Fróðskaparrit - 01.01.2009, Side 50

Fróðskaparrit - 01.01.2009, Side 50
48 KYN OG MÁLSLIGUR HUGBURÐUR TIL FØROYSKA TALAÐA FRÁBRIGDIÐ - NAKRAR ÁBENDINGAR hvørki orðiðforskelligur ella hugtakið hygga sær. Sostatt siga níggju av tíggju í bólki 2 seg 'altíð/næstan altíð' nýta orðið ymiskur. Av hesum siga so átta fólk, at tey 'aldri' nýta forskelligur, meðan tvey svara 'av og á'. Tíggju av tíggju siga seg 'altíð/næstan altíð' nýta hugna sær og 'aldri' at nýta hygga sær. \ bólki 1 eru eingi av svørunum so av- gjørd, men heldur meir samansett. T.d. siga sjey av tíggju, at tey 'aldri’ nýtaforskelligur, meðan ein sigur seg nýta tað í 'talumálinum’ og ein sigur seg 'altíð' velja hetta orðið. Bert fimm siga seg 'altíð/næstan altíð' nýta hugna sær, meðan ein sigur seg 'aldri' nýta tað. Upp- aftur eru bert trý, ið siga seg 'altíð' nýta tilvitaður, trý siga seg taka tað fram 'í skrift- málinum' og trý siga seg 'aldri' at nýta tað. Vit kunnu leggja til merkis, at tað kanska er hugtakið hugna sær og orðið tilvitaður, ið eru ójavnast býtt millum bólkarnar. Av orðapørunum 'nýggj ensk tøkuorð’ vísir orðið teldupostur størsta munin. Níggju av tíggju í bólki 2 siga seg altíð nýta orðið teldupostur (ein sigur 'av og á'), meðan bert fýra av fólkunum í bólki 1 siga seg 'altíð/ næstan altíð' at velja hetta orðið fram um e- mail. Næststørsta ósemja tykist vera um orðaparið snið og design, og hon er øvut av fyrra orðaparinum viðvíkjandi tøkuorðinum mótvegis føroyska nýggjyrðinum. Sjey í bólki 1 siga seg 'altíð/næstan altíð' at velja snið ímóti bert fýra í bólki 2. Øvut siga fimm í bólki 1 seg 'aldri’ velja design. \ bólki 2 er eingin, ið svarar soleiðis, men fimm siga seg velja design 'av og á'. Myndin av hugburði til orðapørini 'al- tjóða orð' er so javnt býtt, at lítið og einki er at siga um mun millum bólkarnar. Av hesum kundi ein kanska lisið, at fólk- ini við hægri útbúgving (bólkur 2) hava meir neiligan hugburð til danismurnar enn tey við styttri útbúgving (bólkur 1), meðan myndin viðvíkjandi 'nýggjum enskum tøkuorðum’ og 'altjóða orðum' er meir samansett, men her skal alt fyri eitt sigast, at tilfarið er ov lítið til at gera fasta niðurstøðu. Tó kunnu svørini lesast sum ein ábending, og í øllum førum kunnu vit siga, at úrslitið tykist styðja mynd- ina, ið kom fram í kanningini í 2005/2006 um hugburð til danismur og lán av altjóða orðum. Hetta var, at vit helst eiga at sleppa okkum av við danismurnar og samstundis lána altjóða orð í ein ávísan mun. Breið semja var eisini um at gera føroysk nýggjyrði fyri nýggj fyribrigdi, so langt tað letur seg gera, og lána orð tá tað man tykjast skilvíst. í hes- um síðsta tyktust kortini tey við styttri út- búgving at hava ein hugburð, ið er meir íhaldin, enn tey við langari útbúgving hava. (Pauladóttir, 2006: 76). Hetta er mynd, ið eisini endurspeglar tað, sum Jacobsen hevur funnið (Jacobsen 2006). Tá bólkarnir vórðu býttir sundur í kvinn- ur og menn broyttist myndin nakað. Nú vísti tað seg, at um øll orðapørini siga fleiri menn enn kvinnur seg 'altíð/næstan altíð' at nýta føroyska orðið. Um 'nýggju ensku lánorðini' siga tíggju menn av tíggu seg 'altíð/næstan altíð' at nýta happa og 'aldri' mobba. Millum kvinnurnar siga níggju av kvinnunum seg ‘altíð/næstan altíð' at nýta happa, meðan átta siga seg 'aldri' at nýta mobba, og tvær siga seg nýta orðið 'av og á'. Av monnunum siga átta av tíggju seg nýta teldupostur heldur enn e-mail, tveir nýta tað 'sjáldan/ aldri'. Á hinari síðuni siga seks kvinnur seg 'altíð/næstan altíð’ at velja teldupostur, tvær nýta tað 'í skriftmálinum', ein sigur 'av og á’ og ein sigur 'aldri'. Og upp- aftur siga sjey menn av tíggju seg 'altíð/
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119
Side 120
Side 121
Side 122
Side 123
Side 124
Side 125
Side 126
Side 127
Side 128
Side 129
Side 130
Side 131
Side 132
Side 133
Side 134
Side 135
Side 136
Side 137
Side 138
Side 139
Side 140
Side 141
Side 142
Side 143
Side 144
Side 145
Side 146
Side 147
Side 148
Side 149
Side 150
Side 151
Side 152
Side 153
Side 154
Side 155
Side 156
Side 157
Side 158
Side 159
Side 160
Side 161
Side 162
Side 163
Side 164
Side 165
Side 166
Side 167
Side 168
Side 169
Side 170
Side 171
Side 172
Side 173
Side 174
Side 175
Side 176
Side 177
Side 178
Side 179
Side 180
Side 181
Side 182
Side 183
Side 184
Side 185
Side 186
Side 187
Side 188
Side 189
Side 190
Side 191
Side 192
Side 193
Side 194
Side 195
Side 196
Side 197
Side 198
Side 199
Side 200
Side 201
Side 202
Side 203
Side 204
Side 205
Side 206
Side 207
Side 208
Side 209
Side 210
Side 211
Side 212
Side 213
Side 214
Side 215
Side 216

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.