Fróðskaparrit - 01.01.2009, Side 37
GENDER AND UNGUISTIC ATTITUDES TOWARD VARIATIONS IN CONVENTIONAL
FAROESE LANGUAGE USAGE - SOME TRENDS
35
Av hesum ber so til at skilja betur, hvussu
kanningar kunnu vísa, at kvinnurnar tykjast
"at taka við málsligari broyting úr erva og
formum, ið hava almenna virðing" (grund-
regla la hjá Labov), og samstundis vísa aðrar
kanningar, at tað eru kvinnurnar, ið skapa
broytingar í málinum við at velja sær mál-
formar, ið koma úr neðra og hava fjalda
virðing (grundregla II hjá Labov). Um hetta
seinra siga L. Milroy and Margrain, at tær
royndu og funnu prógv fyri hypotesu um at:
closeness to vernacular speech norms
correlated positively with the level of
individual integration into local com-
munity networks (Milroy and Margrain,
1980: 44).
(nærleiki til staðbundna málførið vísti ja-
liga samstøðu við stig av sameining I net-
verkinum á staðnum hjá einstaklingum.)
Her skal leggjast afturat, at Milroy and Mar-
grain (vísandi til Young and Wilmot, 1962;
Hannerz, 1974; Fried, 1973 og Wiener, 1976)
sláa fast, at netverkini á smærri plássum hava
lyndi til at vera av tætta og fjøltáttaða slagnum.
Víðari siga tær, at kanningar vísa, at hesi
netverk virka til at fremja tað málbrigdið, ið
hevur virðing í samfelagnum, antin tað nú er
staðbundna málførið ella standardfrábrigdið,
ið hevur virðing (Milroy and Margrain, 1980:
48, vísandi til Mayer, 1963; Kapferer, 1969;
Boissevain, 1974; Cubitt, 1973).
Við stuðli í ástøði hjá týðandi samfelags-
tnálfrøðingum sum J. Milroy, L. Milroy og
oðrum, kunnu vit nú gera niðurstøðu úr ríki-
liga tilfarinum í bókmentum um kyn og mál,
at tættleiki og fjøltáttað netverk eru góð
málitól fyri at meta trýstið, ið einstaklingur
er undir til at taka við fyrimynd og virðing -
eisini málsligari fyrimynd og virðing - ið ger
seg galdandi á staðnum (Milroy and
Margrain, 1980:49). Umframt hetta hava vit
sæð, at samfelagsmálfrøðingar meta netverk
og kyn at vera meir týðandi brigdlar enn
sosiobúskaparlig stættaskipan til at lýsa
málval og málbroytingar í einum samfelagi.
Sambært somu málfrøðingum fara so málslig
fyrimynd og virðing - báði almenn og fjald
virðing - at koma av, hvat frábrigdi fólk í mál-
samfelagnum hava valt sær alt eftir hvønn
samleikabólk, tey halda vera mest týðandi
fyri seg sjálv. Tílíkir samleikabólkar kunnu
vera báði kyn og annar bólkur, ið
einstaklingurin roknar seg at vera part av.
3.3 Samleiki sum týðandi partur fyri
greining av tilfarinum í samfelags-
málkanningum
Við kyni og netverki sum lyklabrigdlar fyri
samfelagsmálkanningar skal nú verða peikað
á samleika sum týðandi part av greiningini. í
grein um nýggjar vegir í samfelagsmálfrøði
leggur Meyerhoff fram uppáhald um týdn-
ingin av:
(i) gender salience (eyðkenni fyri kyn),
og
(ii) the presence and influence of any
other identity [...] that may be more
salient (nærveru og ávirkan av einum
og hvørjum øðrum samleika, ið er
meir eyðkendur (enn kyn).
(Meyerhoff, 1996: 204-205)
Vísandi til serfrøðingar á økinum sálarfrøði
og mál (t.d. Giles et al„ 1980; Hogg, 1985;
Condor, 1986; Kramarae, 1990; Henley and
Kramarae, 1991) og til samfelagsmálfrøð-
ingarnar Eckert and McConnel-Ginet (1992)