Fróðskaparrit - 01.01.1962, Side 95

Fróðskaparrit - 01.01.1962, Side 95
Louis Zachariasen 101 havn 1920—22. Formaður fyri »Collegium Academicum Faeroensis« 1933—42. Limur av Tórshavnar líkningarnevnd 1936—40. Formaður fyri sFærøernes Fortsættelsessygekasse« 1938—47. L. Z. var sera áhugaður fyri politikki og var tingmaður fyri sjálv- stýrisflokkin 1940—43 og 1946—50. Tá ið heimastýrisskipanin kom í 1948, og fyrsta landsstýrið varð sett, gjørdist hann varaløgmaður (1948—50). Blaðstjóri av »Tingakrossi« var hann 1943—48. í 1948 var hann for- maður fyri nevnd, ið fór til Keypmannahavnar og London viðvíkjandi nýskipan av peningaviðurskiftum Føroya aftan á seinra heimsstríð. í 1949 gjørdist hann riddari av Dannebrog. Hann hevði stórar gávur sum yrkjari, umsetari og høvundur. Nógv vandaði hann sær um málið, og úrslitið bæði í bundnum og óbundnum máli er valaverk eisini málsliga. Skaldsliga liggur eftir hann yrkinga- savnið »Á leiðini«, 1951, umframt sálmar og sangir — egnir og umset- ingar — og stuttsøgur; haraftrat týðingin til føroyskt mál av fyrsta parti av »Faust« eftir Goethe (prentað í tíðarritinum »Varðin«). Stóran ans hevði hann fyri søgu okkara, og tey seinru árini vóru eina- mest vígd søgugransking og -skriving. Umframt greinar í »Varðanum« liggur eftir hann á hesum øki bókin »Úr Føroya Søgu um ár 1700«, sum hann gav út í 1952, og høvuðsverkið »Føroyar sum Rættarsam* felag 1535—1655«, sum Fróðskaparfelagið gav út í trimum pørtum í 1959, 1960 og 1961, eitt stórarbeiði, hann legði nógva orku í. Hann gjørdist limur av Fróðskaparfelagnum í 1959, men longu árið eftir, tann 30. aug. 1960, doyði hesin mentamaður, sum í eini 20 ár sum politikari og rithøvundur kom at seta sín dám á politikk og mentunarlív okkara. Arnbjørn Mortensen.
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.