Fróðskaparrit - 01.01.2009, Page 18

Fróðskaparrit - 01.01.2009, Page 18
16 HELGOLAND OG NORÐUROYGGJAR Uniónskongurin gjørdist við sáttmálanum í Ribe tann 5. mars 1460 eisini hertogi í teimum báðum hertogadømunum Slesvík og Holstein. Slesvík var danskt len og Hol- stein týskt. Sáttmálin ásetti, at hertogadøm- ini skuldu verða ewich tosamene ungedelt (æviga saman óbýtt). Uniónin Danmarkar og Noregs millum um felags uttanríkispolitikk varð sostatt víðkað til at fevna um hesi bæði fúrstadømi. Øll útlendsk stýri vistu, at tá ið kongur Danmarkar gjørdi altjóða sáttmálar, var tað ikki bert í sínum eginleika sum kongur Dan- markar ríkis, men eisini sum kongur Noregs ríkis og fúrsti í hertogadømunum báðum, t.e. vegna alla ta unión, sum hann umboðaði. Men oftast varð bert nevnt í sáttmálunum, at hann varð gjørdur við kong Danmarkar eins og í hesum sáttmálum tann 14. januar 1814. Uniónin millum hesi ríki og lond hevði nevniliga einki serligt navn. Slíkt var ikki óvanligt í Evropa um hetta mundið: "Eystur- ríki" og "Prussland" høvdu einki navn á ríkjafelagsskapum sínum (Gustafsson, 1985; 21). Av praktiskum orsøkum varð umrødda unión tí vanliga nevnd "Danmørk". At vera saman um frið og kríggj er at hava felags uttanríkispolitikk, og uttanríkis- politikkur er vandamikil. Tey lond, sum ikki hava nóg sterka verju, kunnu hvørva av heimskortinum. Tí mugu øll sjálvstøðug lond hava hermegi, og ofta verður hildið, at sterk- ari verjan er, tryggari eru tey. Men størri íløgur lond gera í hermegi, lættari er hjá teimum ráðandi at lata seg tøla til at nýta styrki sína í kríggi. Men tíverri fyri stjórnmála- menn er altíð óvíst, hvussu kríggj hilnast. Verður annar parturin ikki heilt niðurbardur, kemur tó fyrr ella seinni tann dagur, tá her- ovastarnir noyðast at gevast við orrustuni og heita á diplomatarnar um at seta seg við samráðingarborðið at fáa frið í lag. Ein slíkur dagur var í Kiel í januar 1814. Við í samráðingunum vóru eitt stórveldi og tvey smáríki. Stórveldið var Sameinda Kongs- ríkið Stórabretland og írland. Smáríkini vóru øðrumegin Svøríki og hinumegin Uniónin Danmørk/Noreg/hertogadømini Slesvík/ Holstein („Danmørk“), sum hevði lýst kríggj ímóti hinum báðum ríkjunum í 1807 og 1813. Harumframt hevði Fríðrikur kongur VI lýst kríggj ímóti Prusslandi og Russlandi, og russiskir kosakkar vóru tí eisini við í álopinum á uniónina. Ofta taka friðarsamráðingar drúgva tíð, viðhvørt mong ár. Men farið varð undir hesar samráðingar tann 10. januar, og sáttmálin varð sum nevnt dagsettur 14. januar. Her gekk skjótt fyri seg, og tað var tí, at ein av pørtunum var í tíðarneyð. Tað vóru sviar. Samráðingarstøðið Samráðingarnar fóru fram í Kiel. Orsøkin var, at har hevði álopsherurin høvuðsstøð sína. Fyrst vóru samráðingar Danmarkar og Svøríkis millum, síðani Danmarkar og Stóra- bretlands millum, og soleiðis varð skift alla tíðina, til sáttmálarnir kundu undirritast av øllum trimum pørtum. Ofta ásetur ein friðarsáttmáli, at tapandi parturin má gjalda fyri friðin við at lata land afturfyri. Her vóru sigurharrarnir Stórabret- land og Svøríki, so eftir tí skuldi Danmørk latið teimum ein part av tí landaøki, tað hevði ræði á. Hetta lá tó ikki so væl fyri í hesum føri, tí tey lond, sum bardust við Napoleon, vóru samd um, at tey landamørk, sum vóru í Evropa fyri fronsku kollveltingina, skuldu koma afturíaftur, nú friður kom í lag. Við-
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160
Page 161
Page 162
Page 163
Page 164
Page 165
Page 166
Page 167
Page 168
Page 169
Page 170
Page 171
Page 172
Page 173
Page 174
Page 175
Page 176
Page 177
Page 178
Page 179
Page 180
Page 181
Page 182
Page 183
Page 184
Page 185
Page 186
Page 187
Page 188
Page 189
Page 190
Page 191
Page 192
Page 193
Page 194
Page 195
Page 196
Page 197
Page 198
Page 199
Page 200
Page 201
Page 202
Page 203
Page 204
Page 205
Page 206
Page 207
Page 208
Page 209
Page 210
Page 211
Page 212
Page 213
Page 214
Page 215
Page 216

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.