Fróðskaparrit - 01.01.1962, Page 17

Fróðskaparrit - 01.01.1962, Page 17
Fulli títtleikin av teim ymsu húðsjúkunum hjá eini tjóð 23 títtleikin hjá pityriasis eczemi. Eg haldi, at orsøkin er lut< víst hon, at pityriasis og pityriasis eczem eru heldur illa umboðað í sjúkrahústilfarunum, og lutvíst at pityriasis og tí eisini pityriasis eczem eru munandi tíðari sjúkur í Før< oyum enn í Danmørk. Regnmikla og sólleysa veðurlagið í Føroyum man hava sína stóru skuld í hesum mikla títtleika. Eins og væntandi er, er heldur nógv til av neuroderma* tittum, munandi meir enn í sjúkrahúsatilfarunum. Á hin bógvin koma acne vulgaris og prurigo Besnier fyri í sera líkum lutfalsligum títtleika. Hetta seinasta kundi merkt, at sjúklingar við prurigo Besnier nærum allir leita sær viðgerð. Fulli títtleiki sjúkunnar hjá hesum fólkunum er 0,15 °/o. Eg haldi meg vera fullvísan í, at mikil trygd er fyri hesum títtleika. Tá ið serlækni, ið er vorðin væl við fólkið, vitjar inn í hús og spyr um nakar hevur húðsjúku, er einki at ivast í, at hann fær samband við øll, ið fongd eru við hesa sjúku. Prurigo Besnier er so plágandi sjúka og tílíkur kleppur heima, at øll vilja leita sær ta hjálp fyri hana, ið fæst. Mær eru eingi tøl kunnug um, hvussu mong, ið áður hava havt prurigo Besnier, men nú eru loyst úr hesum meini. At enda sigur 6. talva frá teimum sjáldsamastu húð< sjúkunum í Føroyum. Onkur fer ivaleyst at undrast á her at finna sjúkur sum epidermophytia pedum og verrucae plantae. Epidermophytia er nú vorðin ein sonn syndaplága í flestum størri býum, eins og m. a. Sylvest (1948) hevur víst á. Vit geva tí gætur eftir, at bert eru 3 tilburðir við sjónligum epidermophytia. Vegna tann nógv nýtta gummb fótbúnan, gummistivlar og gummiskógvar, átti fótasoppur, ið møguliga var fyri, at havt góðar vónir at sprottið fram og gjørst sjónligur. Tí kann haldast, at fótasoppur, ið hvussu er tá, ikki hevði fest røtur hjá føroyingum. í hesum sambandi kann verða mint á, at á øllum tí kannaða økinum var eingin baðstova. At eingin tilburður av verrucae plantae er funnin hevur ætlandi somu orsøk.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.