Fróðskaparrit - 01.01.2009, Page 36
34 KYN OC MÁLSLIGUR HUGBURÐUR TIL FØROYSKA TALAÐA FRÁBRIGDIÐ - NAKRAR ÁBENDINGAR
mynstur av muni millum kynini viðvíkj-
andi málinum við bert at leggja sosiobú-
skaparliga skipan sum grundarlag, eins og
Labov hevur gjørt ogfteiri, ið hava fylgt
honum, hava gjørt.)
Vísandi til áðurnevndu kanningar í Oberwart
(Cal, 1979) sigur L. Milroy um tvímálsligt
samfelag, har skifti til einmæli er á veg, at
kynini helst fara at savna seg um nýggja
einmælið hvørt eftir sínari skrá (L. Milroy,
1992b: 163) (skráskrift løgd afturat). í
Oberwart gjørdist fremmanda málið, týskt,
eitt tekin um framgongd, ella sum Milroy sig-
ur: eitt tekin um "moving upwards". Kvinn-
urnar vistu, at fyri at fáa starv innan annað
øki enn landbúnaðin var týskt heilt umráð-
andi. Hollur kunnleiki í týskum gjørdist so
nær tengdur at fíggjarligari og samfelagsligari
framgongd fyri einstaklingar, at eisini tá
kvinnurnar skuldu velja hjúnafelaga, valdu
tær sær týskttalandi mann. Ungarska málið
varð sett í samband við bóndalívið og alt
annað 'bygdarsligt', ið nú var vorðið mentan,
tær vildu leggja aftur um bak. í hesum førin-
um snúði valið seg ikki bert um málformar
(bendingar ella Ijóðeindir), men um ta støðu,
at málið broyttist til eitt annað av 'markn-
aðarkreftum’ í samfelagnum, og vóru tað
kvinnurnar, ið gingu undan í vali av nýggjum
málbúna.
Áðurnevndu kanningarnar hjá L. Milroy
í trimum býarpørtum í Belfast (1992a) vístu
eisini, at tað vóru kvinnurnar, ið valdu annað
mál enn staðbundna málførið, tó at spurn-
ingurin har ikki stóð um broyting til fremm-
and mál, eins og gongdin var í Oberwart.
Hóast henda munin so høvdu samfeløgini
Oberwart og hini trý í Belfast felags eyð-
kenni, ið tyktist vera týðandi: kvinnurnar
noyddust at leita sær starv uttan fyri lítla
samfelagið, tær hoyrdu heima í. í teimum
trimum býarpørtunum Clonard, Hammar og
Ballymacarell (Belfast) var orsøkin arbeiðs-
loysi; í Oberwart snúði valið seg um annað-
hvørt at bóndast heima í bygdini ella at fara
út at fáa sær annað starv. Ymisk tilgongd,
men sama úrslit: Kvinnurnar fingu sær net-
verk, ið vóru meiri víðgreind og eintáttað
enn netverkini hjá monnunum, ið 'hildu seg
heima'. Hjá monnunum helt netverkið fram
við at vera hitt sama tætta, fjøltáttaða net-
verkið. Sambært Milroy hevur eitt tætt, fjøl-
táttað netverk við sær, at 'málsliga stýringin'
gerst sterkari, so at málsliga broytingin í bólk-
inum gongur seinri enn í bólki við eintáttað-
um netverki (L. Milroy, 1992b: 139-176, sí
eisini Mæhlum etal. 2003, s. 115-119).
Av hesum skilja vit so, at málsliga støðan
í nevndu samfeløgunum kundi sigast at laga
seg eftir tveimum av punktunum hjá James
omanfyri; b) um 'marknaðarkreftir' og ein-
táttaða netverkið, ið ávirkar fyri kvinnurnar
og c) um fjøltáttaða netverkið, ið ávirkar fyri
menninar, heldur enn eftir grundreglu II hjá
Labov. Hetta vil verða so, tí Milroy hevur lagt
netverk, kyn og samleika sum lyklabrigdlar
fyri kanningina, heldur enn sosiobúskapar-
ligar samfelagsbólkar. í hesum førunum tóku
kvinnurnar sær starv uttan fyri heimstaðin,
og nýggja eintáttaða netverkið hevði við sær,
at mál teirra broyttist. Samstundis tyktist
sum, at almenna virðingin í samfelagnum fyri
málinum broyttist við nýggju samfelagsstøð-
uni og fíggjarligu framgongdini hjá hesum
kvinnunum. Um hetta siga Milroy and
Milroy, at kanningar teirra laga seg væl eftir
hugsanini um, at málsligur atburður verður
ávirkaður av øðrum málsligum 'marknaði'
(Milroy and Milroy, 1993:60).