Fróðskaparrit - 01.01.1968, Page 53

Fróðskaparrit - 01.01.1968, Page 53
Oyðing av rottum og músum í Føroyum 61 men upplýst verður, at hon skuldi bert galda í eitt ár. Vit hava ætlandi loyvi at halda, at oyðingin hevur verið muna- dygg, tí samtyktin sæst ikki at hava verið framlongd. Sjey ár seinni — hin 4. mars 1902 — varð á grannastevnu í Kví- vík viðgjørt mál viðvíkjandi »Ødelæggelse af Rotter«, men av tí, at ikki nóg inógvir húsbóndur vóru á stevnuni, kundi eingin samtykt verða gjørd í málinum. Áhugin fyri rottuoyðingini tykist so ikki at hava verið serstakliga stór í Kvívík tá. Sama var, tá ið fimm ár seinni lagdur varð fyri løgtingið spurningurin um at seta donsku rottulógina frá 1907 í gildi í Føroyum; men áðrenn meira verður sagt um støðu løgtingsins til málið, er hóskandi at gera grein fyri undirstøðuni hjá hesi fyrstu rottulóg. 1 1898 hendi á eini heilsubótarstovu í Wien nakað, ið gjørd- ist stórtíðindi í Europu. Ein hjálparmaður á stovuni varð bitin av eini pestsjúkari rottu og varð smittaður. Sama hendi ein lækna og tvær sjúkrasystrar, ið vóru um hann, og øll fýra doyðu. Ein, ið las um hesa hending í bløðunum, var danin og verkfrøðingurin Emil Zuschlag (1859—1941), sum var húsa- eigari í Keypmannahavn og tí var kunnugur við, í hvussu stóran mun Keypmannahavn var fongd av rottum. Zusohlag óttaðist fyri, at tær rnongu rotturnar kundu fara at kveikja eina pest-umfarsótt í Keypmannahavn. Hann fetkk í lag, at kallað varð til fundar í »Københavns Grundejerforening« hin 29. novembur 1898, har stovnað varð felag við tí endamáli við lóg at fara í oyðingarkríggj móti rottunum um alt landið í senn. Zuschlag varð valdur formaður í felagnum. Men torført royndist at fáa yvirvaldið at fata, at tað var tess verkevni at fáa framda oyðing av rottunum. Við studningi ymsastaðni eydnaðist at fáa til vega pening, so at latin kundi verða virðis- løn upp á 10 oyru fyri ihvørja rottu, ið fingin varð, og í 18 vikur í 1899 eydnaðist at fanga o. u. 103.000 rottur í Keyp- mannahavn. 8 ár gingu, áðrenn tað eydnaðist, við ótroyttandi arbeiði Zuschlags, at fáa framda lóg nr. 59 frá 22. mars 1907 um atgerðir til oyðing av rottum. Lógin byggir — eins og samsvarandi lógir, ið samtyktar vórðu í flestum londum í
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.