Fróðskaparrit - 01.01.2009, Side 24

Fróðskaparrit - 01.01.2009, Side 24
22 HELGOLAND OG NORÐUROYGGJAR tað, sum hann hevði stríðst fyri, síðan hann kom til Svøríkis. Men hann visti, at teir sameindu ikki vóru sannførdir um, at tað var gott fyri bardagan ímóti Napoleon, at hann við sínum herliði brúkti tíð og orku til at berjast við danir. Russar lótu sær hetta lynda og lótu hann fáa nakrar kosakkar til at styrkja álopið. Eysturríkarar og prussar vóru heldur líkasælir, men bretar vóru alt annað enn blíðir. Tað var dýrt at hava ein svenskan her á evropeiska meginlandinum, og tað vóru bretar, sum guldu rokningina, tí teir góvu svi- um beinleiðis studning til herferðina. Thorn- ton var alvinur Karl Johans, og hann skrivaði sínar frágreiðingar til uttanríkisráðharrans, Robert Stewart Castlereagh (1769-1822), í neyvum samstarvi við góða vin sín, ríkis- arvingan. Thornton var tó ikki einasti bretin í høvuðsleguni. Har var eisini ein bretskur herovasti, C.W. Stewart, sum var bróðir bretska uttanríkisráðharrans. Hann var við tí spillandi orðinum um Karl Johan. Hann helt, atsvenski ríkisarvingin skuldi halda uppat við sínum norska ævintýri og heldur fara í kríggj ímóti Napoleon. Tí var tað, at Karl Johan fekk at vita frá Castlereagh, at gavst hann ikki sum skjótast, kundi tað væl henda, at bretar hildu uppat at geva svenska herinum stuðul, og so mátti hann venda aftur til Svøríkis uttan úrslit og uttan vón um atgerast harri Noregs. Karl Johan hevði miklar ímyndingargáv- ur, og eins væl og hann kundi ressa menn sínar við stórum sjónum, so kundi hann síggja fyri sær allar møguligar vanlukkur. Tað óvæntaða var hent, at bretar høvdu kravt Helgoland, og hetta hevði Bourke ikki heimild at játta. Hvat nú um Bourke afturfyri kundi hava eftir nakað av tí, sum hann hevði fingið heimild at lata? Frá Thornton kundi hann fáa at vita, at støðan hjá oyggjunum í Norðurhøvum var øðrvísi enn hjá Noregi. Hann visti, at norski herurin hevði skansar um alt Noreg. í 1808 høvdu bretsk herskip lagt á fleiri av norsku skansunum, men einasti norski skansin, teir høvdu vunnið á og oyðilagt, var skansin í Føroyum. Við kunngerð frá bretsku stjórnini tann 7. februar 1810 komu oyggjarnar í Norðurhøvum undir vernd Stórabretlands. Tey fólk, sum har búðu, kundu flyta vørur til og úr Evropa við bretskari góðkenning í hvørjum føri sær. Hetta var ein heilt onnur støða enn hjá Noregi annars, og haðani var ikki langt hjá einum so hugskotaríkum manni sum Karl Johan at koma til, at her var eitt agn, sum kundi fáa Bourke at taka við friðarsáttmálun- um, soleiðis at Noreg, hóast nakað veingja- skert, kom saman við Svøríki. Men nú gekk alt upp. Thornton, sum var undir illgruna at vera ov sviahallur, útvegaði bretum Helgoland, einasta petti av Evropa, sum Stórabretland fekk burtur úr øllum sínum kríggjum í so mong ár. Bourke, sum tann 7.januar 1814 frá Fríðriki kongi VI hevði fingið instruks um at lata Noreg til Svøríkis við øllum teimum yvirvaldsrættindum, sum kongurin hevði arvað frá ættfedrum sínum (Nielsen, 1886; 18), fekst til at taka undir við, at ein partur av Noregi ikki skuldi fylgja við. Eins og Wetterstedt greiðir frá, royndi Bourke at mótmæla, og hann kundi sær til verju siga, at tað ikki var av hansara ávum, at hetta hendi. Hóast hetta bar hann stóran ótta fyri, at kongur ikki fór at góðkenna samráðing- arúrslitið (Nørregaard, 1954; 180), so tað var ein Harrans lætti fyri hann, at bæði Rosen- krantz og Fríðrikur kongur VI hildu hann hava staðið seg væl og løntu honum fyri væl
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119
Side 120
Side 121
Side 122
Side 123
Side 124
Side 125
Side 126
Side 127
Side 128
Side 129
Side 130
Side 131
Side 132
Side 133
Side 134
Side 135
Side 136
Side 137
Side 138
Side 139
Side 140
Side 141
Side 142
Side 143
Side 144
Side 145
Side 146
Side 147
Side 148
Side 149
Side 150
Side 151
Side 152
Side 153
Side 154
Side 155
Side 156
Side 157
Side 158
Side 159
Side 160
Side 161
Side 162
Side 163
Side 164
Side 165
Side 166
Side 167
Side 168
Side 169
Side 170
Side 171
Side 172
Side 173
Side 174
Side 175
Side 176
Side 177
Side 178
Side 179
Side 180
Side 181
Side 182
Side 183
Side 184
Side 185
Side 186
Side 187
Side 188
Side 189
Side 190
Side 191
Side 192
Side 193
Side 194
Side 195
Side 196
Side 197
Side 198
Side 199
Side 200
Side 201
Side 202
Side 203
Side 204
Side 205
Side 206
Side 207
Side 208
Side 209
Side 210
Side 211
Side 212
Side 213
Side 214
Side 215
Side 216

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.