroyskum
kvinnum enn hjá monnum. Henda myndin
verður styðjað av ritmyndunum í talvunum
6a), b) og c). Afturat tí, Jacobsen sigur um
størri undirtøku av málreinsanarstevnuni hjá
fólki við styttri útbúgving (sí 5.1 omanfyri),
kunnu vit nú siga okkum síggja ábendingar
um, at kvinnur tykjast velja eitt mál við hægri
títtleika av tøkuorðum og lægri títtleika av
føroyskum nýggjyrðum enn menn, og tað
eru kvinnurnar við langari útbúgving, sum í
størst mun tekna hesa myndina.
Um svørini hjá monnunum kunnu vit
siga, at ritmyndirnar 7a), b) og c) vísa, at teir
tykjast leggja dent á at nýta føroysk orð, har
tey eru tøk, so at pinkukanningin aftur styðj-
ar myndina í talvunum 1, 2 og 3. Eins og
heimildarfólkið, ið tikið varð til, segði seg "fyri
alt í verðini at umgangast danismurnar", tyk-
ist pinkukanningin styðja uppáhald um, at
menn nýta væl færri danismur enn kvinnur,
og eru tað serstakliga menn í bólkinum við
hægri útbúgving, ið velja henda málburð í
størri mun enn báði kvinnur í sama bólki og
eisini enn menn í bólkinum við styttri út-
búgving.
Her er óivað áhugavert at taka uppí, at
hugsandi er, at kvinnurnar, eg tosaði við í
kanningini í 2005/2006, ynsktu at vísa norð-
urlendska ella altjóða samleika sín sum eitt
tekin um samhald við meg sum samrøðulut-
takara. Altjóða tankin kom ofta skjótt upp í
tosinum við tað, at ritgerðin var á enskum
um nútíðar enskt árin á føroyskt. í hvussu er
høvdu vit fleiri ting í felag, t.d. foreldur at
børnum, í fullum starvi, mong ár uttanlands,
hægri útbúgving uttan fyri landoddarnar,
áhuga í føroyska málinum, so ikki man tað
vera løgin tanki, um kvinnurnar eins og eg
sjálv kendu okkum hava nógv í felag, og so-
statt onkursvegna hoyra heima í sama bólki.
Leggja vit so afturat hesum fram ástøðið hjá
Milroy and Milroy um kyn sum týdningar-
miklari brigdil í samfelagsmálfrøði enn sosio-
búskaparlig stættaskipan, kunnu vit semjast
um, at kvinnurnar og eg sum samrøðuluttak-
arar høvdu uppaftur meir í felag viðvíkjandi
samleika okkara. Hetta síðsta kann vera ein
greinandi brigdil fyri, at munurin millum
kvinnur og menn í hesum sama bólkinum er
so stórur. Kortini, út yvir frágreiðing um at-
laging av málinum hjá heimildarkvinnunum
fyri at vísa mær nærstøðu og samhald sum
samrøðuluttakarar, haldi eg munin vera so
týðandi, at áhugi eigur at vera fyri at lýsa
hann úr øðrum sjónarhornum eisini.