Fróðskaparrit - 01.01.2009, Blaðsíða 85
THE THEORY OF EVOLUTION AND IDEOLOGY
83
an hon gekk við barninum. Ein onnur er ein
ímyndarlig lýsing av kynsligari sameining
millum Ingibjørg og Ólav, í tí hann druknar í
fossinum, tá ið hann bjargar beiggja hennara
undan at drukna. Ein triðja er menningar-
ástøðilig, tey bæði eru sum nevnt fermenn-
ingar og ættin "av hinum fornastu” og "ikki
blandað við ringari slag". Arvaeginleikarnir
frá tí veikara Torsteini lúta við øðrum orðum
í menningartilgongdini.
Menningarástøðið elvdi frá byrjan til eitt
hugmyndafrøðiligt stríð, tí tá ið menniskjan
hevði ment seg í einari tilgongd gjøgnum
nógv hundraðtúsund ár, hvat so við skapan-
arsøguni í Bíbliuni? Og vit kunnu radikalisera
málið við at spyrja, hvat verður av patriark-
atinum, tá ið bceði kynini hava ment sig lið
um lið? Faðirrætturin hevði longu fingið eitt
avgerandi skot fyri bógvin, tá ið tað kvinnu-
liga eggið varð funnið í 1827, og tað varð
staðfest, at bæði kynini høvdu lut í gitnaðin-
um. Sambært menningarástøðinum hava tey
bæði kynini ment seg ymiskt við natúrligum
úrvali, og tað er galdandi fyri bæði kropsligar
og sálarligar eginleikar. Menn eru størri og
sterkari enn kvinnur, tí teir hava noyðst at
berjast fyri at vinna kvinnur og verja sítt øki,
kvinnur hava verið knýttar at reproduktión
og hava ment móðurinstinkt og umsorgan.
Darwin fór ikki út um lívfrøðina í sínum
astøði, men tað hava mong onnur gjørt síð-
an. í 1883 gav Bjørnstjerne Bjørnson (1832-
1910) sjónleikin En Handske út, sum umboð-
aði tað sjónarmiðið, at menn á sama hátt
sum kvinnur áttu at vera seksuelt fráhald-
audi, áðrenn teir fóru inn í hjúnalagið. Leik-
urin var eitt svar upp á tann galdandi dup-
ultmoralin í borgaraskapinum, har døturnar
vóru undir strongum eftirliti, meðan tær
vorðu uppdrignar til rolluna sum kona og
mamma. Synirnir harafturímóti sluppu at
gera sínar royndir og nøkta sín kynsliga tørv
hjá kvinnum úr øðrum stættum, t.d. hjá
skøkjum og tænastugentum. Sjónarmiðið hjá
Bjørnson elvdi til andsvar frá nógvum ymisk-
um síðum á tí mentanarliga pallinum í øllum
Norðurlondum. Stríðið um náttúruna hjá
kvinnum og monnum bleiv í 1880'unum so
hart, at tað fekk heitið "tað stóra norður-
lendska kríggið um seksualmoralin".
Eldur kom í av álvara, tá ið tann svenski
rithøvundurin Stella Kleve (dulnevni fyri
Mathildu Malling, 1864-1942) hevði al-
mannakunngjørt stuttsøguna "Pyrrhussegr-
ar" (1886) í tí radikala, gøteborgska tíðarrit-
inum Framát. Søgan snýr seg um ta 24 ára
gomlu Mártu Ulfklo, sum er á einum kur-
sentri i Montreux. Hon hevur tuberklar, og
hevur frá sínum lækna heima í Stockholm
fingið tey greiðu boðini, at hon fer at
doyggja. Frágreiðingin er árftliga disposition,
fórvárrad av ett alltfór hetsigt blod23. Hon er
sjálvandi fyri ongum og skilir ikki hetta, tí
sum barn hevur hon altíð hevði verið frísk,
og hon hevur tvær systrar, sum eru giftar. Og
teksturin heldur fram:
- Som árgift -ja. Det ár... det ár, som sagt
blodet, det hetsiga blodet -
Hon skulle velat slá den gamle mannen,
som han stod dár med sina nedslagna
ógon och sitt leende.
- Varenda ballnatt, fróken Márta,
varenda dans har varit bránsle pá elden.
Och alla de erotiska fantasier---
- Som jagkvávt. Hon kunde hóra ráheten
i sin egen stámma.
- Mycket riktigt - som ni "kvávt". Det er
just det tokiga, det. Det har varit farliga
segrar de dár, fróken, - rent ódelággende
fór en sádan fysik.