Fróðskaparrit - 01.01.1968, Page 46

Fróðskaparrit - 01.01.1968, Page 46
54 Oyðing av rottum og músum í Føroyum tær. Hildið verður, at tær hesa ferð beinanvegin eru blakaðar upp á land av illkynjaðum fólki. f hesum sambandi kann verða nevnd ásetanin í lóg fyri Føroyar nr. 36 frá 28. februar 1908 um atgerðir ímóti smittandi sjúkum hjá hdsdjórum o. a. m. í 16. § seinasta stykki, har sagt verður, at tað at flyta rottur og mýs úr einari oyggj í aðra er ikki loyvt og verður revsað, smb. 17. §. Henda ásetan varð nevniliga sett í lógina av løgtinginum við tí grundgeving, at í »et bestemt Tilfælde« sigst at »være gjort Forsøg paa at indføre Rotter paa en 0, hvor saadanne ikke fandtes«. (Lagt. 1905 B bl. 43). Út í Myki- neshólm kom músin ikki fyrr, enn hólmurin fyrst í hesi øld hevði fingið samband við Mykines. Músin er enntá flutt út í hin 85 m høga Grønskoradrang, sum stendur leysur frá landi; men í hesurn føri er tað ikki fólk, men fuglur (lundi), ið flutt hevur (Degerbøl). Tað, at músin er komin í hesar nevndu oyggjar, er besta avnoktanin av tí, ið eldri høvundar hava skrivað um, at hon livdi ikki har; tað hevði eisini í sjálvum sær verið órímiligt at hugsa. Til eru ymis sløg av húsmús í Føroyum. Hitt vanliga slagið er í Havn, men í Nólsoy er eitt annað slag (Mus musculus færoensis), ið er eitt sindur størri, og í Mykinesi er somuleiðis eitt annað størri slag (Mus musculus mykinesensis). Har afturat er, sum nevnt omanfyri, í Fugloy eitt slag, ið bregður eitt sindur frá. Til samans skuldi so verið talan um fýra ymis sløg (Degerbøl, Spdrck, Williamson og Alwin Pedersen). Músin er minni enn so so skaðilig sum rottan. Nógv mús er í fuglabjørgunum, men neyvan ger hon stórvegis skaða, tí hon livir av leivdum frá fuglinum (Williamson og Alwin Pedersen). Men við hús kann músin gera skaða á sama hátt sum húsmúsin í øðrum londum (Herluf Petersen). f Føroyum legst hon eisini á skerpikjøtið. Eitt stað á tjónum eitur meira at siga músa- bitin, tí hildið verður, at músini dámar henda bitan serstakliga væl (Robert Joensen). Umframt omanfyri nevndu ásetanir í lóg nr. 36 frá 28. 2. 1908 16.—17. §§ og eina ásetan um oyðing av rottum og músum sum atgerð ímóti smittusjúkum í før- oysku farsóttarlógini (lóg nr. 86 frá 17. 3. 1922 17. § smb.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.