Fróðskaparrit - 01.01.1962, Side 4
10
Blak
Frísamál, bæði fyri norðan og fyri vestan, hava einki
orð, sum líkist teimum nevndu týsku ella ensku. A norður*
frísiskum eitur blak ðne ella (á Sild) óórter, sum Peter
Jørgensen sigur mær. í vesturfrísiskum er, sigur J. H.
Brouwer, supe(n) einasta orðið. Viðvíkjandi hesum sein*
asta orðinum, sbr. norskt saup.
Tíverri noyðist eg her at goyma tað tilfarið, sum eg havi
savnað úr øðrum málum. Og vit fara nú at spyrja: hvar
finna vit hitt føroyska orðið blak aftur?
Londini eru hesi: Hjaltland, Orknoyggjar, skotska megin*
landið (bæði í geliskum og skotskenskum), Suðuroyggjar
og írland, men ikki Isle of Man.
Vit vita ikki við vissu, um hjaltlendskt bleddik og orkn*
oyskt blatho (th er her sagt: ð) eru komin úr lágskotskum
ella eru forn orð har. Orðið, av fyrstu tíð geliskt, kom
tíðliga inn í summar lágskotskar dialektir, elsta dømið í
skrift er tó so ungt sum 16. øld (bledoch); úr 18. øld eru
dømi úr ymsum landspørtum nevnd í SND. Lágskotsku
formarnir eru blad(d)och, bled(d)och, bladdo og bladda. —
í skotskgeliskum er bláthach enn í dag navnið á blaki.
Um orðið bláthach í írlandi havi eg frá C. R. Ó Cleirigh
(University College, Dublin) fingið hetta at vita: Orðið
er sagt [’bla:hax] (fyri sunnan) ella (fyri vestan og norðan)
[bla:x], tað er til í øllum dialektum, og merkingin er alla*
staðni »buttermilk«. Orðið er sera fornt í írskum, elstu
dømini eru úr fornírskum lógtekstum, men um merkingina
tá kunnu vit ikki við fullari vissu siga annað, enn at tað
merkir eitt slag av mjólk. Dømi (úr fornøld, eisini miðøld):
»1) Ochtar ocus lemlacht ocus draumce nó bláthach (’cream
and newmilk and skirmmilk or buttermilk’), Crith Gablach
(lógtekstur tíðliga úr 8. øld, útgivið hevur D. A. Binchy,
1941), p. 76.
2) Lite blaithi^he no uisce do macuib na ngrad feine (’stir*
about made on buttermilk or water for the sons of the
Feine grades’),' Ancient Laws of Ireland, vol. ii, p. 148.
3) ni bu deog de blathaig (’not a drink of buttermilk’),