Fróðskaparrit - 01.01.2009, Page 21
HELIGOLAND AND THE NORWEGIAN ISLANDS IN THE NORTH ATLANTIC
19
tá tað var moralskt andstyggiligt (ett mera
frán alla skrupler frigjort verktyg fór de god-
tyckligaste átgárder frán de magtágandes
sida, án Wetterstedt... visade sig vara, kan vál
svárligen uppletas (Nordisk Familjebok 2.
útgáva 1904-1926)). Tá hugsað verður um, at
gamalt er, at ein diplomatur er ein maður,
sum fær løn fyri at lúgva fyri sítt land, er
hetta ein merkisverd útsøgn, sum vísir, at
Wetterstedt hevur staðið seg væl í hesi hørðu
kapping. Frá 1812 var hann í verki uttanríkis-
ráðharri, og frá 1824 til sín deyð var hann tað
eisini at navni.
Men tann, sum alt snúði seg um í Kiel,
tann maður, sum fekk øll uppkast til góð-
kenningar, áðrenn tey vórðu løgd fram, og
sum sambært Bourke skuldi ganga við til
hvørja broyting í minstu smálutum (Nørre-
gárd 1954, 165-67), var Karl Johan (1763-
1844), oddamaður í tí svenska-russiska heri,
sum ein mánað frammanundan var komin
sum eitt óløgi yvir um holsteinska suður-
markið. Hann var staddur á slottinum i Kiel,
har samráðingarnar fóru fram.
Karl Johan var føddur í suðurfranska bý-
num Pau og fekk navnið Jean Bernadotte. Av
tí at ein eldri bróðir hansara æt Jean, men var
uppkallaður eftir Jóannesi evangelistinum,
varð hann, sum var uppkallaður eftir Jóann-
esi doyparanum, ofta róptur Jean Baptiste.
Faðirin var sakførari, og ætlanin var, at Jean
skuldi taka við í hesum yrki, men tað vildi
hann ikki, og tá hann var seytjan, fór hann
sjálvboðin upp í franska herin. Tá kollvelt-
ingin brast á í 1789, gjørdist tað møguligt hjá
ikki-aðalsmonnum at fáa hægri tign í herin-
um, og skjótt varð hann oddamaður. Tá ið
Napoleon gjørdist keisari í 1804, útnevndi
hann nakrar av sínum fremstu herovastum
til marskálkar, og var Bernadotte ein teirra.
Hann var tó ikki heilhugaður viðhaldsmaður
Napoleons, og tá tilboðið kom úr Svøríki um
at gerast ríkisarvingi, tók hann av, m. a. fyri
at sleppa undan at ganga keisaranum til
handa.
Eftir at hann var komin til Svøríkis og
hevði fingið sær navnið Karl Johan, hendi
einki í uttanríkispolitikkinum, uttan at hann
var uppií, og í veruleikanum tók hann av-
gerðirnar. Sviar høvdu valt hann til ríkisarv-
inga, tí teir hildu, at hann kundi hjálpa teim-
um at vinna Finnland aftur frá Russlandi.
Hetta skuldi henda í samstarvi við Napoleon.
Men Karl Johan læt seg ikki taka av fótum av
sigrunum hjá Napoleon. Hann helt seg síggja,
at fólk í øllum Evropa vendu sær frá keisara-
num, og at mikla vald hansara stóð fyri falli.
Eftir at Napoleon tíðliga í 1812 hertók tað,
Svøríki átti í Norðurtýsklandi, fekk Karl Johan
undirtøku fyri at bjóða Russlandi samgongu.
Semja var um, at Svøríki ikki skuldi fáa Finn-
land aftur frá Russlandi, men hinvegin fáa
Noreg burtur úr donsku-norsku uniónini.
Eftir at Napoleon í 1812 tapti í Russlandi,
fekk Karl Johan í 1813 eisini samgongur við
somu ásetingum í lag við Stórabretland og
Prussland. Men smátt gekst at fáa Noreg, so
sum hesi lond høvdu givið honum lyfti um.
Karl Johan var bráðtonktur maður. Hann
kundi mestsum av handahógvi leggja fram
stórar ætlanir, og aftraðist ikki, tá umráddi at
røkka teimum málum, hann hevði sett sær.
Hinvegin dugdi hann sera væl at skyna á,
hvat ið bar til og hvat ikki, og tá ið á stóð,
dugdi hann sera væl at laga ætlanir sínar eftir
tí, sum møguligt var.
Hann var føddur leiðari og dugdi væl at
fáa onnur at fylgja sær. Hann fekk hermenn
sínar at seta lív í váða. Hann var ein tølandi
vinur, og fyri ein mann sum Thornton var