Fróðskaparrit - 01.01.2009, Page 53

Fróðskaparrit - 01.01.2009, Page 53
GENDER AND LINGUISTIC ATTITUDES TOWARD VARIATIONS IN CONVENTIONAL FAROESE LANGUAGE USAGE - SOME TRENDS 51 at vísa frástøðu og annan samleika. Á henda hátt kann samrøðuháttur veljast fyri annað- hvørt at minka ella at hækka um frástøðu millum samrøðuluttakararnar. Um sama evnið sigur Kramsch, at kotubroyting og kotublanding kann tulkast sum "an act of identity" og eitt tekin hjá honum, ið tosar um "solidarity or distance" við hin, ið lurtar (Kramsch, 2000: 70). Her skal eisini verða mint á áðurnevnda ástøði hjá Milroy um 'samleikaatburð' (Milroy, 1992:152). Tað skal sigast, at myndilin hjá Giles et al. fevnir ikki bert um málsliga atferð. Her skal sostatt bert avmarkað niðurstøða um málsliga atferð, ið hevur áhuga fyri hetta orðaskiftið, verða end- urtikin. Sambært ástøðinum hjá nevndu frøðingunum kann sigast, at "atlaging kann best skiljast sum tekin um, at einstaklingur ynskir at tryggja sær samfelagsliga góðkenn- ing" (Thakerar et al„ 1982: 208). Eins og vit hava sæð, tykjast ritmyndirnar í talvunum 1,2 og 3, ið vísa títtleikan av báði altjóða orðum, danismum og nýggjyrðum at styðja uppáhald um ein meir neiligan hug- burð til málreinsanarstevnuna hjá føroyskum kvinnum enn hjá monnum. Henda myndin verður styðjað av ritmyndunum í talvunum 6a), b) og c). Afturat tí, Jacobsen sigur um størri undirtøku av málreinsanarstevnuni hjá fólki við styttri útbúgving (sí 5.1 omanfyri), kunnu vit nú siga okkum síggja ábendingar um, at kvinnur tykjast velja eitt mál við hægri títtleika av tøkuorðum og lægri títtleika av føroyskum nýggjyrðum enn menn, og tað eru kvinnurnar við langari útbúgving, sum í størst mun tekna hesa myndina. Um svørini hjá monnunum kunnu vit siga, at ritmyndirnar 7a), b) og c) vísa, at teir tykjast leggja dent á at nýta føroysk orð, har tey eru tøk, so at pinkukanningin aftur styðj- ar myndina í talvunum 1, 2 og 3. Eins og heimildarfólkið, ið tikið varð til, segði seg "fyri alt í verðini at umgangast danismurnar", tyk- ist pinkukanningin styðja uppáhald um, at menn nýta væl færri danismur enn kvinnur, og eru tað serstakliga menn í bólkinum við hægri útbúgving, ið velja henda málburð í størri mun enn báði kvinnur í sama bólki og eisini enn menn í bólkinum við styttri út- búgving. Her er óivað áhugavert at taka uppí, at hugsandi er, at kvinnurnar, eg tosaði við í kanningini í 2005/2006, ynsktu at vísa norð- urlendska ella altjóða samleika sín sum eitt tekin um samhald við meg sum samrøðulut- takara. Altjóða tankin kom ofta skjótt upp í tosinum við tað, at ritgerðin var á enskum um nútíðar enskt árin á føroyskt. í hvussu er høvdu vit fleiri ting í felag, t.d. foreldur at børnum, í fullum starvi, mong ár uttanlands, hægri útbúgving uttan fyri landoddarnar, áhuga í føroyska málinum, so ikki man tað vera løgin tanki, um kvinnurnar eins og eg sjálv kendu okkum hava nógv í felag, og so- statt onkursvegna hoyra heima í sama bólki. Leggja vit so afturat hesum fram ástøðið hjá Milroy and Milroy um kyn sum týdningar- miklari brigdil í samfelagsmálfrøði enn sosio- búskaparlig stættaskipan, kunnu vit semjast um, at kvinnurnar og eg sum samrøðuluttak- arar høvdu uppaftur meir í felag viðvíkjandi samleika okkara. Hetta síðsta kann vera ein greinandi brigdil fyri, at munurin millum kvinnur og menn í hesum sama bólkinum er so stórur. Kortini, út yvir frágreiðing um at- laging av málinum hjá heimildarkvinnunum fyri at vísa mær nærstøðu og samhald sum samrøðuluttakarar, haldi eg munin vera so týðandi, at áhugi eigur at vera fyri at lýsa hann úr øðrum sjónarhornum eisini.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160
Page 161
Page 162
Page 163
Page 164
Page 165
Page 166
Page 167
Page 168
Page 169
Page 170
Page 171
Page 172
Page 173
Page 174
Page 175
Page 176
Page 177
Page 178
Page 179
Page 180
Page 181
Page 182
Page 183
Page 184
Page 185
Page 186
Page 187
Page 188
Page 189
Page 190
Page 191
Page 192
Page 193
Page 194
Page 195
Page 196
Page 197
Page 198
Page 199
Page 200
Page 201
Page 202
Page 203
Page 204
Page 205
Page 206
Page 207
Page 208
Page 209
Page 210
Page 211
Page 212
Page 213
Page 214
Page 215
Page 216

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.