Fróðskaparrit - 01.01.2009, Page 47

Fróðskaparrit - 01.01.2009, Page 47
GENDER AND LINGUISTIC ATTITUDES TOWARD VARIATIONS IN CONVENTIONAL FAROESE LANGUAGE USAGE - SOME TRENDS 45 5.0 VIGERÐ AVTILFARINUM 5.1 Um mál og útbúgving Rættiliga kent er, at útbúgving hevur ávirkan á málburð. Ikki nógv er skrivað um føroysk viðurskifti, men kanningin hjá Jacobsen í samband við doktararitgerð (2008) vísir, at ymiskur hugburður er í bólkum við longri mótvegis styttri útbúgving. í stóru norður- lendsku verkætlanini um nútímans ensk tøkuorð, ið ritgerðin hjá Jacobsen er ein part- ur av, kemur fram, at hugburður til mál verð- ur ávirkaður av útbúgving, tó eru ávísir mun- ir millum londini (Kristiansen and Vikør, 2006). Úr Føroyum verður sagt frá, at jú longri útbúgving fólkini hava, meir jaligan hugburð hava tey til enskt í gerandisdegnum (Jacobsen, 2006: 51). í norska partinum av kanningini verður sagt, at bólkurin av teim- um elstu í størri mun tekur undir við mál- reinsanarstevnu, meðan tey við hægstu løn- unum, ið helst eru tey við hægstu útbúgving, hava mest jaligan hugðburð til enskt (Vikør, 2006:66,69). Hann sigur rákið vera heilt týði- ligt; málreinsanarhugburðurin lækkar við hægri útbúgving (Ibid.: 71). Undan hesum finna vit úr norska samfelagnum dømi hjá Haugen (1998) um, at hægri útbúgving hevði ikki ávirkað málførið hjá sogndølum, meðan vit, hinvegin, finna hjá Omdal ábendingar um, at mer utdanning kan gi større spráklig sik- kerhet, slik at den tryggheten som utdan- ning og studier kan gi en person, kan føre til at ogsá spráket i mindre grad er utsatt for press (Omdal, 1994:169). Omdal leggur tó dent á, at talið á heimildar- fólkunum er lágt, og hann vil tískil ikki seta fram fast uppáhald hesum viðvíkjandi. Vit eiga eisini at leggja til merkis, at allir eru menn, ið sigast hava henda tryggleika "som utdanning og studier kan gi en person”, og sum tyktust halda fastari um staðbundna málførið (Ibid.). Onnur dømi eru eisini at fmna í norskum kanningum, ið geva øvut úrslit viðvíkjandi útbúgving og vali av málføri ella frábrigdi, og Helge Sandøy professari á universitetinum í Bergen sigur, at í Noregi "er det ikkje opplagt kva veg utslaget gár".7 Um føroysku viðurskiftini sigur Jacobsen (2008), at "Nýtslan av enskum veksur upp gjøgnum útbúgvingarbólkarnar, meðan tøl- ini fyri tey, ið als ikki hava nýtt enskt, falla". Hetta er sjálvandi so, tí at starvi hjá teimum við hægri útbúgving krevur, at tey nýta enskt í samskiftinum við útheimin, men Jacobsen sigur eisini, at "purisman fær størst undirtøku millum teirra, ið hava stutta útbúgving" (Jacobsen, 2008: 108). Eisini hjá heimildar- fólkunum í meistararitgerðini hjá mærtyktist týðiligur munur at vera millum teir báðar bólkarnar av fólki við langari og styttri út- búgving viðvíkjandi hugburði til tøkuorð og nýggjyrði (Pauladóttir, 2006: 76). Spurning- urin er so, um málið hjá fólkunum veruliga endurspeglar hugburð teirra til málreins- anarstevnu (purismu) og málvarðveitslu. Vit fara at venda aftur til hetta evnið, men fyrst skal eitt sindur verða sagt um útbúgving og ávirkan á málið hjá teimum við hægri út- búgving í øðrum samfeløgum við skiftismæli, harumframt verður hugt meir nágreiniliga at ritmyndunum til hesa greinina. Al-Wer (1997) gevur yvirlit um niður- støðu av kanningum í fleiri arabiskum sam- feløgum við skiftismæli (Bahrain, Baghdad, Jordan, Mecca, Tunis), og hjá henni finna vit frágreiðing um, at hóast fólk venda heim-
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160
Page 161
Page 162
Page 163
Page 164
Page 165
Page 166
Page 167
Page 168
Page 169
Page 170
Page 171
Page 172
Page 173
Page 174
Page 175
Page 176
Page 177
Page 178
Page 179
Page 180
Page 181
Page 182
Page 183
Page 184
Page 185
Page 186
Page 187
Page 188
Page 189
Page 190
Page 191
Page 192
Page 193
Page 194
Page 195
Page 196
Page 197
Page 198
Page 199
Page 200
Page 201
Page 202
Page 203
Page 204
Page 205
Page 206
Page 207
Page 208
Page 209
Page 210
Page 211
Page 212
Page 213
Page 214
Page 215
Page 216

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.