Fróðskaparrit - 01.01.2009, Page 31

Fróðskaparrit - 01.01.2009, Page 31
GENDER AND LINGUISTIC ATTITUDES TOWARD VARIATIONS IN CONVENTIONAL FAROESE LANGUAGE USAGE - SOME TRENDS 29 støðu teirra í samfelagnum. Úr einum sam- felagsmálfrøðiligum sjónarhorni kann kortini vera sera áhugavert og viðkomandi at kanna munir í hugburðinum til føroyska málið hjá føroyskum málbrúkarum, og her skulu aðrir brigdlar verða lagdir til grund. 2.4 Háttaløg 2.4.7 Tilfariðfrá meistararitgerðini Mannagongdin í hesi greinini hevur verið fyrst at fara aftur í tilfarið til meistararitgerð- ina hjá mær frá 2006, tá árinið av nútíðar enskum var viðgerðarevnið til kanningina. 118 samrøður vórðu gjørdar við fólk í ymiskum aldursbólkum: 30 børn og ung, 29 vaksin við styttri útbúgving heima í Føroy- um, 30 vaksin við fimm ára universitetsút- búgving úr útlondum og 29 fólk, ið vóru farin úr starvi. Útrokningar vórðu gjørdar fyri at viga upp ímóti fyri hitt eina fólki, ið manglar í tveimum av bólkunum, so at tølini eru at lesa sum vóru allir fýra bólkar líka stórir (um rokniháttin, sí Pauladóttir, 2006:16). Tilfarið snýr seg um 249 'altjóða’ orð, 320 'danismur' og 192 'føroysk nýggjyrði'. Samrøðutiðin varð býtt so javnt sum gjørligt millum øll heim- ildarfólkini2, og við tey vaksnu vóru sam- røðurnar altíð umleið 17-18 minuttir. Hvørt orðið (og hvør vendingin) er bert tald eina ferð hjá hvørjum heimildarfólki, tó at somu hugtøkini sjálvandi kundu koma fyri fleiri ferðir hjá tí einstaka. Fyri eina meir nágreini- liga viðgerð av hvørjum orðabólki umframt stutta greining um 'føroysk nýggjyrði', verður víst til meistararitgerðina (Pauladóttir, 2006). 2.4.2 'Pinkukanning' 2009 Til hesa greinina er ein lítil kanning gjørd við fáum heimildarfólkum fyri at lýsa hugburð til níggju orðapør. Hetta er gjørt fyri at avdúka, um munir eru í hugburði millum kynini í teimum báðum bólkunum av vaksnum fólki í starvi. Tjúgu fólk eru spurd umaftur, tíggju úr hvørjum bólki. Bólkur 1 hesaferð eru fólk við styttri útbúgving (lægri enn universitets- útbúgving), meðan bólkur 2 eru tey við hægri útbúgving uttan fyri landoddarnar (limm ára universitetsútbúgving). Tey níggju orðini eru vald soleiðis: trý orðapør, bólkað á sama hátt sum til meistararitgerðina: a) nýggj ensk tøkuorð, b) altjóða orð, og c) dan- ismur. Spurningurin til tey tjúgu heimildarfólk- ini var tvífaldur: 1) Hvat orð høvdu tey valt sær, um tað stóð millum hvørt av teimum báðum í orðapørunum, 2) Nær/í hvørjum høpi høvdu tey kunnað hugsað sær at valt hitt orðið. Orðapørini vóru: Nýggj ensk orð: design vs. snið email vs. teldupostur mobba3 vs. happa Altjóða orð: globalisering vs. alheimsgerð ideellur vs.fyrimyndarligur identitetur vs. samleiki Danismur: bevístur vs. tilvitaður forskelligur vs. ymiskur hygga sær vs. hugna sær 2.4.3 Rák mótwegis signifikansrokningum Fyri at vita meir um fjøldina verða vanliga signifikansrokningar gjørdar av tilfarinum, ið verður funnið í kanningum. Hetta er fyri at siga nakað um sannlíkindini til, at tann mun- urin, vit hava funnið hjá heimildarfólkunum, er at fmna aftur í øðrum tilvildarligum úrvali av fólki og sostatt eisini í fjøldini. Kortini, fyri at gera signifikansrokningar noyðist ein at
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160
Page 161
Page 162
Page 163
Page 164
Page 165
Page 166
Page 167
Page 168
Page 169
Page 170
Page 171
Page 172
Page 173
Page 174
Page 175
Page 176
Page 177
Page 178
Page 179
Page 180
Page 181
Page 182
Page 183
Page 184
Page 185
Page 186
Page 187
Page 188
Page 189
Page 190
Page 191
Page 192
Page 193
Page 194
Page 195
Page 196
Page 197
Page 198
Page 199
Page 200
Page 201
Page 202
Page 203
Page 204
Page 205
Page 206
Page 207
Page 208
Page 209
Page 210
Page 211
Page 212
Page 213
Page 214
Page 215
Page 216

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.