Fróðskaparrit - 01.01.1962, Síða 3
Blak
9
Osterdalarna) er seinni liður ikki =mjólk, men =skyr (*skor),
sum er sama orðið sum íslendskt og gamalt føroyskt skyr;
hlak eitur so har kirnskyr. 1 marknabygdunum millum
Skáne og Smáland er til orðið tjórnesyba. (Upplýsingarnar
um tilfarið í svenskum dialektsøvnum hava teir givið mær:
Sven Benson, Ture Joiiannisson og Manne Eriksson).
I hesum sambandi kann eg nevna, at finska orðið kirnu
»kirna«, eitt orð, sum helst onkuntíð í miðøldini er komið
inn í finskt saman við nýggjum amboði til at gera smør
í, samansett við orði, sum merkir »mjólk«, er til í teimum
vanligu orðunum har fyri blak: kirnupiimá (piimá merkir
nú á døgum »surmjólk«) og kirnumaito (maito »mjolk«).
Men í øðrum landspørtum (»Ostra=KareIien, Impilehti,
Suistamo«) er nýtt orðið pyóhdinmaito, og hevur, sum
Asko Vilkuna sigur mær, fyrri liður samband við sagn*
orðið pyóhtáá »at gera smør (kirna) á gamlan hátt«. (Av
somu rót, sigur Gustav Rank, halda menn estniskt pett
ella petUpiim »blak« vera).
Somu samanseting sum í donskum og svenskum finna
vit ymsastaðni í germonskum londum, og óhugsandi er
ikki, at fyrimyndin fyri tí danska og svenska orðinum er
onkustaðni at finna á europeiska meginlandinum. í hvussu
er ivist eg ikki í, at danskar og svenskar dialektir hava
áður havt onnur orð fyri blak, enn tey, sum nú verða nýtt.
Samansetingar við »kirnu« og »mjólk« kenna vit úr miðal*
hátýskum kernmilch, úr miðalniðurlendskum ke(e)rnemelc
ella carnmelc (í Hálandi siga tey nú karnemelk) og úr
enskum dialektum: churn=milk og (skotskt og norðurenskt)
kirnmil(c)k (1549: kirneítnilk).
Summi týsk dialektorð, sum merkja »blak«, eru saman*
sett við orði, sum merkir »smør«. Av Anke (fornhátýskt
ancho) er gjørt Ankenmilch. Vanliga týska og enska orðið
fyri »smør« er tó butter (tað sama sum latínskt butyrum),
og úr tí er runnið týskt Buttermilch (lágtýskt: =melk) og
enskt buttermilk. Henda samansetingin er nú høvuðsorðið
í báðum málum.