Fróðskaparrit - 01.01.2009, Page 81

Fróðskaparrit - 01.01.2009, Page 81
THE THEORY OF EVOLUTION AND IDEOLOGY 79 ætlan má miseydnast, tí hon er ein contra- dictio in adjecto, ein sjálvmótsøgn. Aylmer verður í síni vísindaligu hugmóð lýstur sum ein avmarkaður persónur. Hóast hann hevur staðfest, at náttúran krógvarsíni loyndarmál, sum teksturin sigur, ætlar hann kortini at royna segsum skapara. Hevði hann verið ektaður romantikari, hevði hann latið seg upp fyri náttúruni og hugtikin eygleitt hennara ríkidømi og margfeldi sum í ævin- týrinum "Klokkan" (1845) eftir H.C. Ander- sen (1805-75), har tveirdreingir, vanligatulk- aðir sum yrkjarin sjálvur og náttúruvísinda- maðurin H.C. Ørsted (1777-1851), hoyra náttúrunnar duldu rødd. Men sannkenning- in hjá Aylmer er úrslit av rationellum rann- sóknum, og sum hann sjálvur hevur staðfest, so geva tær ikki svar upp á ta gátu, sum hann hevur sett sær fyri at loysa. Georgiana umboðar ikki somu náttúru- fatan sum Aylmer. Tá ið hon um móður- merkið sigur, at tað /kcmska/ er so djúpt sum lívið sjálvt8, so peikar tað á eina heildarfatan, sum svarar til náttúruheimspekina hjá Friedrich Schelling (1775-1854). Eisini tæn- arin Aminadab, sum sagt verður um, at hann sýnist at umboða menniskjans kropsligu natúr6 sýnist intuitivt at fata vandan í ætlan- ini hjá Aylmer, tá ið hann sigur: Var hon kona mín, hei/ði eg aldrin sloppið mcer av við hetta móðurmerkið.7 2. partur I 1886 kom skaldsøgan The Strange Case of Dr Jekyll and Mr Hyde eftir Robert Louis Stevenson (1850-94) út. Hon snýr seg um tað modernaða, syndraða menniskjað. Søgan fer fram í London í viktoriutíðini og snýr seg um tann siðiliga og virda læknan Dr. Henry Jekyll og hansara alter ego, tann persóngjørda djevulin Mr. Edward Hyde. Dr. Jekyll hevur starvsstovu og bústað við tænastufólkum í einum stórum, hugnaligum ríkmannahúsum í West End. Men aftanfyri er ein myrkur bakgarður, og har fer Mr. Hyde inn, tá ið hann kemur aftur frá sínum ólevnaði í Soho, har hann hevur leigað sær hús til endamálið. Jekyll er sera framsøkin, og tað hevur týdning fyri hann at standa høgt í metum hjá fólki. Men samstundis hevur hann eina sterka trongd til at njóta alt tað, sum lívið hevur at bjóða, og tað letur seg ikki sameina við tær hugsjónirnar, hann byggirsítt virksemi uppá. Hann fær tí tann tankan, at tað hevði verið lættari, um tær báðar síðurnar í hansara persóni kundu verið skildar heilt sundur, soleiðis at onnur síðan kundi liva eitt lív í njóting og ólevnaði, uttan at hin síðan varð plágað av samvitskubiti ella fekk spilt sítt góða navn og umdømi. Hann hevur við rannsóknum funnið fram til, at likam okkara, sum tykist so haldgott, er einki annað enn geislingar og glógvan frá vissum máttmiklum síðum í sálini8, og hann hevur framleitt ein løg, sum ger tað møguligt at taka máttin úr ávísum síðum av sálarlívinum og flyta hann yvir í aðrar síður. Harafturat er hann eisini førur fyri at broyta andlitsbragdið soleiðis, at tað, hóast tað framvegis er hansara, bar brá av teim lágu og óndu dráttum í sál míni.9 Dr. Jekyll fer undir eitt dupultlív, sum tykist lovandi. Hann er førur fyri at skapa seg umaftur, tá ið hann sum Hyde hevur fingið stillað sín tørv. Eingin uppdagar nakað, tí tá ið hann hevur drukkið løgin, og umskapanin er farin fram, er Hyde ítøkiliga upploystur. Jekyll hevur tamarhald á støðuni. Men bara eina tíð. At byrja við er Hyde lítil og veikur, og hann er eisini yngri; Jekyll forklárar tað við, at hann er nógv minni royndur í lívinum.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160
Page 161
Page 162
Page 163
Page 164
Page 165
Page 166
Page 167
Page 168
Page 169
Page 170
Page 171
Page 172
Page 173
Page 174
Page 175
Page 176
Page 177
Page 178
Page 179
Page 180
Page 181
Page 182
Page 183
Page 184
Page 185
Page 186
Page 187
Page 188
Page 189
Page 190
Page 191
Page 192
Page 193
Page 194
Page 195
Page 196
Page 197
Page 198
Page 199
Page 200
Page 201
Page 202
Page 203
Page 204
Page 205
Page 206
Page 207
Page 208
Page 209
Page 210
Page 211
Page 212
Page 213
Page 214
Page 215
Page 216

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.