Fróðskaparrit - 01.01.1962, Page 63

Fróðskaparrit - 01.01.1962, Page 63
Ov høgt blóðtrýst 69 hetta evni21-9-7. Samansetingina av evninum og evnafrøði* ligu uppbygging tess hava Mull, Maxwell og Plummer lýst21. Tað virkar á tann hátt, at tað køvir innstøkkini í endagøgnum á sympatisku nervatræðrunum, kanska tarnar tað noradrenalinílosningini. Evnið byrgir til fullnaðar sympatiska nervalagið, men rínur ikki á parasympatiska nervalagið; soleiðis slepst frá teimum óhollu hjáárinum, ið eg nevndi undir nervavølsbyrgjandi evnum. Árinini taka seg spakuliga upp og eru ógvuliga drúgv. Tey eru í hædd eftir 24—48 tímum, og virktin heldur sær úti við 14 dagar eftir at hildið er uppat at taka evnið. Tað er stórur fyri* munur, tó at vandi er fyri ov miklari inngávu. Evnið kann verða givið í einum samdøgursskamti, vanliga á morgni. Byrjað verður við 10 mg, og nørt verður um inngávuna við 10 mg 3.-5. hvønn dag, til virkt fæst. Skamturin er 10—100 mg um dagin. Við góð árin eru vit — øðrvísi enn áður, tá ið vit nýttu nervavølsbyrgjandi tílbúningar — meira og meira farnir at krevja fullkomiliga rættvorðið blóðtrýst. Meira fæst burturúr, verður samstundis givið eitt av teim nýggjaru landøkjandi evnunum (rontyl, centyl o. s. fr.). Niðurløga. Trýst blóðstreymsins á æðraveggin hevur havt áhuga hjá læknum frá elstu tíðum, men ikki fyrr enn Harvey hevði lýst blóðrenslið og Stephen Hales í 1738 hevði gjørt fyrsta tólið til beinleiðis blóðtrýstmátingar hjá djórum, fóru lækn* arnir at fáa áhuga fyri at máta blóðtrýst hjá sjúklingum sínum. Men tað liðu meir enn hundrað ár, áðrenn Basch, lækni í Wien, gjørdi blóðtrýsttól, ið hóskandi var til lækna* nýtslu, og ikki fyrr enn Russurin Korotkow í 1905 kom við lurtingarlagnum, fingu læknaligar blóðtrýstmátingar byr í seglini. Nú á døgum, tá ið blóðtrýsttól ikki bert hoyrir upp í einfaldasta læknastovuútbúnað, men eisini verður hildið ómissandi lutur í hvørjari læknatasku, er ilt at hugsa sær, hvussu lækni fyri bert 50 árum var hjálpin,
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.