Fróðskaparrit - 01.01.1962, Síða 40

Fróðskaparrit - 01.01.1962, Síða 40
46 Ov høgt blóðtrýst Choven You Y skrivaði 200 ár f. Kr., at »nýrnasjúkur eru fyri hendi, tá ið æðraslátturin er harður og ringur at fáa skil á.« Eingin av hesum læknum skilti, hvussu hetta bar til, ti tá vistu teir einki um ringrásina hjá blóðinum. Hana lýsti Harvey í 1628 11 fyrstur av monnum. Hann, ið fyrstur av øllum máldi blóðtrýstið, var Stephen Hales í 173819. Hann gjørdi einfalt tól til at máta blóðtrýst hjá djórum við. Hetta var beinleiðis blóðtrýstmáting, tí áføst við tólið var holnál, ið var stungin beint inn í lívæðrina á djórinum. Poiseuille (1828)24 og Magendie (1828)24 mátaðu blóðí trýstið hjá menniskjum beinleiðis við kyksilvurtrýstmáti. í 1834 gjørdi Herrison13 tól til óbeinleiðis mátingar av blóðtrýsti, sonevnt zygmometer, ið ikki royndist serstakliga hent í nýtslu. Fyrsta tólið, ið nýtt varð av Iæknum gjørdi Basch, lækni í Wien, 18762. Hetta var koddi, ið stóð í samband við kyksilvurtrýstmát. Hann gekk tó skjótt frá hesum tóli sínum og fór at nýta trýstmát úr metali. Koddin varð lagdur á lívæðr, har hon liggur uttan á beini, t. d. arteria radialis. Við aðrari hond varð koddin trýstur niður á líví æðrina, meðan trilvað varð eftir æðrasláttinum niðan fyri; tá ið hann hvarv, varð samantøkublóðtrýstið lisið av. Hetta tól varð við ymsum broytingum í mong ár nýtt av læknum. Blóðtrýstið, ið lisið varð av, var heldur ónákvæmt, og stórur bági var, at bert bar til at máta samantøkublóð* trýstið. Tí var tað stórt framstig, tá italski Iívvirkisfrøðing* urin Riva Rocci19, ið var professari í Padua, kom fram við blóðtrýstkubbinginum í 1896. Frá hansara tóli eru runnin tey tól, ið nýtt eru í dag, men blóðtrýstkubbing* urin, ið hann nýtti, var ov mjáur, og tølini tí ov høg. Týskurin von Rechlinghausen breiðkaði kubbingina til 12—14 cm og fekk við honum beinari úrslit. Russurin Korotkow17 var hin fyrsti til at taka lurtingarháttin í nýtslu í 1905; við hesum lag ber til at lesa bæði samam tøku= og útgevingarblóðtrýstið. Meginreglan í arbeiðslag hansara er hin sama, ið farin er eftir enn á døgum, tó at nógv sløg av blóðtrýsttólum eru til.
Síða 1
Síða 2
Síða 3
Síða 4
Síða 5
Síða 6
Síða 7
Síða 8
Síða 9
Síða 10
Síða 11
Síða 12
Síða 13
Síða 14
Síða 15
Síða 16
Síða 17
Síða 18
Síða 19
Síða 20
Síða 21
Síða 22
Síða 23
Síða 24
Síða 25
Síða 26
Síða 27
Síða 28
Síða 29
Síða 30
Síða 31
Síða 32
Síða 33
Síða 34
Síða 35
Síða 36
Síða 37
Síða 38
Síða 39
Síða 40
Síða 41
Síða 42
Síða 43
Síða 44
Síða 45
Síða 46
Síða 47
Síða 48
Síða 49
Síða 50
Síða 51
Síða 52
Síða 53
Síða 54
Síða 55
Síða 56
Síða 57
Síða 58
Síða 59
Síða 60
Síða 61
Síða 62
Síða 63
Síða 64
Síða 65
Síða 66
Síða 67
Síða 68
Síða 69
Síða 70
Síða 71
Síða 72
Síða 73
Síða 74
Síða 75
Síða 76
Síða 77
Síða 78
Síða 79
Síða 80
Síða 81
Síða 82
Síða 83
Síða 84
Síða 85
Síða 86
Síða 87
Síða 88
Síða 89
Síða 90
Síða 91
Síða 92
Síða 93
Síða 94
Síða 95
Síða 96
Síða 97
Síða 98
Síða 99
Síða 100
Síða 101
Síða 102
Síða 103
Síða 104
Síða 105
Síða 106
Síða 107
Síða 108
Síða 109
Síða 110
Síða 111
Síða 112

x

Fróðskaparrit

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.