Fróðskaparrit - 01.01.1996, Side 4
8
V ÁGAMÁLFØRI
at hon hevur fingið økt rúm at virka í. Aðra-
staðni er tað analogi sum í [moailtiqg] Mál-
ting <— [moa:l-] mál-.
Viðmerking 2.
í einum orði sum [bændt] bóndi, ið hevur
tann stytta variantin í øllum bendingarmynd-
unum, ber ikki til at siga, um [æ] er variantur
av /eu:/ ó ella /ø:/ø. Heldur ikki ber til at siga,
um [o] í [osd| ást lost (hvønnf. av ostur ), er
variantur av /oaj á ella /o:/o. Sama geldur
fyri [e] í ['jesd.mena] reystmenni. Tað kann
vera tann stytti varianturin av antin /ei:/ ey
ella /e:/ e. Ein annar greiningarháttur er at
siga, at tey styttu ljóðini eru serstøk fonem,
og ikki partar av teimum longu fonemunum,
har tey ongastaðni síggjast í yvirborðsmynd-
anini. Dømi sum [jei:jcoj] reyður [je'd:] reytt
eru so at skilja sum morfofonematisk skifti.
Hetta verður skotið upp í 4.8. Myndin verður
aftur fløktari, um sjálvljóðalongdin í inn-
læntum orðum eins og nuansa mótsett
nuansera verður tikin við. Tað fyrra er
[nu ansa] nuansa við einum [u], sum ikki er
[oa], men heldur ikki líkt longum [u:] í
[.nui.an’seira] nuansera. Ljóðið [u] í nuansa
er tað sama, sum í ['egvujhja] ógvuliga *.
Lutfallið millum nøkur long og stutt
sjálvljóð íføroyskum
Rischel (1964) hevur inátað lutfallið í før-
oyskum ímillum tey longu ljóðini /i:, e:,
ea://, e, alæ og teir styttu variantamar [i, e,
a]. Tað vísti seg, at [t], ið er tann stytti vari-
anturin av /i:/, hevur nøkulunda sama opn-
ingarstig sum /e:/. Tann stytti varianturin
hjá /e:/ e, t.e. [e], hevur sama opningarstig
sum [ea:], meðan tann stytti varianturin hjá
/ea:/ a/æ, so aftur er opnari. (Rischel, 1964:
112). Hóast henda ljóðliga veruleika, so
kenna vit t.d. [e] aftur sum eitt /e/, og ikki
sum hoyrandi til /ea:/. Henda greiningin hjá
Rischel endurspeglar eisini tann málsliga
veruleikan í VM.
Long einljóð
VM hevur hesi longu niðurarvaðu ein-
ljóðini: /i:, u: , e:, o:, ø: / i, u, e, o, ø.
í herðingasterkari støðu framman fyri
hjáljóði, kunnu tey stundum vera rein sjálv-
ljóð, men hava oftari eina glíðing ímóti ein-
um opnari endaljóði. T.e. [e:e, o:o, ø:æ].
Dømi frá heimildarfólkunum eru: [he:ej]
her, [ho:on] hon, [jø:æj] jørð. Seinni partur
er ikki eins opin og [o|.Tað, sum oyra fatar
eins og rein einljóð, er eisini at hoyra: [hc:j|
her, [ho:n] hon, [jø:j[ jørð. I bakstøðu
(____#) hava /i:/ og /u:/ altíð eitt homoorg-
ant glíðiljóð aftur at sær. [si:j] sig ! (boðsh.
av siga ); [su:w] suð.
/e:, o:, ø:/ hava í bakstøðu altíð eitt sen-
tralt endaljóð við í framburðinum: [e:e] eg,
[so:o] soð, [jø:æ] røð. Til ber at siga, at
fonemini /i:/, /u:/, /e:/, /o:/, /ø:/ birtast sum
[i:j], [u:w], [e:e], [o:o], [ø:æ] íbakstøðu.
VM hevur hiatusinnskotini [w] aftan fyri
/u'./u og [j] aftan fyri /u/i/y, um tey standa
framman fyri [t, o, a] i, u, a í aftanfyri-
standandi herðingaveika stavilsi. Dømi:
[du:wt, du:wa] dugi, duga, [lu:w©] lugu,
[si:ja, si:jt] siga, sigi, [ji:j©] riðu. [u:w, i:j]
eru yvirborðsmyndanir av teimum undir-
liggjandi fonemunum /u:/ u og /i:/ i.
Vanligt er, sum longu nevnt, at rokna
tvey sjálvljóð afturat í VM (og øðrum vari-
antum av føroyskum). Talan er um tey
longu ljóðini [a:] og [y:] í eitt nú havi »urta-
garður«, typa o.m.ø. orðum. Samtíðarliga