Fróðskaparrit - 01.01.2009, Side 21

Fróðskaparrit - 01.01.2009, Side 21
HELIGOLAND AND THE NORWEGIAN ISLANDS IN THE NORTH ATLANTIC 19 tá tað var moralskt andstyggiligt (ett mera frán alla skrupler frigjort verktyg fór de god- tyckligaste átgárder frán de magtágandes sida, án Wetterstedt... visade sig vara, kan vál svárligen uppletas (Nordisk Familjebok 2. útgáva 1904-1926)). Tá hugsað verður um, at gamalt er, at ein diplomatur er ein maður, sum fær løn fyri at lúgva fyri sítt land, er hetta ein merkisverd útsøgn, sum vísir, at Wetterstedt hevur staðið seg væl í hesi hørðu kapping. Frá 1812 var hann í verki uttanríkis- ráðharri, og frá 1824 til sín deyð var hann tað eisini at navni. Men tann, sum alt snúði seg um í Kiel, tann maður, sum fekk øll uppkast til góð- kenningar, áðrenn tey vórðu løgd fram, og sum sambært Bourke skuldi ganga við til hvørja broyting í minstu smálutum (Nørre- gárd 1954, 165-67), var Karl Johan (1763- 1844), oddamaður í tí svenska-russiska heri, sum ein mánað frammanundan var komin sum eitt óløgi yvir um holsteinska suður- markið. Hann var staddur á slottinum i Kiel, har samráðingarnar fóru fram. Karl Johan var føddur í suðurfranska bý- num Pau og fekk navnið Jean Bernadotte. Av tí at ein eldri bróðir hansara æt Jean, men var uppkallaður eftir Jóannesi evangelistinum, varð hann, sum var uppkallaður eftir Jóann- esi doyparanum, ofta róptur Jean Baptiste. Faðirin var sakførari, og ætlanin var, at Jean skuldi taka við í hesum yrki, men tað vildi hann ikki, og tá hann var seytjan, fór hann sjálvboðin upp í franska herin. Tá kollvelt- ingin brast á í 1789, gjørdist tað møguligt hjá ikki-aðalsmonnum at fáa hægri tign í herin- um, og skjótt varð hann oddamaður. Tá ið Napoleon gjørdist keisari í 1804, útnevndi hann nakrar av sínum fremstu herovastum til marskálkar, og var Bernadotte ein teirra. Hann var tó ikki heilhugaður viðhaldsmaður Napoleons, og tá tilboðið kom úr Svøríki um at gerast ríkisarvingi, tók hann av, m. a. fyri at sleppa undan at ganga keisaranum til handa. Eftir at hann var komin til Svøríkis og hevði fingið sær navnið Karl Johan, hendi einki í uttanríkispolitikkinum, uttan at hann var uppií, og í veruleikanum tók hann av- gerðirnar. Sviar høvdu valt hann til ríkisarv- inga, tí teir hildu, at hann kundi hjálpa teim- um at vinna Finnland aftur frá Russlandi. Hetta skuldi henda í samstarvi við Napoleon. Men Karl Johan læt seg ikki taka av fótum av sigrunum hjá Napoleon. Hann helt seg síggja, at fólk í øllum Evropa vendu sær frá keisara- num, og at mikla vald hansara stóð fyri falli. Eftir at Napoleon tíðliga í 1812 hertók tað, Svøríki átti í Norðurtýsklandi, fekk Karl Johan undirtøku fyri at bjóða Russlandi samgongu. Semja var um, at Svøríki ikki skuldi fáa Finn- land aftur frá Russlandi, men hinvegin fáa Noreg burtur úr donsku-norsku uniónini. Eftir at Napoleon í 1812 tapti í Russlandi, fekk Karl Johan í 1813 eisini samgongur við somu ásetingum í lag við Stórabretland og Prussland. Men smátt gekst at fáa Noreg, so sum hesi lond høvdu givið honum lyfti um. Karl Johan var bráðtonktur maður. Hann kundi mestsum av handahógvi leggja fram stórar ætlanir, og aftraðist ikki, tá umráddi at røkka teimum málum, hann hevði sett sær. Hinvegin dugdi hann sera væl at skyna á, hvat ið bar til og hvat ikki, og tá ið á stóð, dugdi hann sera væl at laga ætlanir sínar eftir tí, sum møguligt var. Hann var føddur leiðari og dugdi væl at fáa onnur at fylgja sær. Hann fekk hermenn sínar at seta lív í váða. Hann var ein tølandi vinur, og fyri ein mann sum Thornton var
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119
Side 120
Side 121
Side 122
Side 123
Side 124
Side 125
Side 126
Side 127
Side 128
Side 129
Side 130
Side 131
Side 132
Side 133
Side 134
Side 135
Side 136
Side 137
Side 138
Side 139
Side 140
Side 141
Side 142
Side 143
Side 144
Side 145
Side 146
Side 147
Side 148
Side 149
Side 150
Side 151
Side 152
Side 153
Side 154
Side 155
Side 156
Side 157
Side 158
Side 159
Side 160
Side 161
Side 162
Side 163
Side 164
Side 165
Side 166
Side 167
Side 168
Side 169
Side 170
Side 171
Side 172
Side 173
Side 174
Side 175
Side 176
Side 177
Side 178
Side 179
Side 180
Side 181
Side 182
Side 183
Side 184
Side 185
Side 186
Side 187
Side 188
Side 189
Side 190
Side 191
Side 192
Side 193
Side 194
Side 195
Side 196
Side 197
Side 198
Side 199
Side 200
Side 201
Side 202
Side 203
Side 204
Side 205
Side 206
Side 207
Side 208
Side 209
Side 210
Side 211
Side 212
Side 213
Side 214
Side 215
Side 216

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.