Fróðskaparrit - 01.01.2009, Page 89

Fróðskaparrit - 01.01.2009, Page 89
THETHEORY OF EVOLUTION AND IDEOLOGY 87 Men sum tíðin gongur, koma nýggj granskingarúrslit, samfelagið verður støðugt meira komplekst, tørvurin á útbúnum fólki veksur, brúk er fyri øllum kreftum, bæði kvinnum og monnum. Congdin hevur m.a. havt við sær, at tað ikki er tann kropsliga styrkin, sum er avgerandi fyri, hvussu væl skikkað eitt fólk er til eitt ávíst arbeiði, nýggj tøkni krevur serútbúgvin fólk. Granskingin innan fyri sálarfrøði og neurologi hevur koll- velt okkara mynd av persónmenskuni. Menn og kvinnur eru framvegis ymisk, men tað ber ikki til at brúka vísindini til at grundgeva fyri, at maðurin skal vera betur skikkaður til at stýra á nøkrum øki. Tvørturímóti er eitt nú tann amerikanski sálarfrøðingurin Howard Gardner (f. 1943) komin fram til eitt ástøði, sum sigur, at øll menniskju hava sjey sløg av intelligensi, sum eru ment ymiskt og sett saman ymiskt frá fólki til fólk, men tað er ikki kynið, sum er tað avgerandi. Robert Louis Stevenson var á rættari leið, tá ið hann í Dr. Jekyll og Mr. Hyde segði, at maðurin verður kendur sum eitt pinku- samfeiag við mongum ósambceriligum og sjálvstøðugum verum.33 Men tann siðbundna hugmyndafrøðin hevur sterkar røtur í okkara mentan, tí tá ið sam- anum kemur, snýr tað seg ikki um vitan og sannleikar, tað snýr seg um tamarhald og vald, og í so máta er støðan ikki nógv broytt, hóast amboðini ikki eru tey somu. Síðan tann kopernikanska heimsmyndin flutti Gud °g himmalin niður á jørðina, er, sum vit hava saeð, ein verjugarður fyri og annar eftir í tí Patriarkalska verndarvirkinum fallin. So hvat er til ráðar at taka? Intelligent design. Tá ið skapanarsøgan í Bíbliuni ikki verður viður- kend sum kelda til at greina lívsins uppruna, tí hon ikki byggir á vísindaligt grundarlag, so er næsta stig atgera hana vísindaliga. í USA hava verið fleiri rættarmál um henda spurn- ing, enntá í hægstarætti. Tað seinasta var í Dover í Pennsylvania í 200534. Sakin kom av, at foreldur til næmingar í einum skúla í býnum ikki vildu góðtaka, at inteUigent design skuldi leggjast fram sum vísindaliga grundað alternativ til menningarástøðið eftir Darwin. Dómurin varð ein ósigur afturat fyri inteUigent des/gn-viðhaldsfólkini, og grund- gevingin var tann sama sum áður: intelligent design er ikki vísindaliga grundað, tað er ein átrúnaðarlig konstruktión. Higartil hevur tað ikki eydnast at troðka menningarlæruna úrskúlunum, men roynd- irnar halda fram, bæði í Amerika og Europa. Nýliga, í 2006, hava viðhaldsfólkini fingið stuðul fra fundamentalistiskari, islamiskari síðu. Ein turkiskur rithøvundur og handils- maður35 hevur sent eina bók ókeypis til skúl- ar og stovnar í nógvum londum, har menn- ingarlæran verður lýst sum eitt falsum. Fær intelligent design innivist á skúlum og lærdum stovnum og verður viðurkent sum ástøði á jøvnum føti við vísindalig ástøði sum menn- ingarlæruna, venda vit hugmyndafrøðiliga aftur til miðøldina og noyðast at byrja umaftur. Bókmentir Brix, K. 2002. Dialog i Babelstárnet. Føroya Fróðskap- arfelag. Supplementum XXXIV. Buskes, C. 2008. Evolutionár denken. Primus Verlag. Dahlerup, P. 1983. Det moderne gennembruds kvin- der. Gyldendal. Darwin, C. 2008: Arternes oprindelse. (1859). Jørgen Paludans Forlag. Darwin, C. 1909: Menneskets Afstamning og Par- ringsvalget. (1871). Gyldendalske Boghandel
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160
Page 161
Page 162
Page 163
Page 164
Page 165
Page 166
Page 167
Page 168
Page 169
Page 170
Page 171
Page 172
Page 173
Page 174
Page 175
Page 176
Page 177
Page 178
Page 179
Page 180
Page 181
Page 182
Page 183
Page 184
Page 185
Page 186
Page 187
Page 188
Page 189
Page 190
Page 191
Page 192
Page 193
Page 194
Page 195
Page 196
Page 197
Page 198
Page 199
Page 200
Page 201
Page 202
Page 203
Page 204
Page 205
Page 206
Page 207
Page 208
Page 209
Page 210
Page 211
Page 212
Page 213
Page 214
Page 215
Page 216

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.