Fróðskaparrit - 01.01.1962, Page 56

Fróðskaparrit - 01.01.1962, Page 56
62 Ov høgt blóðtrýst fyri lýsta lag. Sjúkuavgerðin er sett at vera hypertensio arterialis essentialis, og støða skal verða tikin til, hvørt sjúklingurin eigur at verða skipaður í bólkin, ið tørvar við* gerð, ella hin. Verður farið eftir sundurbýting Beckgaards og Hammerstrøms, kann verða sagt, at sjúklingum í 1. bólki tørvar ikki viðgerð móti ovtrýsti. Sjúklingar skipaðir í 2. bólk eiga ikki at fáa viðgerð beinan vegin, men spurn* ingurin skal verða tikin upp til umhugsunar við hóskandi millumbilum, tí at vitað er, at ovtrýst, ið ikki tørvar við* gerð, kann vinda upp á seg fyrr ella seinri. Sjúklingar í 3. og 4. bólki mega straks fáa dygga viðgerð móti ovtrýsti. Hvat skal so verða gjørt við tann stóra bólk av sjúkb ingum við ovtrýsti, ið ikki krevur viðgerð, sum ofta áður fingu viðgerð við harðvirknum antihypertensivum heili* vágum. Eftir mínum tykki skuldi læknin givið sær stundir til at tala við sjúklingarnar og sagt teimum eitt sindur frá blóðtrýsti. Tað er roynd mín, at sjúklingarnir skilja tað og sissast, og tað man ikki vera tíðarfrekari enn at seta í verk ókravda viðgerð, ið tekur nógva tíð. Tá ið sjúklingar við ovtrýsti, ið ikki tørvar viðgerð, ofta eru annaðhvørt feitir ella sálarliga tyngdir, eigur at vera roynt at bøta um lívshættir teirra. Eru teir feitir, eiga teir at verða avfitaðir undir læknaeftirliti, tí at neyðugt er við serstøkum matar? forskriftum og andligum stuðli, skal úrslitið vera til vildar. Eru tað sjúklingar, sum dagliga eru fyri tungum sálarligum trýsti (stress), eigur teimum at verða rátt til at taka sær meira av løttum, t. d. geva frá sær eftir= og eykaarbeiði, fáa sær góðan og ivaleysa langan náttarsvøvn, kanska taka okkurt inn fyri svøvn. Harumframt eigur sjúklingurin, um tað ber til, at hvíla seg eitt sindur mitt um dagin, binda frið um halguna frá øllum arbeiði. Álitisstørv skuldi hann latið frá sær ella avmarkað so nógv sum gjørligt. Rátt eigur at verða til, at hann rørir seg við hógv, men ikki eigur hann at overva seg, eins og hann eigur at vara seg at øsast knappliga. Opningurin eigur at vera hildin í lagi, kanska eigur okkurt veiktvirkið at verða tikið inn, tí tað
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.