Fróðskaparrit - 01.01.1962, Page 48
54
Ov høgt blóðtrýst
ing í meginlívæðrini). Hon er annars tíðari, enn hildið
verður, og eyðkennini koma ofta seint til sjóndar. Merkini
eru helst: ovtrýst, misljóð oman fyri meginlívæðrina (aorta),
lítil ella eingin sláttur í lærlívæðrunum, men sterkur sláttur
í lívæðrunum millum herðabløðini. Røntgenmynd av bringu*
grindini sýnir slit á rivjabeinum. Um funnar verða aftur*
bragdsbroytingar ella onnur nervalig burturfallseyðkenni,
og eygnaspegilin sýnir vørtulop (stasis papillae), eru øll
líkindi til, at sjúklingurin hevur eitthvørt heilabrek. Tað
kann vera nývøkstur ella bløðing í heilanum. Sjúklingar
við hyperthyreodismus vita tíðum ikki av sjúku síni; tí
er sjúkdómssøgan torfingin, men eitt týðandi eyðkenni er,
at sjúklingurin fer aftur, hóast matarlysturin er góður. Um
sjúklingurin hevur ringar nervar, sveittar nógv og hevur
títtan lívæðraslátt, og er útoygdur, eru líkindi fyri skjakU
kertilsbreki, og sjúkuavgerðin eigur at styðjast við omam
fyri nevndu kanningum. Hjá sjúklingum við mb. Cushing
síggja vit týðiliga broytingar. Teir eru rundleittir í andliti,
hava stóran búk, kløn bein og fingrastavir (striae distensae
cutis) á huppunum og niður eftir lørunum uttan, bláligir
á liti. Atvoldin til sjúkuna kann vera nývøkstur í saðib
kertlinum ella hjánýrunum. Tær kanningar, ið neyðugar
eru til at sannroyna sjúkuavgerðina: avgerð av 17íketo«
steroid* og glucocorticoidíúrskiljingini í landinum, røntgen*
mynd av turkasaðlinum og nýrna* og landræsum, og kanska
eisini sermynd av hjánýrunum eftir at luft er blást inn.
Um broytingar eru í turkasaðlinum, er eisini neyðugt at
máta sjónarvíddina og gera eygnaspegling. Er illgruni um
phaeochromocytom (adrenalins og noradrenalinframleiðandi
nývøkstur, ið ofta situr nærhendis hjánýrunum, men sum
kann sita allan vegin upp eftir truncus sympathicus) er
nærkvæm sjúkdómssøga sera týðandi, tí at sjúklingurin
hevur ofta havt ovtrýst í herðindum, saman við trongd
aftan fyri bringubeinið, og høvuðverk við tippingum um
tinningarnar, vaml og spýggju. Hava sjúklingarnir verið
sjúkir leingi, fáa teir ofta varandi blóðtrýsthækkan, so at