Fróðskaparrit - 01.01.2009, Qupperneq 33
GENDER AND LINGUISTIC ATTITUDES TOWARD VARIATIONS IN CONVENTIONAL
FAROESE LANGUAGE USAGE - SOME TRENDS
31
anum í spuminginum um kyn og val av mál-
nýtslu við trimum grundreglum:
Principle I In stable sociolinguistic stratifi-
cation, men use a higher fre-
quency of nonstandard forms
than women.
(/ støðufastari málskipan eru tað
fleiri menn enn kvinnur, ið nýta
standardformar.)
Principle laln change from above, women
favour the incoming prestige
forms more than men.
(Tá málslig broyting er úr erva*
tykjast kvinnurnar meir enn
menninir at taka við formum, ið
hava almenna virðing.)
Principle II In change from below, women
are most often the innovators.
(Tá málslig broyting er úr neðra**
tykjast kvinnurnar aloftast at
vera tcer, ið skapa broytingina.)
*) t.e hægri samfelagsbólkur. Sí eisini 2.3 omanfyri.
**) t.e. lægri samfelagsbólkur
Grundreglurnar la og II hjá Labov tykjast at
peika í hvør sína ætt, tá tær siga, at konufólk
báði tykjast at velja standard formar (la) og
samstundis, at tær eru fúsar at velja nýggjar
formar, ið koma inn (II) úr neðra. Fyri at skilja
so øvut uppáhald er skilagott at leita eftir
øðrum greiningum, J. Milroy og L. Milroy
hava lagt fram ástøði um onnur samfelagslig
viðurskifti, ið ávirka meir enn sosiobúskapar-
lig viðurskifti. Niðurstøða teirra av nágreini-
ligum kanningum í Belfast er, at kyn og net-
verk tykjast hava størri ávirkan á málsligar
broytingar enn stættaskipan (Milroy and
Milroy, 1993). At greiða frá í staklutum um
samfelagslig netverk fer ikki at bera til í
stuttari grein, men heilt stutt skal
endurtakast, at sambært Milroy and Milroy
virka tøtt og fjøltáttað netverk til málsliga
varðveitslu, meðan víðgreint og eintáttað
netverk virkar til, at málsligar broytingar
breiða seg í málsamfelagnum. Um frágreiðing
í staklutum um netverk skal so vísast til L.
Milroy (1992a; serstakliga greinandi ritmynd
á blaðsíðu 20).
Viðvíkjandi tí øvuta uppáhaldinum hjá
Labov um val av máli hjá kvinnum skal fyrst
vísast til J. Milroy, sum í týðandi grein tosar
um mannagongdirnar í samfelagsmálfrøði-
ligum kanningum, og sum setur spurnartek-
in við, at sosiobúskaparligir samfelagsbólkar
verða lagdir sum einastu lunnar undir grein-
ingar av málsligum broytingum (J. Milroy,
1992: 147-148). Milroy peikar á trupulleik-
arnar við hesum mannagongdum, og hann
sigur, sum rætt er, at sosiobúskaparlig sund-
urbýting ikki er at finna í øllum samfeløgum
kring knøttin á sama hátt, sum vit kenna til í
flestu londunum í Vesturheiminum (J. Mil-
roy, 1992: 153). Vísandi til Le Page and
Tabouret-Keller (1985) setur Milroy fram
ástøði um „acts of identity" t.e. 'samleikaat-
burð', sum ein annan og helst meir týðandi
lyklabrigdil í samfelagsmálfrøðiligum høpi
(Milroy, 1992: 152). Víðari vísir Milroy til
Andersen (1986), hvørs kanningar í pólska
málsamfelagnum týðiliga avdúka, at ávísar
Ijóðfrøðiligar broytingar har kunnu ikki
greinast bert við sosiobúskaparligari sundur-
býting sum ástøði - hóast sovorðin sundur-
býting er til í pólska samfelagnum. Sambært
Milroy sigur Andersen seg finna betri skil í tí,
hann fann í pólska málsamfelagnum við at
tosa um: