Fróðskaparrit - 01.01.1962, Page 24

Fróðskaparrit - 01.01.1962, Page 24
30 Finna, peð og bekkur men miðalhátýskt hevði orðið Vende (eisini: Vent), m., »(Knabe, Fussgánger,) Bauer in Schachspiel« (Lexer; sí KIuge/Gótze: Fant). Orðið, sum helst er germanskt og skylt við fornenskt feðe= »gongu«« t. d. í feðe-man »a footsman or soldier«, var til sum talvorð í hátýskum upp í 16. øld (J. Grim u. W. Grim, Deutsches Wórterbuch, III, 1862). Sama orð, tó at tað er kvennkyn, er óivað miðalniður* lendska navnið á »finnu«, sum í 14. øld verður skrivað: Vende, Vinde og Vinne (Verwijs en Verdam, VIII, 1916). Seinasti formurin er eisini funnin einans ferð í miðallág* týskum, og tað er í »Meister Stephans Schachbuch«, yrking úr 14. øld, prentað á fyrsta sinni seinast í 15. øld. Eisini har er Vinne kvennkynsorð. Ur yrking Stephans meistara kom orðið inn í svensku yrkingina »Schackítafvels lek« (15. øld). Har er finna eisini kvennkynsorð. Seint í mið« øldini hevur orðið finde verið nýtt í donskum skaldskapi (kvæðum). Føroyska talvorðið finna hevur soleiðis uppruna sín í lágtýska (ella niðurlendska) orðinum Vinne. Helst er tað komið til lands seinast í miðøldini, men hvørja leið tað hevur ferðast, vita vit ikki. Man norskt mál, eitt nú í Bergen, hava havt orðið? Sum nevnt vita vit einki um talvmál í norskari miðøld. Orðið finna hevur kanska otað burtur eitt uppaftur eldri navn á sama talvfólki. Eg meini við orðið peð, n., sum nú bert er til í íslendskum. At »finna« eina ferð æt peð á føroyskum, hava vit prógv fyri, tí í orðabókarhandrit* inum Ny kgl. Saml. 1287 fol. er samansetingin bekkja(r)- peð (n. pl.) at finna. Tað er Nicolai Mohr (alt handritið er skrivað við hansara hond), sum — óivað stutt, áðrenn hann doyði (1790) — hevur skrivað afturat ytst á bredd* anum soleiðis: »Bekkja=Pe'ini Finerne (!) foran Kastellerne i Skak Spil«. Eftir hesum itu »rókafinnurnar« onkustaðni í Føroyum um endan á 18. øld bekkja(r)peðini. Hvaðan og hvussu orðið peð kom inn í hesi vestaru norðanmálini, íslendskt og føroyskt, vita vit ikki. Rót sína
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.