Fróðskaparrit - 01.01.2009, Page 19

Fróðskaparrit - 01.01.2009, Page 19
HELIGOLAND AND THE NORWEGIAN ISLANDS IN THE NORTH ATLANTIC 17 hvørt bar hetta ikki til, men fyri at halda uppi hesari ímyndan, varð tá tann loysn vald, at partarnir býttu um landaøki. í so máta høvdu samráðingarmenninir rættiliga vítt boð, tí teir kundu altíð føra fram, at báðir partar høvdu latið nakað og fingið okkurt annað afturfyri. Ein nágreinilig meting av virðinum er altíð ring at gera og hevur ikki stóran týdning í einum føri sum hesum, tá ið endamálið er greitt: at koma fram til ein sáttmála, báðir partar kunnu undirrita. Tað var henda loysn, sum varð sett í verk tann 14. januar 1814. Semjan í samráðingunum um friðin Danmarkar og Svøríkis millum var ikki so nógv at ivast í. Við brævi dagsett 7. januar 1814 hevði danski samráðingarleiðarin vegna Fríðrik kong VI boðað samráðingarleiðara svia frá, at hann læt frá sær Noreg við øllum rættindum tess (S. M. engage a ceder par la Traite de Paix a conclure, le Royaume de Norvege avec les droits qu' elle y a.), og at Svøríki afturfyri skuldi lata tað, sum sviakongur átti handan Eystrasalt: hertogadømið Pommern og fúrstadømið Rugen (Wollebæk, 1928; 155). Eitt sindur øðrvísi var við samráðing- unum við Stórabretland. Bretar vóru til reið- ar at sleppa øllum tí, teir undir krígnum høvdu tikið frá Danmørk - við einum und- antaki! Teir vildu hava ein part av hertoga- døminum Slesvík, nevnliga ta 0,8 ferkilomet- ur stóru oynna Helgoland (Nørregárd, 1954; 176). Danski samráðingarleiðarin, Edmund Bourke (1761-1821), hevði frá stjórn síni fingið eina instruks, sum segði, at bretar kundu sleppa at verða í Helgolandi, sum teir høvdu tikið í 1807, og í Anholt, sum teir høvdu tikið í 1809, men bert til kríggið var av. Til fánýtis hevði hann spurt uttanríkisráð- harra sín, Niels Rosenkrantz (1757-1824), hvørja støðu hann skuldi taka, um bretar ikki vildu lata hesar oyggjar frá sær (Nørregárd, 1954; 153 f.). Henda tøgn er ring at skilja. Anholt hevði ikki nógv upp á seg, nú friður kom í lag, men Helgoland var framvegis týdningarmik- ið. Har høvdu bretar gjørt íløgur í skansar og havn fyri fímmhundrað túsund pund, og har høvdu næstan tvey hundrað bretskir keyp- menn havt sítt virksemi, meðan Napoleon setti álit sítt á meginlandsforðingina (Anna Agnarsdóttir 2008, 106). Enn var Napoleon við valdið, og franskir hermenn høvdu støð í Hamborg. Tað kundi tí ikki útilokast, at bretar fóru at verða trekir at sleppa hesi herstøð. Bæði sviar og bretar vistu, at danski sam- ráðingarleiðarin hevði fulltrú til at skriva undir friðarsáttmálan, men at hann kundi krevja at leggja málið fyri stjórn sína, um nak- að ivamál kom upp. Tað kundi seinka sam- ráðingunum nakrar dagar. Fríðrikur kongur VI var staddur á Hindsgavl slotti beint vestan fyri Middelfart á Fjóni. Hvussu skjótt atborið varð, tók tað tó meginpartin av einum samdøgri at fáa boð fram til hansara, og stjórnin skuldi eisini hava tíð at viðgera mál- ið. Sviar eins væl og bretar høvdu illbata av, at danir í veruleikanum ikki vóru heilhjart- aðir fyri friði, tí teir vónaðu, at okkurt fór at taka seg upp, sum kundi bjarga teimum undan vanlukkuni, sum hevði rakt teir. Men tann 13. januar boðaði Thornton skrivliga Bourke frá, at kravið um Helgoland ikki var til at vika (Nørregárd, 1954; 177). Heldur enn at biðja um loyvi til at fáa
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160
Page 161
Page 162
Page 163
Page 164
Page 165
Page 166
Page 167
Page 168
Page 169
Page 170
Page 171
Page 172
Page 173
Page 174
Page 175
Page 176
Page 177
Page 178
Page 179
Page 180
Page 181
Page 182
Page 183
Page 184
Page 185
Page 186
Page 187
Page 188
Page 189
Page 190
Page 191
Page 192
Page 193
Page 194
Page 195
Page 196
Page 197
Page 198
Page 199
Page 200
Page 201
Page 202
Page 203
Page 204
Page 205
Page 206
Page 207
Page 208
Page 209
Page 210
Page 211
Page 212
Page 213
Page 214
Page 215
Page 216

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.