Fróðskaparrit - 01.01.2009, Page 32

Fróðskaparrit - 01.01.2009, Page 32
30 KYN OC MÁLSLIGUR HUCBURÐUR TIL FØROYSKA TALAÐA FRÁBRIGDIÐ - NAKRAR ÁBENDINCAR hava eitt sett av spurningum og eitt sett av svørum, ið fólkini velja í. Úr hesum kann so prosentpartur verða roknaður fyri hvønn bólkin, ið talan er um, fyri at siga nakað um bólkar mótvegis heild. Samrøðurnar við heimildarfólkini til ritgerðina snúðu seg um sjey spurningar, fyri at øll skuldu tosa um somu evni. Fyri at fáa opnar samrøður í lag, har heimildarfólkini tosaðu frítt við egnum orðum, vórðu eingi svør givin at velja í. Hetta var týðandi fyri ta kanningina fyri at lýsa, um fólk í fríðari sam- røðu valdu ávikavist 'nýggj ensk tøkuorð’, 'altjóða orð', 'danismur’ ella 'føroysk nýggj- yrði' í sínum nátúrliga máli. Sostatt er eingin 'heild’ at rokna út, sum kann nýtast til at lýsa í prosentum, 'hvat einstaklingar hava svarað’, og tí kunnu álítandi signifikansrokningar neyvan gerast úr tilfarinum. Av hesum sama verður tískil orðaskifti gjørt í staðin um rák í bólkunum av heimildarfólkum. Hetta verður gjørt við at samanbera títtleikan av áður- nevndu sløgum av orðum. Samanbering- arnar millum bólkar verða gjørdar við brigdl- unum a) kyn og b^) stig av útbúgving, sam- eint við b2) um útbúgvingin er tikin heima í Føroyum ella uttanlands sum grundarlag fyri bólkingina av fólkunum. Við at hyggja at orðavali í teimum ymisku bólkunum a) kvinnur mótvegis monnum, og b) styttri út- búgving mótvegis langari útbúgving fyri at seta úrslit upp ímóti hvørjum øðrum, verður roynt at lýsa eitt rák, ið kann sigast at vera at finna í hesi lítlu fjøldini av 60 fólkum. Sostatt er ikki gjørligt at siga, um munir- nir, ið eru funnir, eru signifikantir í samfelag- num sum heild. Heldur man kunna sigast, at tað, ið er funnið, gevur ábendingar, ið kunnu vera áhugaverdar at lýsa - vátta ella avsanna - við øðrum slagi av kanningum. Heldur ikki til pinkukanningina eru signi- fikanskanningar gjørdar, tó at spurningahátt- ur við svørum egnar seg til tílíkar útrokn- ingar. Men við einans tjúgu fólkum vera signi- fikansrokningar ongantíð heilt eftirfarandi, og tær vórðu ikki gjørdar her. Pinkukanning- in er sostatt ikki gjørd fyri at lýsa, um mun- irnir millum svørini frá kvinnum og monn- um eru signifikantir, men helst fyri at kunna siga eitt sindur meir um málnýtslu (ið kemur fram í samrøðunum) mótvegis hugburði, tá fólk verða spurd. Hugsandi er, at svørini kunnu siga eitt sindur um, hvussu rákið er í 2009 samanborið við tað, ið tyktisk koma fram í kanningini til meistararitgerðina í 2006. 3.0 ÁSTØÐI: MÁLBRIGDI OG SAMFELAGSBÓLKAR 3.1 Brot úr bókmentum um evnið 'samfelagsbólkar og val av frá- brigdi’ í altjóða høpi hevur rættiliga nógv verið skrivað um samfelagsbólkar og mál. Felags fyri fyrstu kanningarnar (heilt upp í 60- og 70-árini) vóru uppáhald og ástøði um, at málið hjá fólki í lægri samfelagsbólkum lagar seg eftir málinum, ið verður nýtt av fólki á hægri sosiobúskaparligum stigi, tí hetta seinra hevur almenna virðing í samfelagnum. Eitt uppáhald hevur so eisini verið, at kvinnur í størri mun enn menn laga mál sítt eftir standardfrábrigdinum við almennari virðing. Eitt annað ástøði hevur eisini verið, at tey staðbundnu málførini hava fjalda virðing, og - hóast undir trýsti frá standardfrábrigdin- um - verða tey nýtt á sínum økjum, tá mál- brúkarar vilja vísa tekin um samleika og sam- hald. labov (1990: 210, 213, 215) tekur sam-
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160
Page 161
Page 162
Page 163
Page 164
Page 165
Page 166
Page 167
Page 168
Page 169
Page 170
Page 171
Page 172
Page 173
Page 174
Page 175
Page 176
Page 177
Page 178
Page 179
Page 180
Page 181
Page 182
Page 183
Page 184
Page 185
Page 186
Page 187
Page 188
Page 189
Page 190
Page 191
Page 192
Page 193
Page 194
Page 195
Page 196
Page 197
Page 198
Page 199
Page 200
Page 201
Page 202
Page 203
Page 204
Page 205
Page 206
Page 207
Page 208
Page 209
Page 210
Page 211
Page 212
Page 213
Page 214
Page 215
Page 216

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.