Fróðskaparrit - 01.01.2009, Page 52

Fróðskaparrit - 01.01.2009, Page 52
50 KYN OC MÁLSUGUR HUGBURÐUR TIL FØROYSKA TALAÐA FRÁBRIGDIÐ - NAKRAR ÁBENDINGAR danismurnar, tyktist ikki svara heilt til tann málburð, sum vísti seg, tá samrøðurnar vórðu meir nágreiniliga kannaðar. Tað kann tykjast margháttligur tilburður, at heimildar- fólkini siga eitt um hugburð, ið seinri ikki tykist at svara til málið, sum tey kortini brúka, men hetta er ikki ókent fyribrigdi. Vísast skal til Labov (1972), sum í sínum kanningum sigur seg hava gjørt somu sann- roynd, og hann greiðir frá, hvussu heimild- arfólkini ikki altíð hava skilliga mynd av sínari egnu málnýtslu. Tó, at kanningarnar hjá Labov snúðu seg um málfrøðiligar Ijóðeindir, er eygleiðingin av áhuga, tá hann sigur, at their self-reports often reflect the patter- ns of younger speakers rather than their own, or blur regular phonetic distinctions that are too subtle to withstand the glare of conscious examinations (Labov, 1972: 103). (heimildarfólkini siga oftafrá málnýtslu, ið annaðhuørt endurspeglar málið hjá yngri fólki heldur enn teirra egna, ella at Ijóð- eindir, tey nýta, werða so ótýðiligar, at tcer ikki kunnu standa ímóti huassari og mál- rcettaðum kanningum.) Eisini í pinkukanning til aðra grein (um sagn- orðini blíua og i/erða) fann eg eitt sløð av tílíkum tilburði (Pauladóttir, 2007). Tá kann- að varð á Ijóðfílum um reglufesti í nýtsluni av teimum báðum sagnorðunum, vístu Ijóðfíl- urnar seg ikki altíð at svara til tað, sum heim- ildarfólkini søgdu um sína egnu málnýtslu (Ibid., 2007: 88). Eftir mínum tykki skal av hesum sama spurnarkanningin, ið her er gjørd um hugburð, bert verða at hugsa um sum ein ábending, og ikki sum ein avdúkan av veruligari málnýtslu hjá heimildar- fólkunum viðvíkjandi teimum trimum orða- pørunum. Sigast kann, at hon tykist vátta, at føroyskir menn, í størri mun enn kvinnur, taka við nýggjyrðum. Øvut kann eisini sigast, at kvinnur, í størri mun enn menn, tykjast at taka við tøkuorðum, og at tær halda fastari um danismurnar. Við hesum í tonkunum skulu vit nú hyggja at málsligari atlaging og mun millum kynini. 5.4 Málsligatlagingog samleikaatburður Ymiskt hevur verið skrivað um málsliga at- laging. Týdningarmesta greiningarmyndil til fyribrigdið finna vit hjá samfelagssálarfrøð- inginum Ciles og starvsfeløgum hansara (Giles and Powesland, 1997; Thakerar et ai, 1982; Giles etai, 1991). Um kvinnurog máls- liga atlaging hevur eisini Lakoff (1975) sett fram ástøði um sermerkt mál hjá kvinnum, eyðkent av fyribrigdi, ið hon hevur givið heitið 'hedging’9. Mikil orðadráttur hevur staðist av ástøði hennara, og av tí, at stór ósemja er um spurningin, fari eg at halda meg til Meyerhoff, ið helst vil hyggja at 'eyð- kenni fyri kyni’ og 'nærveru og ávirkan av einum og hvørjum øðrum samleika' hjá tí einstaka undir einum (Meyerhoff, 1996:204- 205). Hinvegin, um ástøðið 'Speech Accom- modation Theory' hjá Giles et al. er at siga, at samrøða millum fólk er høvuðsviðgerðar- evnið, har spurningurin snýr seg um hví og í hvønn mun tann, ið tosar, lagar mál sítt at hinum samrøðuluttakaranum. Sambært ástøði teirra vil tann, ið tosar annaðhvørt royna at laga mál sítt at hinum samrøðu- luttakaranum fyri at vísa samhald og sam- huga, ella hann nýtir eitt mál, ið liggur longri burtur frá hinum samrøðuluttakaranum fyri
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160
Page 161
Page 162
Page 163
Page 164
Page 165
Page 166
Page 167
Page 168
Page 169
Page 170
Page 171
Page 172
Page 173
Page 174
Page 175
Page 176
Page 177
Page 178
Page 179
Page 180
Page 181
Page 182
Page 183
Page 184
Page 185
Page 186
Page 187
Page 188
Page 189
Page 190
Page 191
Page 192
Page 193
Page 194
Page 195
Page 196
Page 197
Page 198
Page 199
Page 200
Page 201
Page 202
Page 203
Page 204
Page 205
Page 206
Page 207
Page 208
Page 209
Page 210
Page 211
Page 212
Page 213
Page 214
Page 215
Page 216

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.