Fróðskaparrit - 01.01.2009, Qupperneq 51
GENDER AND LINGUISTIC ATTITUDES TOWARD VARIATIONS IN CONVENTIONAL
FAROESE LANGUAGE USAGE - SOME TRENDS
49
næstan altíð’ at velja snið heldur enn design,
hinir tríggir siga seg nýta snið 'í skriftmálin-
um' og design í talumálinum, meðan bert
fýra av kvinnunum siga seg 'altíð/næstan al-
tíð' at nýta snið, tríggjar siga seg 'altíð/ næst-
an altíð' at nýta design, og fimm nýta tað 'av
og á'.
Hugburðurin til 'altjóða orð' tykist javnt
býttur millum kynini, men kortini kann sig-
ast, at føroyska nýggjyrðið alheimsgerð tykist
at vera komið inn í málið hjá monnunum í
størri mun enn hjá kvinnunum. Fimm siga
seg velja hetta orðið 'altíð/næstan altíð', fýra
nýta tað 'í skriftmálinum', og bert ein sigur
seg 'aldri’ at nýta tað. Hinvegin siga bert tvær
kvinnur seg nýta alheimsgerð, og tríggjar siga
seg 'aldri' at nýta tað. Harafturat siga fimm
av kvinnunum seg 'altíð/næstan altíð' at nýta
globalisering, tvær nýta tað í talumálinum,
tvær 'av og á, og bert ein sigur seg ‘aldri' at
nýta tað. Mótvegis hesum er bert ein maður,
ið sigur seg ‘altíð/næstan altíð' at velja glob-
alisering, fýra nýta tað í talumálinum og fýra
nýta tað 'av og á'.
Eisini í nýtslu av danismunum eru menn-
inir meiri íhaldnir. Tíggju av tíggju siga seg
'altíð/næstan altíð' at veljaymiskur, og níggju
av teimum siga seg 'aldri' at nýtaforskelligur,
meðan ein sigur seg nýta tað 'av og á'. Mótveg-
is hesum siga bert sjey kvinnur seg 'altíð/
næstan altíð' at velja ymiskur, ein sigur seg velja
tað 'í skriftmálinum', ein 'av og á' og ein sigur
seg 'aldri' at nýta hetta orðið. Afturat hesum
sigur ein kvinna seg 'altíð/ næstan altíð' at nýta
forskelligur, og bert seks, ímóti níggju av
rnonnunum, siga seg 'aldri' at nýta tað.
Níggju menn siga seg'altíð/næstan altíð'
at nýta hugna scer, ein sigur seg nýta tað 'í
skriftmálinum’, meðan seks av kvinnunum
siga seg velja hugna scer, tvær nýta tað 'í
skriftmálinum', ein 'av og á', og ein sigur seg
'aldri’ at nýta hetta hugtakið. Hinvegin sigur
ein kvinna seg altíð at nýta hygga scer, og
tvær siga seg nýta tað í talumálinum. Níggju
menn siga seg 'aldri’ at nýta hygga sær, og
bert seks kvinnur siga tað sama.
Seks menn siga seg velja tilvitaður, tveir
velja orðið 'í skriftmálinum', og ein nýtir tað
'av og á'. Fýra siga seg 'aldri' at nýta tað, og
bert ein sigur seg 'altíð/næstan altíð’ at velja
bevístur. Hinvegin eru bert tríggjar kvinnur,
ið siga seg 'altíð/næstan altíð' at velja tilvitað-
ur, meðan tríggjar velja tað í skriftmálinum,
tvær siga 'av og á’ og tvær siga seg 'aldri’ at
nýta tað. Øvut siga tvær kvinnur seg altíð at
velja orðið bevístur, tríggjar brúka tað 'í
talumálinum’, og tvær 'av og á'.
Eitt sindur stuttligt kann sigast um hetta,
at føroyskir menn tykjast vera rættiliga
tilvitaðir, teir hygga sær næstan aldri; í staðin
hugna teir sær og tosa altíð um ymiskt.
Kvinnurnar eru eitt sindur meir bevístar, tær
hygga sær í størri mun og tosa oftari um
forskelligt. Meir seriøst kann kanska sigast, at
pinkukanningin tykist vátta, at menn í størri
mun enn kvinnur nýta føroyska orðatilfeingi,
og samanbering av báðum kanningunum
váttar eisini, at menninir í bólki 2 - í størri
mun enn teir í bólki 1 - eru við til at tekna
hesa myndina.
Hvat so við ábendingunum í kanningini
hjá Jacobsen um, at "Purisman fær størst
undirtøku millum teirra, ið hava stutta
útbúgving” (Jacobsen, 2008:108)? Eg fari ikki
at siga hesum ímóti, tí, sum áður nevnt, tykt-
ist henda myndin at tekna seg eisini í kann-
ingini til meistararitgerðina hjá mær (Paula-
dóttir, 2006:76-77; talva 8), men eg fari kort-
ini at vísa á, at tað, sum heimildarfólkini til
meistararitgerðina søgdu um hugburð til