Fróðskaparrit - 01.01.1996, Side 15
VÁGAMÁLFØRI
19
eina -ur ending. Sum dømi kann eg nevna
[dø:mor] dømir, [boúdQr] bítur. Hesin
tendensur sæst eisini hjá Svabo, sbr. (Peter-
sen, 1991: 25). Hann hevur altíð ettur, ivur
og undur, meðan skyldskaparorðini, sum í
dag gjøgnumgangandi hava —ur (uttan
faðir) altíð hava -ir hjá Svabo.
Niðurstøður
VM verður fyrstu ferð nevnt hjá Jens Chr.
Svabo í Indberetninger fra en Rejse udi
Færø 1781 og 1782. Tað, sum Svabo nevnir
Den Almindelige [Mundart] eru tey
málførini, sum ikki er:Den Suderøes
k e, sum umfatar alt sunnan fyri Skopunar-
fjørð. Den Norderøeske og Den
Thorshavnske. (Indberetn.: 265).
Málførið Den Almindelige
[Mundart] fevnir tí allarhelst eisini Norður-
streymoy og Eysturoy.
Svabo byggir skriftmál sítt á VM, sjálvt
um hann onkuntíð hevur formar, ið avdúka
málið hjá heimildarfólkum sínum. Hetta er
serliga galdandi í Det Mindre Visehaand-
skrift. Tað at Svabo nýtir VM sum grundar-
lag undir sínum vælhepnaða skriftmáli ger,
at vit kunnu kanna møguligar málføris-
broytingar heilt aftur til síðst í 1700. Kann-
ingamar vísa, at broytingamar í málførin-
um em heilt fáar, tá talan er um ljóð- og
bendingarskipan. (Petersen, 1993).
í FAI, 1891) verður VM flokkað saman
við bygdamálunum í Suðurstreymoy. Hesi
fevna um Suðurstreymoy, Hest, Koltur,
Nólsoy og Vágar. Hepnari er tó at flokka
bygdamálini Vágum og Mykinesi saman
sum eitt serstakt málføri. Heldur ikki em
nakrir nevniverdir munir innan økið.
Grundimar fyri at VM best er flokkað fyri
seg em:
1) Setningstónin drynjing. Hetta er ser-
merkt fyri Vágar og Mykines.
2) Diftongeringar við hiatusinnskotum
(Síggj 3.1 .,3.2., 3.3.). Fyribrigdið er eis-
ini í Norðursteymoy og møguliga í Eyst-
uroynni. Kortini ber ikki til at flokka VM
saman við hesum bygdamálunum, tí tey
hava fonemsamanfall millum /ai:/ ei og
/oi'J oy til /oi:/. VM skilir ímillum hesi
tvfljóð.
3) VM hevur/eu:/ og ikki /ou:/ ó sum í Suð-
urstreymoy. Framburðurin við [æu:] er
til í Vágum.
4) VM hevur ikki viknan av ['b, 'd, 'g, 'jz]
í innstøðu og bakstøðu sum Suður-
streymoy. Tað hevur t.d.: [bø:'gu], bøk-
ur, [bjea:'g] brak.
5) VM hevur týðilig endingasjálvljóð, og
ikki viknaðan framburð sum í Suður-
streymoy og heldur ikki sama býti av
endingarsjálvljóðunum -ir og -ur , sum
Suðurstr. Hetta gevur málførinum eina
aðra morfologi, og ger tað heilt ólíkt
Suðurstreymoyarmálførunum.
Loksins skal eg takka Ei. Weyhe og M.
Barnes fyri góðar viðmerkinar til greinina.