Fróðskaparrit - 01.01.1962, Blaðsíða 40
46
Ov høgt blóðtrýst
Choven You Y skrivaði 200 ár f. Kr., at »nýrnasjúkur eru
fyri hendi, tá ið æðraslátturin er harður og ringur at fáa
skil á.« Eingin av hesum læknum skilti, hvussu hetta bar
til, ti tá vistu teir einki um ringrásina hjá blóðinum. Hana
lýsti Harvey í 1628 11 fyrstur av monnum. Hann, ið fyrstur
av øllum máldi blóðtrýstið, var Stephen Hales í 173819.
Hann gjørdi einfalt tól til at máta blóðtrýst hjá djórum
við. Hetta var beinleiðis blóðtrýstmáting, tí áføst við tólið
var holnál, ið var stungin beint inn í lívæðrina á djórinum.
Poiseuille (1828)24 og Magendie (1828)24 mátaðu blóðí
trýstið hjá menniskjum beinleiðis við kyksilvurtrýstmáti.
í 1834 gjørdi Herrison13 tól til óbeinleiðis mátingar av
blóðtrýsti, sonevnt zygmometer, ið ikki royndist serstakliga
hent í nýtslu. Fyrsta tólið, ið nýtt varð av Iæknum gjørdi
Basch, lækni í Wien, 18762. Hetta var koddi, ið stóð í
samband við kyksilvurtrýstmát. Hann gekk tó skjótt frá
hesum tóli sínum og fór at nýta trýstmát úr metali. Koddin
varð lagdur á lívæðr, har hon liggur uttan á beini, t. d. arteria
radialis. Við aðrari hond varð koddin trýstur niður á líví
æðrina, meðan trilvað varð eftir æðrasláttinum niðan fyri; tá
ið hann hvarv, varð samantøkublóðtrýstið lisið av. Hetta tól
varð við ymsum broytingum í mong ár nýtt av læknum.
Blóðtrýstið, ið lisið varð av, var heldur ónákvæmt, og
stórur bági var, at bert bar til at máta samantøkublóð*
trýstið. Tí var tað stórt framstig, tá italski Iívvirkisfrøðing*
urin Riva Rocci19, ið var professari í Padua, kom fram
við blóðtrýstkubbinginum í 1896. Frá hansara tóli eru
runnin tey tól, ið nýtt eru í dag, men blóðtrýstkubbing*
urin, ið hann nýtti, var ov mjáur, og tølini tí ov høg.
Týskurin von Rechlinghausen breiðkaði kubbingina til
12—14 cm og fekk við honum beinari úrslit. Russurin
Korotkow17 var hin fyrsti til at taka lurtingarháttin í
nýtslu í 1905; við hesum lag ber til at lesa bæði samam
tøku= og útgevingarblóðtrýstið. Meginreglan í arbeiðslag
hansara er hin sama, ið farin er eftir enn á døgum, tó at
nógv sløg av blóðtrýsttólum eru til.