Fróðskaparrit - 01.01.2009, Síða 23

Fróðskaparrit - 01.01.2009, Síða 23
HELIGOLAND AND THE NORWEGIAN ISLANDS IN THE NORTH ATLANTIC 21 kundi koma við einum slíkum uppáhaldi, sum í veruleikanum var tikið úr tí bláu luft, og koma væl frá tí í eygunum á samtíðar- monnum og nútíðar søgumonnum. Við tí kunnleika, søgumenn hava til Wetterstedt, er tað als ikki ósannlíkt, at Karl Johan kundi fáa hann at fara til Bourke við teimum boðum, at tá ið Svøríki hevði kravt Noreg, so var tað ikki komið svium til hugs, at Noreg fevndi um oyggjarnar í Norðurhøvum. Bourke visti eins og øll onnur, at sviar høvdu njósnarar í Noregi, sum greiddu frá øllum viðurskiftum har. Alt, sum kom á prent og hevði við norsk viðurskifti at gera, varð sera gjølla lisið í svensku stjórnarskrivstovunum. Tann á hvørjum ári prentaði hov- og stats- kalendari fyri Danmørk og Noreg var svium kunnugur, og har stóð, hvat Noregs ríki fevndi um. Wetterstedt hevði so onga undanførslu fyri ikki at vita hetta, tí hann visti frá skjølunum í svenska uttanríkisráðnum, at tá Karl X Gustaf í 1657 sum treyt fyri friði kravdi ísland og Føroyar, segði hann hesar oyggjar hoyra til Noregs ríki (Weibull, 1908; 7, 35). Orðingin í brævinum hjá Wetterstedt kann valla skiljast øðrvísi, enn at tað er onkur annar, sum er komin til Bourke við hesum uppáhaldi, og tá hetta er farið fram undir samráðingunum millum hesar báðar menn, kann neyvan nakað vera at ivast í, at tað er Wetterstedt sjálvur, sum hevur sagt hetta. Hvat skuldi Bourke siga, tá hann hoyrdi Wetterstedt siga nakað, sum teir báðir vistu ikki passaði? Hann hevur skilt, at Wetterstedt hevur havt einhvørja orsøk til at siga so, og hon kundi bara vera tann, at Karl Johan vildi lata nakað av Noregi verða eftir í uniónini, til at fáa Bourke at svølgja tann herskna bitan, sum tað var at lata Helgoland frá sær ímóti sínum instruksum. Karl Johan visti sjálvandi eisini, hvat ið tað Noregs ríki fevndi um, sum Svøríki í so mong ár hevði stríðst fyri at fáa lagt undir sítt vald. Men síðani Bourke kom til Kiel, hevði Karl Johan ferð eftir ferð givið út til tess at fáa frið í lag beinanvegin. Hvørja ferð, ið kinkur hevði verið á, hevði Bourke nevnt tann møguleika at^venda sær til stjórn sína. So hevði Karl Johan givið so nógv út, at tað slapst undan hesi seinking. Nú var alt komið í lag, og so kom hetta málið við Helgolandi upp. Her sást, at Bourke var misnøgdur, og vandi var fyri, at hann kundi krevja ein skáa til at leggja hendan spurning fyri stjórn sína. Ofta snávar fótur av lítlum steini. Hesi vanlukku mátti fyri ein- hvønn prís sleppast undan. Ikki kann úti- lokast, at Karl Johan hevur sæð skorfesti fyri sær. Sum ein annar gandakallur kann hann tá hava drigið ta