Fróðskaparrit - 01.01.2009, Side 82

Fróðskaparrit - 01.01.2009, Side 82
80 MENNINGARÁSTØÐI OG MENNINGARFRØÐI Trupulleikarnir koma, tá ið Hyde fer illa við eini smágentu, sum hann rennur umkoll og traðkar á, og tá ið hann drepur ein mann í illsinni. í báðum førum eru vitni, og hóast tað eydnast honum at sleppa burtur, vita fólk nú, hvussu hann sær út, og navnið er eisini kent. Men av góðum grundum verður hann ikki funnin. Hvussu leingi dupultlívið heldur fram, er ikki greitt, men kanska nøkur fá ár. Jekyll er frá byrjan tilvitaður um, at hetta er eitt vandamikið spæl, tí eitt evarska lítið frávik í samansetingini í løginum fer at hava van- lukkuligar avleiðingar. Men nøgdin gevur ikki altíð tað væntaða úrslitið, og tað kemur fleiri ferðir fyri, at hann noyðist at tvífalda, ja enntá trífalda hana. Við tíðini veksur megin í Hyde, og Jekyll noyðist at sanna, at hann má velja millum báðarsíðurnar. Hann velur Jekyll og livir hansara í allar mátar siðiliga lív, har hann enntá roynir at bøta um tær illgerðir, hann hevur framt sum Mr. Hyde. Men ein dagin hendir tað, at broytingin fer fram av sær sjálvari. Hann hevur mist tamarhaldið á tilgongdini, og endin verður, at hann drepur Hyde og harvið seg sjálvan. í pørtum av romantikkinum og í romantismuni var áhugin fyri tí irrationella, fyri tí demoniska ella tí sonevndu náttsíðuni í menniskjanum stórur. Vit kunnu hugsa um verk sum Die Elixiere des Teufels (1815/16) eftir E.T.A. Hoffmann (1776-1822), "William Wilson" (1839) eftir Edgar Allan Poe (1809- 49) og "Skuggan" (1847) eftir H.C. Andersen, sum skaldsøgan eftir Stevenson er skyld við, men sum hon eisini víkir frá. Hyde er ikki ein spegilsmynd av teimum kreftum í menniskj- anum, sum vit ikki vilja kennast við, hann er ein fysisk vera, men á lægri menningarstigi, tí sum Jekyll sigur: ...hetta var eisini eg10. Tað paradigmuskifti, sum menningar- læran hjá Charles Darwin við On the Origin of Species frá 1859 og The Descent of Man, and Selection in Relation to Sex frá 1871 var atvoldin til, sæst aftur í skaldsøguni eftir Stevenson. í tekstinum brúkar Jekyll orð sum "djórið” og "villdjórið innan í mær"11 til at lýsa Hyde við, og Poole, tænarin hjá Jekyll, nevnir hann "mansling" og ber hann saman við eina apu12. Utterson, sakførari, sum er vinmaður Jekyll, ger sær hesar tankar um Hyde, sum hann tá akkurát hevur tosað við: Gudforláti mcer er hetta ikki menniskjanslig vera! Ein vera mitt ímillum djór og mann, ha?13 Dr. Jekyll er við sínum rannsóknum kom- in fram til, at persónmenskan er í tvíningum. Tað verður ikki sagt beinleiðis í skaldsøguni, hvat Hyde hevst at, tá ið hann fremur sínar illgerðir. Men tað liggur implisitt í lýsingun- um, at tað er tann burturtroðkaði seksuali- teturin, sum verður sleptur leysur. Og bæði í tí calvinsku mentanini, Stevenson var vaksin upp í í Skotlandi, og í viktoriutíðini, sum skaldsøgan varð til í, var moralurin sera strangur. Tann hampuligi borgarin, sum ger sína skyldu og livir eitt sømiligt lív, er góður, hann ella hon, sum stígur út um teir trongu karmarnar, er óndur ella ónd. Jekyll umboðar borgaran, sum roynir at liva upp til teir normarnar, sum samfelagið og hann sjálvur seta. Men tann parturin av honum, sum umboðar alt tað forbodna, er so sterkur, at hann má geva eftir. Hann sigur, at tað er lyndið, sum hann hevur fingið frá náttúruni, sum er upprunin til ólevnaðin hjá Mr. Hyde, og ikki óndskapur14. Við hesum brýtur Stevenson avgerandi við ta ráðandi, moralsku fatanina. Girndin er sambært skaldsøguni ein holdborin veruleiki, sum
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119
Side 120
Side 121
Side 122
Side 123
Side 124
Side 125
Side 126
Side 127
Side 128
Side 129
Side 130
Side 131
Side 132
Side 133
Side 134
Side 135
Side 136
Side 137
Side 138
Side 139
Side 140
Side 141
Side 142
Side 143
Side 144
Side 145
Side 146
Side 147
Side 148
Side 149
Side 150
Side 151
Side 152
Side 153
Side 154
Side 155
Side 156
Side 157
Side 158
Side 159
Side 160
Side 161
Side 162
Side 163
Side 164
Side 165
Side 166
Side 167
Side 168
Side 169
Side 170
Side 171
Side 172
Side 173
Side 174
Side 175
Side 176
Side 177
Side 178
Side 179
Side 180
Side 181
Side 182
Side 183
Side 184
Side 185
Side 186
Side 187
Side 188
Side 189
Side 190
Side 191
Side 192
Side 193
Side 194
Side 195
Side 196
Side 197
Side 198
Side 199
Side 200
Side 201
Side 202
Side 203
Side 204
Side 205
Side 206
Side 207
Side 208
Side 209
Side 210
Side 211
Side 212
Side 213
Side 214
Side 215
Side 216

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.