Fróðskaparrit - 01.01.1962, Qupperneq 63
Ov høgt blóðtrýst
69
hetta evni21-9-7. Samansetingina av evninum og evnafrøði*
ligu uppbygging tess hava Mull, Maxwell og Plummer
lýst21. Tað virkar á tann hátt, at tað køvir innstøkkini í
endagøgnum á sympatisku nervatræðrunum, kanska tarnar
tað noradrenalinílosningini. Evnið byrgir til fullnaðar
sympatiska nervalagið, men rínur ikki á parasympatiska
nervalagið; soleiðis slepst frá teimum óhollu hjáárinum,
ið eg nevndi undir nervavølsbyrgjandi evnum. Árinini taka
seg spakuliga upp og eru ógvuliga drúgv. Tey eru í hædd
eftir 24—48 tímum, og virktin heldur sær úti við 14 dagar
eftir at hildið er uppat at taka evnið. Tað er stórur fyri*
munur, tó at vandi er fyri ov miklari inngávu. Evnið kann
verða givið í einum samdøgursskamti, vanliga á morgni.
Byrjað verður við 10 mg, og nørt verður um inngávuna
við 10 mg 3.-5. hvønn dag, til virkt fæst. Skamturin er
10—100 mg um dagin. Við góð árin eru vit — øðrvísi enn
áður, tá ið vit nýttu nervavølsbyrgjandi tílbúningar — meira
og meira farnir at krevja fullkomiliga rættvorðið blóðtrýst.
Meira fæst burturúr, verður samstundis givið eitt av teim
nýggjaru landøkjandi evnunum (rontyl, centyl o. s. fr.).
Niðurløga.
Trýst blóðstreymsins á æðraveggin hevur havt áhuga hjá
læknum frá elstu tíðum, men ikki fyrr enn Harvey hevði
lýst blóðrenslið og Stephen Hales í 1738 hevði gjørt fyrsta
tólið til beinleiðis blóðtrýstmátingar hjá djórum, fóru lækn*
arnir at fáa áhuga fyri at máta blóðtrýst hjá sjúklingum
sínum. Men tað liðu meir enn hundrað ár, áðrenn Basch,
lækni í Wien, gjørdi blóðtrýsttól, ið hóskandi var til lækna*
nýtslu, og ikki fyrr enn Russurin Korotkow í 1905 kom
við lurtingarlagnum, fingu læknaligar blóðtrýstmátingar
byr í seglini. Nú á døgum, tá ið blóðtrýsttól ikki bert
hoyrir upp í einfaldasta læknastovuútbúnað, men eisini
verður hildið ómissandi lutur í hvørjari læknatasku, er ilt
at hugsa sær, hvussu lækni fyri bert 50 árum var hjálpin,