kanin upp úr hattinum, at tað als ikki var komið svium til hugs at fáa hesar fjaru oyggjar í Norðurhøvum. Betri kundi hann halda tað verða at fáa ein minni bita enn at sita hungurstungin. Tað einasta, sum Bourke kundi gera í hesi støðu, var at siga takk, men sum tað stendur í brævinum frá Wetterstedt, hevur hann gjørt svium vart við, at treytin fyri hesum var, at sáttmálin varð broyttur, so tað í honum kom at standa, at hesar oyggjar ikki fylgdu við Noregi. Harvið stóð greitt, at Grønland, Føroyar og ísland til tá høvdu verið partur av Noregs ríki, soleiðis sum dómstólurin í Haag við undirtøku frá danska ad hoc dómaranum eisini segði í 1933. Støðan hjá Karl Johan Tað er lætt at skilja, at Karl Johan kundi finna upp á slíkt í hesi støðu. Nú var um reppið, at hann kundi vinna
Síða 1
Síða 2
Síða 3
Síða 4
Síða 5
Síða 6
Síða 7
Síða 8
Síða 9
Síða 10
Síða 11
Síða 12
Síða 13
Síða 14
Síða 15
Síða 16
Síða 17
Síða 18
Síða 19
Síða 20
Síða 21
Síða 22
Síða 23
Síða 24
Síða 25
Síða 26
Síða 27
Síða 28
Síða 29
Síða 30
Síða 31
Síða 32
Síða 33
Síða 34
Síða 35
Síða 36
Síða 37
Síða 38
Síða 39
Síða 40
Síða 41
Síða 42
Síða 43
Síða 44
Síða 45
Síða 46
Síða 47
Síða 48
Síða 49
Síða 50
Síða 51
Síða 52
Síða 53
Síða 54
Síða 55
Síða 56
Síða 57
Síða 58
Síða 59
Síða 60
Síða 61
Síða 62
Síða 63
Síða 64
Síða 65
Síða 66
Síða 67
Síða 68
Síða 69
Síða 70
Síða 71
Síða 72
Síða 73
Síða 74
Síða 75
Síða 76
Síða 77
Síða 78
Síða 79
Síða 80
Síða 81
Síða 82
Síða 83
Síða 84
Síða 85
Síða 86
Síða 87
Síða 88
Síða 89
Síða 90
Síða 91
Síða 92
Síða 93
Síða 94
Síða 95
Síða 96
Síða 97
Síða 98
Síða 99
Síða 100
Síða 101
Síða 102
Síða 103
Síða 104
Síða 105
Síða 106
Síða 107
Síða 108
Síða 109
Síða 110
Síða 111
Síða 112
Síða 113
Síða 114
Síða 115
Síða 116
Síða 117
Síða 118
Síða 119
Síða 120
Síða 121
Síða 122
Síða 123
Síða 124
Síða 125
Síða 126
Síða 127
Síða 128
Síða 129
Síða 130
Síða 131
Síða 132
Síða 133
Síða 134
Síða 135
Síða 136
Síða 137
Síða 138
Síða 139
Síða 140
Síða 141
Síða 142
Síða 143
Síða 144
Síða 145
Síða 146
Síða 147
Síða 148
Síða 149
Síða 150
Síða 151
Síða 152
Síða 153
Síða 154
Síða 155
Síða 156
Síða 157
Síða 158
Síða 159
Síða 160
Síða 161
Síða 162
Síða 163
Síða 164
Síða 165
Síða 166
Síða 167
Síða 168
Síða 169
Síða 170
Síða 171
Síða 172
Síða 173
Síða 174
Síða 175
Síða 176
Síða 177
Síða 178
Síða 179
Síða 180
Síða 181
Síða 182
Síða 183
Síða 184
Síða 185
Síða 186
Síða 187
Síða 188
Síða 189
Síða 190
Síða 191
Síða 192
Síða 193
Síða 194
Síða 195
Síða 196
Síða 197
Síða 198
Síða 199
Síða 200
Síða 201
Síða 202
Síða 203
Síða 204
Síða 205
Síða 206
Síða 207
Síða 208
Síða 209
Síða 210
Síða 211
Síða 212
Síða 213
Síða 214
Síða 215
Síða 216

x

Fróðskaparrit

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.