Fróðskaparrit - 01.01.1962, Qupperneq 48

Fróðskaparrit - 01.01.1962, Qupperneq 48
54 Ov høgt blóðtrýst ing í meginlívæðrini). Hon er annars tíðari, enn hildið verður, og eyðkennini koma ofta seint til sjóndar. Merkini eru helst: ovtrýst, misljóð oman fyri meginlívæðrina (aorta), lítil ella eingin sláttur í lærlívæðrunum, men sterkur sláttur í lívæðrunum millum herðabløðini. Røntgenmynd av bringu* grindini sýnir slit á rivjabeinum. Um funnar verða aftur* bragdsbroytingar ella onnur nervalig burturfallseyðkenni, og eygnaspegilin sýnir vørtulop (stasis papillae), eru øll líkindi til, at sjúklingurin hevur eitthvørt heilabrek. Tað kann vera nývøkstur ella bløðing í heilanum. Sjúklingar við hyperthyreodismus vita tíðum ikki av sjúku síni; tí er sjúkdómssøgan torfingin, men eitt týðandi eyðkenni er, at sjúklingurin fer aftur, hóast matarlysturin er góður. Um sjúklingurin hevur ringar nervar, sveittar nógv og hevur títtan lívæðraslátt, og er útoygdur, eru líkindi fyri skjakU kertilsbreki, og sjúkuavgerðin eigur at styðjast við omam fyri nevndu kanningum. Hjá sjúklingum við mb. Cushing síggja vit týðiliga broytingar. Teir eru rundleittir í andliti, hava stóran búk, kløn bein og fingrastavir (striae distensae cutis) á huppunum og niður eftir lørunum uttan, bláligir á liti. Atvoldin til sjúkuna kann vera nývøkstur í saðib kertlinum ella hjánýrunum. Tær kanningar, ið neyðugar eru til at sannroyna sjúkuavgerðina: avgerð av 17íketo« steroid* og glucocorticoidíúrskiljingini í landinum, røntgen* mynd av turkasaðlinum og nýrna* og landræsum, og kanska eisini sermynd av hjánýrunum eftir at luft er blást inn. Um broytingar eru í turkasaðlinum, er eisini neyðugt at máta sjónarvíddina og gera eygnaspegling. Er illgruni um phaeochromocytom (adrenalins og noradrenalinframleiðandi nývøkstur, ið ofta situr nærhendis hjánýrunum, men sum kann sita allan vegin upp eftir truncus sympathicus) er nærkvæm sjúkdómssøga sera týðandi, tí at sjúklingurin hevur ofta havt ovtrýst í herðindum, saman við trongd aftan fyri bringubeinið, og høvuðverk við tippingum um tinningarnar, vaml og spýggju. Hava sjúklingarnir verið sjúkir leingi, fáa teir ofta varandi blóðtrýsthækkan, so at
Qupperneq 1
Qupperneq 2
Qupperneq 3
Qupperneq 4
Qupperneq 5
Qupperneq 6
Qupperneq 7
Qupperneq 8
Qupperneq 9
Qupperneq 10
Qupperneq 11
Qupperneq 12
Qupperneq 13
Qupperneq 14
Qupperneq 15
Qupperneq 16
Qupperneq 17
Qupperneq 18
Qupperneq 19
Qupperneq 20
Qupperneq 21
Qupperneq 22
Qupperneq 23
Qupperneq 24
Qupperneq 25
Qupperneq 26
Qupperneq 27
Qupperneq 28
Qupperneq 29
Qupperneq 30
Qupperneq 31
Qupperneq 32
Qupperneq 33
Qupperneq 34
Qupperneq 35
Qupperneq 36
Qupperneq 37
Qupperneq 38
Qupperneq 39
Qupperneq 40
Qupperneq 41
Qupperneq 42
Qupperneq 43
Qupperneq 44
Qupperneq 45
Qupperneq 46
Qupperneq 47
Qupperneq 48
Qupperneq 49
Qupperneq 50
Qupperneq 51
Qupperneq 52
Qupperneq 53
Qupperneq 54
Qupperneq 55
Qupperneq 56
Qupperneq 57
Qupperneq 58
Qupperneq 59
Qupperneq 60
Qupperneq 61
Qupperneq 62
Qupperneq 63
Qupperneq 64
Qupperneq 65
Qupperneq 66
Qupperneq 67
Qupperneq 68
Qupperneq 69
Qupperneq 70
Qupperneq 71
Qupperneq 72
Qupperneq 73
Qupperneq 74
Qupperneq 75
Qupperneq 76
Qupperneq 77
Qupperneq 78
Qupperneq 79
Qupperneq 80
Qupperneq 81
Qupperneq 82
Qupperneq 83
Qupperneq 84
Qupperneq 85
Qupperneq 86
Qupperneq 87
Qupperneq 88
Qupperneq 89
Qupperneq 90
Qupperneq 91
Qupperneq 92
Qupperneq 93
Qupperneq 94
Qupperneq 95
Qupperneq 96
Qupperneq 97
Qupperneq 98
Qupperneq 99
Qupperneq 100
Qupperneq 101
Qupperneq 102
Qupperneq 103
Qupperneq 104
Qupperneq 105
Qupperneq 106
Qupperneq 107
Qupperneq 108
Qupperneq 109
Qupperneq 110
Qupperneq 111
Qupperneq 112

x

Fróðskaparrit

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.