Fróðskaparrit - 01.01.2009, Qupperneq 38
36 KYN OG MÁLSLIGUR HUGBURÐUR TIL FØROYSKA TALAÐA FRÁBRIGDIÐ - NAKRAR ÁBENDINGAR
heldur Meyerhoff fram, at vit innan mál-
granskingina eiga at tosa um fjølbroytni av
samleika hjá teimum, hvørs mál vit kanna.
Og víðari, vísandi til Trabelsi (1991) sigur
Meyerhoff frá málsamfelagi í Tunis, har
ímyndað virðing í trimum málsligum brigdl-
um ber boð um ávikavist siðvenju og íhald
mótvegis nútíðardámi (moderniteti) og
broyting. Við at velja somu málsligu brigdlar,
ið menn nýta, vísa yngru kvinnurnar í hesum
samfelagnum, at tær eru partur av nútíðini
og framgongd. Eldri kvinnur í sama samfelag-
num velja ikki henda málburð og vísa sostatt
við íhaldandi málburði sínum, at tær kenna
seg at hoyra til í øðrum samfelagsbólki. Hin-
vegin sigast kvinnurnar í miðjum aldri at
skifta millum stættarmálførini eftir, hvør hin
samrøðuluttakarin er. Sambært Meyerhoff
skifta hesar kvinnurnar í miðjum aldri sam-
leika við at vísa trúskap ímóti annaðhvørt
siðvenju ella nútíðardámi, alt eftir støðu. Og
uppaftur, vísandi til Jabeur (1987), sigur
Meyerhoff eisini frá støðu í Tunis, ið ikki er
eins einføld. Samanumtikið sigur hon, at
taluførleiki hjá tunisisku kvinnunum fevnir
um førleika teirra til at velja samleika, har
fleiri møguleikar eru at velja í: a) sum kvinna,
b) sum tunisisk innfødd, c) sum frælsur
persónur, og/ella d) sum útbúgvin persónur.
Hóast Meyerhoff ávarar ímóti at gera
breiða niðurstøðu um samleika og samfe-
lagsbólkar (Meyerhoff, 1996: 213), sigur hon
týðiliga, at einstaklingar júst við málbrigd-
inum, tey velja at nýta (og hóast hetta val
kann broytast eftir høpi og við tíðini) kunnu
sigast at vilja geva tekin um at hoyra til í ávís-
um bólki, t.v.s. at senda signal um samleika
(Meyerhoff, 1996:216).
Eins og Meyerhoff tosar eisini L. Milroy
um støðu, ið Jabeur lýsir í tunisiska málsam-
felagnum, og greiðir hon frá, hvussu menn
velja brigdlar, ið eyðkenna teir sum tunisarar,
meðan kvinnurnar velja franska frábrigdið
(Milroy, 1992b: 171-172). Eisini greiðir hon
frá, hví ástøði um 'virðing' ikki beinleiðis
kann bindast saman við sannroyndini um, at
summar av kvinnunum velja franska frá-
brigdið. Uppáhald hennara verðurgrundgiv-
ið við, at meðan nýtsla av ávísum brigdlum4
í arabiska málinum vísir stættaskipan eftir
stigi av útbúgving hjá heimildarfólkunum -
og harvið virðing av frábrigdinum, ið útbúgv-
ið fólk velur sær - so tykist val av franska
frábrigdinum at virka sum merki fyri kyn,
t.v.s. kvennkyninum. Hetta er áhugaverd
áskoðan og uppáhald, ið vit skulu leggja okk-
um í geyma. At enda skal leggjast afturat, at
eisini aðrir brigdlar í málinum sigast vera
"important locus of purely symbolic sex role
differentiation in society” (týðandi mátingar-
frøðilig lega av heilt ímyndarligum kynsbýti í
samfelagnum). (Milroy, 1992b: 175).
Umframt ástøði um kyn sum týðandi
samfelagsbólk í málfrøðiligum høpi, siga tey
bæði Milroy, at heldur enn at kvinnurnar
velja eitt frábrigdi fram um annað, tí tað
longu skal hava almenna virðing, so er støð-
an øvut. Hetta er niðurstøðan av viðurskift-
um, tey funnu í Belfast, ið vísti, at frábrigdið,
kvinnurnar valdu sær, tyktist virka til, at
summir málsligir formar Jingu almenna uirð-
ing (Milroy and Milroy, 1993: 65). Eins og
nevnt áður, so kom hetta av broytingini í
samfelagnum og av framgongd í figgjarligu
støðuni hjá kvinnunum. Vit skulu eisini
minnast, at fyribrigdið varð lýst at vera
bundið saman við broytingum í samfe-
lagsligu netverkunum. Hjá mannfrøðingun-
um verður íkoma av samfelagsligari stætta-
skipan í smáum samfeløgum knýtt at aftur-