Fróðskaparrit - 01.01.2009, Side 41
GENDER AND LINGUISTIC ATTITUDES TOWARD VARIATIONS IN CONVENTIONAL
FAROESE LANGUAGE USAGE - SOME TRENDS
39
Mín áskoðan er sostatt, at føroyska
støðan í summum førum kann samanberast
við arabisku málsamfeløgini av fleiri orsøk-
um, t.d. vegna støðuna við báði hjálandamáli
og (stig av) skiftismæli. Støðan við (stigum
av) skiftismæli hevur í sær minst fimm eyð-
kenni, ið munnu vera felags:
1) standardfrábrigdið hevur alstóra al-
menna virðing, hóast tað bert í lítlan
mun verður nýtt í dagligari talu,
2) føroysk børn tosa bert staðbundna mál-
førið til ein vissan aldur uttan stórvegis
ávirkan av standardfrábrigdinum,
3) ikki fyrr enn farið verður í skúla koma tey
undir dagliga ávirkan av standardfrá-
brigdinum,
4) øll føroysk børn mugu rættiliga tíðliga
læra seg fremmand mál/hjálandamál, og
at enda:
5) tá tey sum ung vaksin skulu undir hægri
útbúgving, noyðast tey av landinum at
lesa og í støðu, har móðurmálið als ikki
verður nýtt.
Sum áður nevnt, munnu kanningar við
sosiobúskaparligum bólkum í samfelagnum
sum grundarlag ikki fara at geva mikið í før-
oyskum málkanningum, av tí at føroyska
samfelagið ikki hevur verið stættaskipað í
sama mun sum í Europa sum heild. Av hes-
um sama og av umstøðunum, eg havi roynt
at gera greiðu fyri omanfyri, er tað mín
hugsan, at samfelagsmálfrøðiligar saman-
beringar av føroyska málsamfelagnum eiga
at kunna verða gjørdar við málsamfeløg við
skiftismæli og hjálandamáli, og, at samfelags-
bólkar sum
a) kyn,
b) stig av útbúgving,
c) útbúgving heima ella úti
eiga at vera týðandi brigdlar í kanningunum.
Umframt hetta er tað mín áskoðan, at vit í
samsvari við ástøðið hjá Meyerhoff eiga at
taka "nærveru av samleika" við sum týðandi
part av greiningini av tí, ið verður funnið
(Meyerhoff, 1996: 204).
Talva 1
Títtleiki í nýtslu av ‘Internationalismum'
- Allir bólkar
Aldur 65 og hægri
Aldur 24-50,
univ.útbúgving
uttanlands
Aldur 24-50
útbúgving heima í
Føroyum
Aldur 12-19
K
M
200
240 280