Fróðskaparrit - 01.01.2009, Qupperneq 19
HELIGOLAND AND THE NORWEGIAN ISLANDS IN THE NORTH ATLANTIC
17
hvørt bar hetta ikki til, men fyri at halda uppi
hesari ímyndan, varð tá tann loysn vald, at
partarnir býttu um landaøki. í so máta
høvdu samráðingarmenninir rættiliga vítt
boð, tí teir kundu altíð føra fram, at báðir
partar høvdu latið nakað og fingið okkurt
annað afturfyri. Ein nágreinilig meting av
virðinum er altíð ring at gera og hevur ikki
stóran týdning í einum føri sum hesum, tá ið
endamálið er greitt: at koma fram til ein
sáttmála, báðir partar kunnu undirrita.
Tað var henda loysn, sum varð sett í verk
tann 14. januar 1814.
Semjan
í samráðingunum um friðin Danmarkar og
Svøríkis millum var ikki so nógv at ivast í. Við
brævi dagsett 7. januar 1814 hevði danski
samráðingarleiðarin vegna Fríðrik kong VI
boðað samráðingarleiðara svia frá, at hann
læt frá sær Noreg við øllum rættindum tess
(S. M. engage a ceder par la Traite de Paix a
conclure, le Royaume de Norvege avec les
droits qu' elle y a.), og at Svøríki afturfyri
skuldi lata tað, sum sviakongur átti handan
Eystrasalt: hertogadømið Pommern og
fúrstadømið Rugen (Wollebæk, 1928; 155).
Eitt sindur øðrvísi var við samráðing-
unum við Stórabretland. Bretar vóru til reið-
ar at sleppa øllum tí, teir undir krígnum
høvdu tikið frá Danmørk - við einum und-
antaki! Teir vildu hava ein part av hertoga-
døminum Slesvík, nevnliga ta 0,8 ferkilomet-
ur stóru oynna Helgoland (Nørregárd, 1954;
176).
Danski samráðingarleiðarin, Edmund
Bourke (1761-1821), hevði frá stjórn síni
fingið eina instruks, sum segði, at bretar
kundu sleppa at verða í Helgolandi, sum teir
høvdu tikið í 1807, og í Anholt, sum teir
høvdu tikið í 1809, men bert til kríggið var av.
Til fánýtis hevði hann spurt uttanríkisráð-
harra sín, Niels Rosenkrantz (1757-1824),
hvørja støðu hann skuldi taka, um bretar ikki
vildu lata hesar oyggjar frá sær (Nørregárd,
1954; 153 f.).
Henda tøgn er ring at skilja. Anholt
hevði ikki nógv upp á seg, nú friður kom í lag,
men Helgoland var framvegis týdningarmik-
ið. Har høvdu bretar gjørt íløgur í skansar og
havn fyri fímmhundrað túsund pund, og har
høvdu næstan tvey hundrað bretskir keyp-
menn havt sítt virksemi, meðan Napoleon
setti álit sítt á meginlandsforðingina (Anna
Agnarsdóttir 2008, 106). Enn var Napoleon
við valdið, og franskir hermenn høvdu støð í
Hamborg. Tað kundi tí ikki útilokast, at
bretar fóru at verða trekir at sleppa hesi
herstøð.
Bæði sviar og bretar vistu, at danski sam-
ráðingarleiðarin hevði fulltrú til at skriva
undir friðarsáttmálan, men at hann kundi
krevja at leggja málið fyri stjórn sína, um nak-
að ivamál kom upp. Tað kundi seinka sam-
ráðingunum nakrar dagar. Fríðrikur kongur
VI var staddur á Hindsgavl slotti beint vestan
fyri Middelfart á Fjóni. Hvussu skjótt atborið
varð, tók tað tó meginpartin av einum
samdøgri at fáa boð fram til hansara, og
stjórnin skuldi eisini hava tíð at viðgera mál-
ið.
Sviar eins væl og bretar høvdu illbata av,
at danir í veruleikanum ikki vóru heilhjart-
aðir fyri friði, tí teir vónaðu, at okkurt fór at
taka seg upp, sum kundi bjarga teimum
undan vanlukkuni, sum hevði rakt teir.
Men tann 13. januar boðaði Thornton
skrivliga Bourke frá, at kravið um Helgoland
ikki var til at vika (Nørregárd, 1954; 177).
Heldur enn at biðja um loyvi til at fáa