Fróðskaparrit - 01.01.2009, Blaðsíða 79
Menningarástøði og hugmyndafrøði
Brotmynd í 4 pørtum um vald og kyn við støði í bókmenta-
ligari viðgerð
The Theory of Evolution and Ideology
A Mosaic in Four Parts on Power and Gender Based on a Reading of Three
Literary Texts
Kirsten Brix
Føroya Studentaskúli og HF-skeið í Hoydølum. Email: kirsten.brix@skulin.fo.
Úrtak
Menningarástøðið eftir Charles Darwin elvdi frá fyrsta
degi til mótstøðu bæði frá vísindaligari og átrúnaðar-
ligari síðu. Seinni hava rannsóknir innan fyri ymiskar
vísindagreinir við nýggjari tøkni prógvað hansara nið-
urstøður, og menningarástøðið er viðurkent sum vís-
indaligt ástøði. Men hugmyndafrøðiliga heldur stríðið
fram. Tann nýggjasta royndin at útihýsa menningar-
ástøðinum frá undirvísingini í skúlum og øðrum læru-
stovnum er at fáa tað, sum verður nevnt intelligent
design, viðurkent sum vísindaligt ástøði. Greinin viðger
við støði í trimum bókmentaligum tekstum ymisk
brigdi í tí hugmyndafrøðiliga stríðnum og vísir á, at
stríðið ikki snýr seg um vitan og sannleikar, men um
tamarhald og vald.
Abstract
From the beginning, Darwin 's theory of evolution led
to opposition from science and religion alike. Later,
research carried out within different branches of
science and using the most advanced technology has
proved the validity of his conclusions and the theory of
evolution has been established as a scientifk theory.
However, the ideological battle has far from ended.
The most recent attempt to have the theory of
evolution excluded from schools and other institutions
of learning is having what is called intelligent design
established as a scientific theory. Using three literary
texts as points of departure, the writer deals with
different aspects of this ideological battle and
concludes that this is not, indeed, a controversy about
knowledge and truth, but about control and power.
Menningarástøðið eftir Charles Darwin
(1809-82), sum hann legði fram í verkinum
On the Origin ofSpecies í 1859, elvdi frá fyrsta
degi til mótstøðu bæði frá vísindaligari og
átrúnaðarligari síðu. Seinni hava rannsóknir
innan fyri ymiskar vísindagreinir sum t.d.
jarðfrøði, dýrafrøði og læknafrøði við nýggj-
ari tøkni prógvað hansara niðurstøður, og
menningarástøðið er viðurkent sum vísinda-
ligt ástøði. Men hugmyndafrøðiliga heldur
stríðið fram. Tann nýggjasta royndin at úti-
hýsa menningarástøðinum frá undirvísingini
i skúlum og øðrum lærustovnum er at fáa
tað, sum verður rópt intelligent design við-
urkent sum vísindaligt ástøði.
Creinin fer við støði í trimum bókmenta-
ligum tekstum at viðgera ymisk brigdi í tí
Fróðskaparrit 57. bók 2009: 77-88