Fróðskaparrit - 01.01.1968, Page 11

Fróðskaparrit - 01.01.1968, Page 11
Eitt dømi um saltfisk, ið varð mislittur av kopari 19 verið javnt biandað upp í saltið. Kopar, sum á slíkan hátt sum í hesum dømi kemur at salti og fiski í einari last, hevur lyndi til at spjaða seg nakað, sumpart tí at saltið verður flutt og skumpað um í lastini, sumpart tí at fiskurin ikki verður liggj- andi, har hann av fyrstantíð verður saltaður, men verður rivin um og saltaður av nýggjum. Tað er eyðsæð, at koparið við hesum arbeiðslag hevur ikki verið blandað javnt upp í fisk og salt, men hevur verið meira í summum støðum enn í øðrum. Inmihaldið av kopari í miðalsýnisluti av fiski nr. 3 á 2. mynd var 17 mg/kg, men í ytstu skónini av sama fiski var tað 40 mg/kg. Hetta rímar væl saman við, at tann brúni lit- urin sat ytst í fiskinum og iikki gekk djúpt inn í hann. I sýnislutinum av salti, sum hevði fingið blágrønan lit (sí 1. mynd) vórðu funnin 310 mg/kg av Cu + + . Sum áður nevnt sløddist hetta saltið eftir í lastini, tá ið hon var tømd. Saltið lá beint undir rennuni við koparrørum, og blágrønur litur í rennubotninum vísti skilliga, at rørsveitti mátti vera likin niður í lastina beint har, sum saltsløðið lá. Samandráttur Ritgerðin viðger eitt dømi um saltfisk sum broytir lit, av tí at Cu r er komið at saltinum og fiskinum um borð á fiskiskipi. Ein partur av fiskinum gulnar og brúnkar og verður vrak. Kanningar hava sýnt, at Cu má verða komið frá koparlutum í lastarúminum serstakliga frá tveimum kopar- rørum við kuldaløgi, sum lógu í eini lokaðari trærennu í erva í lastini, og sum gingu millum kuldamaskinu og kuldarúm. Fyrst í greinini verður sagt frá nýggjastu kanningarúrslitum viðvíkjandi sjálvsundurloysing (autolysu) í deyðum fiski og teimum evnisbroytingum, sum kunnu elva at fiskur við ijósum liti broytir lit, gulnar ella brúnkar. Fiskurin, sum við- gjørdur verður í hesi ritgerð, varð veiddur undir Vesturgrøn- landi frá 12. apríl til 30. juni. Allur fiskurin varð tikin upp og saltaður sama dag sum hann varð veiddur. Við at saman- bera fiskin við fisk frá øðrum skipi, sum hevði veitt um somu
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.